Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 27

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
25
Verður rørið brúkt at løða eina metalplátu, sæst
ljósið í glimlampuni betur, sí myndina vinstru-
megin.
Set nú ein fingur á plátuna, so hon verður avlødd.
Gníggja so eina plexiglasstong við tunnum plast-
filmi. Løðingin á stongini verður kannað sum
áður. Royndin vísir, at stongin hevur fingið
positiva løðing.
Avløð aftur plátuna og gníggja plexiglasstongina
við plastfilmi. Men hesaferð kanna vit løðingina
á filminum. Royndin vísir, at plastfilmurin hevur
fingið negativa løðing.
Henda seinasta royndin vísir, at evnið, sum
gníggjað verður, og evnið, sum gníggjað verður
við, hava øvugta løðing.
Elektriskar kreftir
Við venjing 3 í arbeiðsbókini hevur tú roynt at
løða ymsar lutir. Tú hevur sæð, at elektriskir lutir
kunnu draga óløddar lutir at sær. Tú hevur helst
eisini sæð, at elektrisk frástoyting kann vera
ímillum løddar lutir. Tað fara vit nú at kanna
gjøllari.
1...,17,18,19,20,21,22,23,24,25,26 28,29,30,31,32,33,34,35,36,37,...222
Powered by FlippingBook