• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Svartir amerikanarar krevja javnrættindi

Í 1950-árunum herdu svartir amerikanarar stríðið fyri samfelagsligum, fíggjarligum og politiskum javnrættindum. Fleiri milliónir fólk vóru við í friðarligu mótmælistiltøkunum ímóti rasuskilnaði. T.d. noktau fólk í Alabama í eitt heilt ár (1955-56) at koyra við teimum bussum, sum høvdu serligar sessir til svørt og hvít. Fyri átakinum stóð baptistpresturin Martin Luther King. Í 1963 gingu King og viðhaldsfólk hansara dag um dag mótmælisgongu til ráðhusið í Birmingham í Alabama, tó at myndugleikarnir í býnum beittu hundar eftir teimum og spulaðu tey við brandslangum. Seinni sama ár fóru nøkur 100.000 borgararættindafólk  mótmælisgongu til Washington. Tingið gav eftir, og í 1964-65 viðtók tað lógirnar um borgararættindi, sum bannaðu, at mannamunur varð gjørdur á svørtum og hvítum.

Rasuófriður í Little Rock

Í 1954 eydnaðist teimum, sum stríddust søk teirra svørtu at fáa hægstarætt at viðurkenna, at svørt og hvít børn skuldu ganga í sama skúla. Hvítar mannamúgvur løgdust á svørt børn, og í Mississippi var ein 14 ára gamal næmingur myrdur. Í Little Rock í Arkansas setti stats ovastin stats hirðina at halda skil á og vísti 9 svørtum næmingum úr skúlanum. Forsetin sendi samveldisherdeildir til Little Rock at ansa eftir, at svartir næmingar sluppu í skúla.

Javnrættindi - ein dreymur

Fleiri mió. svørt fólk fluttu til norðara og vestara part i USA í 1950- og 1960-árunum. Fá fingu gott arbeiði, og býarpartarnir, har tey búsettu seg, gjørdust fátækrabýlingar. Summi fóru í part við oddamonnum sum Malcolm X, ið mælti til, at tey svørtu skuldu taka handlar og skúlar, har ið tey búðu, og seta hart ímóti hørðum. Í nógvum býum varð ófriður (1965-1968), men lítið batti. Enn striðast svartir felagsskapir fyri javnrættindum.

Eitt av krøvunum var, at føðingardagur Kings skuldi vera almennur hátíðardagur, og at øll minnast orð hansara "Eg droymi um, at henda tjóð einaferð stígur fram og av sonnum setur í verk viðtøku sína: "Vit halda tað vera sjalvsagt, at øll menniskju verða javnsett og hava fingið ávís ómissandi rættindi frá skaparanum."

 

Tekstur til talur

Niðanfyri standa nakrar av talunum hjá eitt nú Martin L. King og Malcolm X.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017