• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um Føroyingasøgu

Føroyingasøga er ikki varðveitt sum sjálvstøðug bók, men granskarar ivast ikki í, at
hon einaferð var til. Hildið verður, at upprunaliga søgan varð skrivað á roð í Íslandi
umleið ár 1210 – 1215, og verður hon roknað ímillum tær elstu íslendsku søgurnar.
Eingin veit at siga, hvør høvundurin var.

Partar av Føroyingasøgu eru tó flættaðir inn í ymisk íslendsk handrit, serstakliga
er talan um Ólavs søgu Tryggvason, Flateyjarbók og í einum handriti skrásett sum
AM 62 fol (Debes 1990:91). Danski søgumaðurin Carl Christian Rafn savnaði ymsu
søgubrotini saman og gav tey út undir heitinum Færeyínga saga í 1832. Útgávan hjá
Rafn er síðani týdd til føroyskt í fleiri umførum, og er hon tann søgan, sum vit í dag
kenna sum okkara ”Føroyingasøga”.

Føroyingasøga er skrivað umleið 200 ár eftir, at hendingarnar fóru fram. Ein
spurningur, ið granskarar grunda um, er, hvaðani høvundurin hevur fingið tilfarið til
søguna, og um søgan er álítandi sum søgulig kelda.

Mett verður ikki, at høvundurin sjálvur hevur verið í Føroyum, tó kennir hann
til føroysk landafrøðilig viðurskifti. Granskarar meta, at tilfarið til søguna er komið
frá fólki, ið hava havt samband við Føroyar, ella tey hava havt serliga vitan um
oyggjarnar.

Í íslendskum fornsøgum verður stórur dentur lagdur á ættartalvur, men so er

ikki í Føroyingasøgu. Hildið verður, at tað hongur saman við, at høvundurin ikki
hevur vitað nóg væl. Til dømis fáa vit einki at vita um ættarbondini hjá Grími
Kamban
. Sama er galdandi fyri ættarsambondini hjá Gøtuskeggjum, ið søgan sigur
vera mætastu ætt í Føroyum. Har eru fleiri glopp í. Vit fáa eitt nú at vita, at Eyð hin
Djúphugda
á veg til Íslands gifti sonardóttrina Óluvu í Føroyum, og skal hon vera
ættmóðir Gøtuskeggja, men høvundurin greinar ikki ættarliðirnar.
Søgugongdin í Føroyingasøgu fevnir um áleið áttati ár – frá umleið 950 til 1035. Tað
er trupult at meta um, hvussu álítandi Føroyingasøga er sum søgulig kelda (Debes
1990:91), tí lítið og einki av øðrum keldutilfari er at bera saman við og stuðla seg til.
Uppihaldið hjá Sigmundi og Tórir í Noregi, teirra víkingaferðir, eins og søgan
um Torkil Turrafrost og tíðin saman við honum verður hildin at vera ævintýratilfar, ið
sæst aftur í miðaldarsøgum við tí endamáli at gera søguna spennandi og hugtakandi.
At tíðarfesta hendingarnar í søguni verður gamli siðurin at seta hendingar í
samband við aðrar hendingar (tað verður nevnt relativ kronologi) nýttur t.d. stórar og
kendar bardagar, stjórnarár hjá kongum og jøllum. Kortini er tað at siga um
Føroyingasøgu, at stílurin í tíðarfestingunum er øðrvísi enn vanligi stílurin í íslendsku
fornsøgunum. Hann er meiri frásigandi, dramatiskur, eins og frásøgustílurin í søguni
yvirhøvur. Sum dømi kunnu nevnast ”líður nú vetur”, ”nú líða stundir” og ”leið nú
fram nakrar vetrar”.

Fornfrøðiligar kanningar styðja ymiskt í Føroyingasøguni. Prógv eru fyri, at
búseting var í Gøtu, í Sandoy, í Ergidali við Hov og helst eisini í Skúvoy í víkingaøld.
Hildið verður ikki, at tað er beint, at Havgrímur og Brestir og Beinir høvdu
helvtina av oyggjunum í len frá hvør sínum norskum harra. Sama verður sagt um, at
Leivur Øssursson skal hava havt Føroyar í len frá Magnusi Ólavssyni. Hildið verður,
at føroyingar hava rátt fyri egnum viðurskiftum (Debes 1990:105).

Lítið er at ivast í, at føroyingar høvdu tingstað í Tórshavn, og helst hevur tað
verið í Tinganesi.

Aðrar heimildir enn Føroyingasøga hava ta upplýsing, at maður, nevndur
Sigmundur Brestisson, boðaði kristnu trúnna í Føroyum fyri Ólav Tryggvason (Debes
1990:157).

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017