Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 42

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
40
Vit lata 100 mL av vatni í skálina at loysa zink-
chloridið í. Rørt verður væl, til løgurin er heilt
klárur. So verður royndin endurtikin.
Á amperumetrinum sæst, at streymur gongur í
løgnum.
Tá ið ein løta er farin, sæst, at frítt zink legst á
aðra kolstongina, hana, sum hevur samband við
negativa pólin á streymkelduni. Við hina stong-
ina, ta positivu, síggjast bløðrur av gassevni. Á
roykinum merkist, at hetta er chlor.
Bygnaðurin í zinkchloridi
Zinkchlorid-pulvurið leiddi ikki streym. Tí kunnu
ongar fríar elektronir vera í pulvurinum. Framman-
undan vita vit, at positivu kjarnarnir í zinki megna
ikki líka væl at halda elektronunum sum chlor-
atomini. Tað mugu tí vera kjarnarnir í chlor-atom-
unum, sum halda teimum elektronunum, sum
annars høvdu gingið leysar.
Kol
ZnCl
2
Við hesi royndini verður
staðfest, at ZnCl
2
-pulvur
leiðir ikki streym.
1...,32,33,34,35,36,37,38,39,40,41 43,44,45,46,47,48,49,50,51,52,...222
Powered by FlippingBook