Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 126

ELEKTROMAGNETISMA OG LJÓ‹
124
Myndin vísir bygnaðin í hátalar-
anum við magnet, spola og trakt.
Uppstilling at vísa kraftina á ein
streymberandi spola í magnetfelti.
Spenningurin er 2–3 V=.
Vendispenningur (5-6 V) verður settur á
spolan og magnetin sett niður á borðið.
Tá hoyrist hurrið frá darrandi spolanum.
Seta vit spenningin upp í 10 V eina løtu,
verður ljóðið harðari.
Felagsroynd. Darrandi spoli
Ein spoli verður hongdur upp, sum myndin vísir.
Lat okkum siga, at spolin fer inn í magnetina, tá ið
streymur gongur. Venda vit streyminum, fer spolin
øvugtan veg. Hetta er sama kraftin, sum virkaði
á tvørstongina frammanfyri. Í spolanum eru 300
vindingar, sum allar merkja hesa kraftina.
Verður vendispenningur settur á spolan, fer hann at
darra, tí tá skiftir streymurin alla tíðina kós. Verð-
ur magnetin sett niður á borðið, hoyrist hurrið frá
spolanum.
Hátalari
Magnetin í hátalarum er gjørd soleiðis, at spolin
er ímillum pólarnar á magnetini. Tí kunnu veikir
vendistreymar fáa lætta spolan at darra við streym-
sveiggjunum.
Hesir streymar, sum sveiggja í takt við ljóðsveigg-
ini, verða gjørdir í útvarpstólum og styrktir í styrkj-
arum.
Hátalaramagnet við suðurpóli í miðjuni.
Uttan um suðurpólin er ringskapaði norð-
pólurin. Spolin stendur niður ímillum
pólarnar.
Í spolanum gongur
streymur, sum alla
tíðina broytir styrki.
Spolin sveiggjar í takt
við streymsveiggini.
Papptraktin sveiggjar
við, og ljóðið hoyrist.
1...,116,117,118,119,120,121,122,123,124,125 127,128,129,130,131,132,133,134,135,136,...222
Powered by FlippingBook