Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 200

SÓLIN, JØR‹IN OG MÁNIN
198
Felagsroynd. Dagur og Nátt
Vit kunnu fáa eina góða mynd av skiftinum ímill-
um dag og nátt, lata vit ljósið frá einari uppvørpu
falla á ein globus.
Í (1) er nátt, og stjørnurnar
síggjast á himmalhválvinum.
Í (2) er sólarris, t.e., Jørðin
snarar fram í ljósið, og Sólin
kemur upp á luftina. Í (3) er
middagur (hádagur); Sólin
stendur í suðri og er hægst á
luftini. Í (4) er sólsetur, t.e.,
Jørðin snarar inn aftur í
myrkrið, og Sólin fer niður.
Dagur og nátt
Jørðin snarar um sína ás einaferð um samdøgrið.
Hesar 24 tímarnar snara øll støð á Jørðini tí úr ljós-
inum inn í myrkrið og aftur fram í ljósið ella
øvugt, sí myndina. Av hesum stendst skiftið ímill-
um dag og nátt.
Finn Føroyar á globusinum og snara Jørðini eystur-
eftir soleiðis, at sólarris er í Føroyum. Snara nú
meira eystureftir, til Sólin stendur hægst á luftini
og snara so meira til sólsetur. Hvussu venda Føroy-
ar á globusinum mitt á nátt?
1...,190,191,192,193,194,195,196,197,198,199 201,202,203,204,205,206,207,208,209,210,...222
Powered by FlippingBook