Skip to main content

Málspøl

Arbeiðið við málsliga medvitinum er grundarlagið undir málspølunum, ið byggja á granskingarverkætlanina, sum í norðurlendskum høpi byrjaði við Umeå og helt fram á Bornholm. Tann verkætlanin hevur langt síðan staðið royndina.

 

Málspølini, ið eru ætlað børnum í forskúla/skúlabólki og í 1. flokki, leggja dent á málsliga menning gjøgnum spæl.

Málspølini er skipað í 6 verkligar partar, sum umfata:

• Lurtispøl

• Stavilsi

• Rím og ramsur

• Forljóð

• Setningar og orð

• Ljóðeindir

 

Við málspølunum sum grundarlagi, ber til saman við børnunum at fara eina kanningarferð inn í málheimin.Har ber til saman at undra seg á alla ta fynd, ið liggur goymd sum loyniligir dýrgripir í spælinum við rímum, setningum, orðum, stavilsum og ljóðeindum.

 

Annette Lønnegaard, talupedagogur og Jørgen Frost, cand. pæd. psyk., hava saman við starvsfeløgunum gjørt tilfarið, og Ingvar Lundberg, professari, hevur skrivað inngangin. Karolina Matras hevur skrivað fororð til føroysku útgávuna.

 

Karolina Matras, cand. pæd. psyk., undirvísari og granskari á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya hevur týtt og tillagað ástøðisbókina til føroyskt, og Annika Høj, lærari og lesivegleiðari, hevur týtt og tillagað verkliga partin til føroyskt.

Hannis Egholm hevur teknað myndirnar.

 

Kunning um Málspøl

 

Mál er so mangt:

Grátur, keipur, andlitsbrøgd, ljóð, pjátran, tala o.s.fr.

Tað er týdningarmikið at kenna og duga nógv “mál”. 

Endamálið við málspølunum er at læra børnini meiri um talaða málið.

 

Endamál:

Gera børnini tilvitað um, at talaða málið hevur:

• Innihald. Vit tosa saman

• Form. Talaða málið kann verða býtt upp í smáar eindir,sum til ber at spæla við

 

Arbeiðsháttur:

Spæl – spæl – spæl!

Spæla við talaða málið.

Meðan vit spæla, kava vit longur og longur niður í smálutirnar í talumálinum.

 

Á síðu 55 í ástøðisbókini eru málspølini lýst, so til ber at fáa yvirlit yvir innihaldið í teimum.

 

Lýsingin av hvørjum einstøkum spæli er bygd upp soleiðis:

Nummar/Heiti/Vegleiðing/GG (kanska góð ráð og neyvari vegleiðing)/Torleikastig/Lutir/Dømi um spæligongd (kanska fleiri spæligongdir)

 

 

0.1 Inngangur

Vanliga duga børn væl at málbera seg, tá ið tey fara í skúlabólk/forskúla. Uttan stórvegis trupulleikar kunnu tey samskifta við onnur børn og við vaksin, men hava lítið arbeitt við talumálsforminum. Málsligt ansni er so statt óvant og úrtøkiligt (abstrakt) fyri flestu børn á hesum menningarstigi.

 

Málspølini hava til endamáls at stimbra/kveikja málsliga medvitið hjá børnunum, t.e. læra tey meiri um tað mál, tey tosa, og gera tey tilvitað um, at málið hevur bæði innihald (meining) og form (smálutir/staklutir).

 

Málspølini eru eitt gott amboð at kunna børnini við smá-/staklutirnar í talumálinum: setningar, orð, stavilsi og ljóðeindir.

 

Arbeiðshátturin er: spæl – spæl – spæl við talaða málið. Meðan vit spæla, arbeiða vit okkum longri og longri niður í smálutirnar í talumálinum.

 

Málspølini eru býtt upp í 6 partar. Hvør partur arbeiðir við einum (nýggjum) smáluti í talaða málinum. Torleikastigið hækkar, so spølini í fyrsta parti eru lættari enn spølini í sætta parti.

 

Royndir í arbeiðnum við málspølum vísa, at børnini fáa mest gagn av spølunum, verða nakrar reglur hildnar:

 

• Spælið hvønn dag í umleið 20 minuttir 

Helst somu tíð á degnum

• Spælihýrurin skal vera góður

• Spælið spølini eftir torleikastigi, sum víst í tíðarætlanini (0.2)

• Hugsið ikki um stavseting, men leggið tykkum eftir at arbeiða við ljóðum 

Øll orð og ljóð skulu sigast sum í vanligari talu

• Takið bókstavirnar við, har tað er natúrligt; ikki fyri at læra bókstavir, men fyri at vísa børnunum á sambandið millum ljóð og bókstavir

 

 

0.2 Vegleiðandi tíðarætlan

Fleiri av spølunum eru vorðin til sum úrslit av dagliga arbeiðnum í skúlabólkinum/forskúlanum. Munur er á torleikanum í teimum ymisku spølunum í teimum seks pørtunum, men royndir hava víst, at er spælihýrurin góður, kann námslærdi næstan velja frítt ímillum tey ymisku spølini í teimum ymisku pørtunum.

Ein góð regla er tó at spæla tey fyrstu málspølini umaftur, hvørja ferð farið verður undir ein nýggjan part.

 

1 Lurtispøl

2 At spæla við rím

3 Setningar og orð

4 Stavilsi

5 Forljóð

6 Ljóðeindir