• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tema

 

Charles Darwin 1809-1882

Mynd frá Søgu alfrøðini.
Mynd úr Alfrøði 2. Skemtitekning frá tíðini.

Charles Darwin var enskur náttúrusøgufrøðingur, sum skelkaði heimin í 1859, tá ið hann í bókókini: Veranna uppruni (On the Origin of Species), segði, at menniskjan er nær skild við apurnar. Hugsanir Darwins eru enn á døgum grundarlag undir pørtum í menningarlæruni ella evulutiónsástøðinum. Orðið evulutión merkir »at taka seg fram, at mennast« og sigur, at allar livandi verur mennast ella broytast, sum tíðin gongur. Ástøðið er í trimum høvuðspørtum. Fyrsti er frábrigdi. Hjá øllum livandi verum eru frábrigdi t.d. í stødd, skapi, liti og styrki. Til eru ikki tvær verur av sama slagi, sum eru meinlíkar. Onnur fortreyt fyri ástøðinum er, at hesir munir ávirka, um veruni er lív lagað, og hon nørist. Ávísir eginleikar, t.d. litur, kunnu gera, at dýr ella planta av ávísum slag er betur fyri at standa seg. Summi dýr og summar plantur hava eginleikar, sum falla væl til umstøðurnar. Hesar verur hava lagað seg betur eftir umstøðunum, og hesar eginleikar nevna vit tillagingar. Triði partur er arvur. Tillagingar, veri seg lit og skap, ið hjálpa einari veru at standa seg, kann avkomið arva. Arvar avkomið hesar eginleikar, hevur tað eisini betri møguleika at koma undan. Sum ættarlið fara, verða best tillagaðu dýrini og planturnar flest. Tær verur, sum ikki hava lagað seg, doyggja. Nógvir granskarar halda, at tey mongu mió. sløg, sum eru á jørðini nú, eru komin av hesari menning.

Eftir at Charles Darwin hevði skrivað Veranna Uppruni, vóru tað nógv, ið flentu at honum, tí hann helt at menniskjan var skild við dýrini.

Steinrenningar, t.e. dýraleivdir í jørðini, verða nýttar at prógva menningarlæruna. Tær vísa, hvussu dýr og plantur so líðandi eru broytt upp ígjøgnum tíðirnar. Eftir aldrinum á beinunum í steinrenningunum kunnu tey síggja, nær ið hvør fílur hevur livað. Granskarar kunnu ikki vera vísir í, at eitt filaslagið hevur ment seg til annað fílaslag. Men ikki er tað sannlíkt, at hvørt fílaslagið hevur verið sjálvstøðugt slag. Sannlíkari er, at teir eru skildir. So við og við, sum fleiri steinrenningar verða funnar, gerst skyldskapurin millum ymisk dýr ella ymiskar plantur sjónskari.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017