Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 102

MAGNETIR
100
Fyrimynd við smámagnetum
Vit skulu nú gera okkum eina fyrimynd av mag-
netum og av tilfari, sum ber til at magneta. Vit
hugsa okkum, at magnetin hevur í sær ein hóp av
ógvuliga smáum magnetum, sum vit nevna
smá-
magnetir
.
Við hesari fyrimyndini skulu vit nú royna at
skilja magnetir og magnetisk viðurskifti.
Vit hugsa okkum, at smámagnetirnar í einari mag-
net allar venda sama veg. Tær eru allar skipaðar
ein ávísan veg. Tí verða sterkir pólar í endunum á
magnetini (hetta er, sum tá ið vit seta tvær mag-
netstengur enda í enda). Inni í stongini haraftur-
ímóti gera smámagnetirnar hvør aðra til einkis.
Við hesi fyrimyndini skilja vit, hví ein brotin mag-
net verður til tvær nýggjar magnetir við pólum í
báðum endum, sum á ovaru myndini. Vit kunnu
eisini skilja, hvat hendir, tá ið vit magneta eitt
jarnpetti, og hví vit kunnu avmagneta tað aftur. Í
einum ómagnetaðum jarnpetti eru smámagnet-
irnar óskipaðar. Tær venda, sum best ber til, og
pólarnir gera hvør annan til einkis. Eisini ber nú
til at skilja, hví jørðfeltið kann beina smámagn-
etirnar í storknandi gróti, so tær allar vísa eftir
jørðfeltinum.
Strúka vit eftir einari ómagnetaðari jarnstong við
einari sterkari magnetstong, verða smámagnetir-
nar í jarninum skipaðar, so tær allar venda sama
veg. Strúka vit – sum á niðaru myndini – við ein-
um norðpóli móti høgru, togar norðpólurin suður-
pólarnar til sín og stoytir norðpólarnar frá. Meðan
við strúka, fara tí alt fleiri smámagnetir at venda
sín suðurpól móti høgru og norðpólin móti vinstru.
Úrslitið verður, at jarnstongin fær norðpól í vinstra
enda og suðurpól í høgra enda. Seta vit í staðin
ómagnetaðu stongina í ein streymberandi spola,
skipar feltið í spolanum smámagnetirnar. Úrslitið
verður tað sama, jarnstongin verður magnetað.
Magnetað jarn.
Brotin magnetstong.
Ómagnetað jarn
Ein jarnstong verður magnetað.
Henda fyrimyndin við smámagnetum
kemur ikki av ongum. Nú vita gransk-
arar, at »smámagnetirnar« eru túsund-
tals veikt magnetað atom, sum hava
pólar, sum allir venda sama veg.
Jarnstongin verður magnetað við streymi.
N
S
N
S
N
S
1...,92,93,94,95,96,97,98,99,100,101 103,104,105,106,107,108,109,110,111,112,...222
Powered by FlippingBook