Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 87

MAGNETIR
85
Vit kanna magnetismu.
Natúrligar og gjørdar magnetir
Longu í fornøld bar til at fáa serligan jarnmálm
úr býnum Magnesia í Lítlaásia (Turkalandi).
Hesin málmur, sum nú verður nevndur magnet-
jarnsteinur, hevur tann eginleikan, at hann kann
draga jarn at sær. Lutir, sum soleiðis kunnu draga
jarn at sær, nevna vit
magnetir.
Nú á døgum kunnu vit gera magnetir, sum eru
nógv sterkari enn magnetjarnsteinur. Eina magn-
et, sum hevur skap sum ein stong, nevna vit eina
magnetstong.
Felagsroynd. Eginleikar hjá magnetum
Heingja vit eitt klips upp í trillutráði og nærkast
tí við einum magnetjarnsteini, sæst, at steinurin
dregur klipsið at sær.
Rulla vit eina magnetstong í einari klipsrúgvu,
síggja vit, at klipsini hanga á endunum á magn-
etini. Har er magnetiska kraftin størst; á miðjuni
er næstan eingin atdráttur.
Endarnar á magnetini nevna vit magnetiskar
pól-
ar.
Vit heingja magnetina upp í ein haldara, sí mynd-
ina niðanfyri, og beina alt annað jarn burtur. Tá
sæst, at magnetin hevur hug at stilla seg norður
og suður. (Suður er har á leið, sum Sólin stendur
á luftini um middagsleitið). Snara vit magnetini
ella flyta hana til annað pláss í rúminum, leitar
hon av sær sjálvari altíð aftur til hesa somu støð-
una norður-suður.
Tann pólin á magnetini, sum vísir norðureftir,
nevna vit
norðpól
. Hin endan nevna við
suðurpól
.
1...,77,78,79,80,81,82,83,84,85,86 88,89,90,91,92,93,94,95,96,97,...222
Powered by FlippingBook