Eg skrivi 4 - page 61

61
Síða 8-10
Fyrsta uppgávan í bókini er ein sálmur, sum
eisini skal skrivast sum fyrisøgn.
Lærari og næmingar lesa sálmin í felag
og práta um torskild orð. Prátað verður um
innihaldið.
Somuleiðis ber til at práta um bygnað, –
ørindi og rím.
Uppgávurnar á 8. og 9. blaðsíðu eru
fyrireikingaruppgávur til fyrisøgnina.
Dentur verður lagdur á, at orð verða rætt
stavað. Fyrisøgnin verður skrivað, tá ið
hesar uppgávurnar eru gjørdar.
Síða 11-15
Pýramiduyrkingin og orðayrkingin á 11.
blaðsíðu verða lisnar í felag. Her verður lagt
upp til eitt prát um orðaflokkin navnorð.
Tosað verður um eyðkenni við navnorðum,
so sum eintal, fleirtal og kynini. Til ber eisini
at skifta orð um føllini, sum næmingarnir
hava arbeitt við í „Eg skrivi 3“. Tað er upp
til læraran at gera av, hvussu stóran dent
hann leggur á hetta, men eru næmingar ikki
enn vísir í, hvat ið eitt navnorð er, er
hóskandi at gera ikki einki burtur úr tí í
hesum sambandi. T.d. ber til at spæla okkurt
navnorðaspæl, sí „Eg skrivi 1“, 61. blaðsíðu.
Yrkingin á 13. blaðsíðu er ein fyrisøgn.
Lærari og næmingar lesa yrkingina í felag.
Lærarin greiðir næmingunum frá orðum,
sum stavast ll, men verða søgd sum dl.
Næmingarnir kenna ivaleyst onnur orð við
ll enn tey í fyrisøgnini, so høvi er her at práta
um so nógv orð sum gjørligt.
Uppgávurnar á 13. og 14. blaðsíðu snúgva
seg um sagnorð. Áðrenn uppgávurnar
verða gjørdar, mugu lærari og næmingar
práta um orðaflokkin sagnorð. Hvat eyð-
kennir orðaflokkin? Í bókunum undan
hesari eru sagnorðini lýst sum orð, ið siga
frá eini gerð ella einari rørslu, og tey bendast
í tíðum. Hava næmingarnir arbeitt við EG
SKRIVI 1, 2 og 3, so hava teir áður hoyrt um
nútíð og tátíð.
Í EG SKRIVI 1 á 62. blaðsíðu er hugskot
um eitt sagnorðaspæl.
Uppgávan á 14. blaðsíðu í hesari bókini
snýr seg um at finna tey sagnorð í yrking-
ini, sum standa í nútíð. Áðrenn uppgávan
verður gjørd, eiga næmingarnir at verða
mintir á tátíðarendingarnar og møguliga
ljóðskiftið, ið hava við sær nútíðarending-
arnar annaðhvørt -ir og -ur.
Uppgávan á 15. blaðsíðu er ein eyka-
uppgáva.
Síða 16-18
Á 16. blaðsíðu verður arbeitt við yrkingum.
Næmingarnir gera fyrst eina pýramidu-
yrking. Síðan skulu teir í ein minutt savna
saman orð við ávísum bókstøvum. Hetta er
ein fyrireiking til yrkingina „Vetur“ niðari
á 16. blaðsíðu.
Uppgávan at savna orð saman kann
gerast sumeinstaklingauppgáva, men til ber
eisini at lata næmingar gera hana í bólki. Tað
er ofta stuttligari, og næmingarnir fáa
savnað saman fleiri orð, tá ið teir arbeiða
saman. Tíðin, 1 minuttur til hvønn bók-
stavin, er bara vegleiðandi.
Sama um uppgávan verður gjørd sum
bólkauppgáva ella ikki, kann lærarin
ímillumhvønn bókstavin práta við næming-
arnar um, hvørji orð teir hava fingið niður á
pappírið. Áhenda hátt fáa næmingarnir upp
aftur fleiri orð, teir kunnu velja ímillum, tá
ið teir skulu gera bókstavayrkingina niðast
á síðuni.
Næmingarnir kunnu gera bókstava-
yrkingina „Vetur“ einsamallir ella saman við
øðrum.
Krossorðagátan á 17. blaðsíðu er eyka-
uppgáva. Orðini úr krossorðagátuni verða
skrivað eftir bókstavaraðnum. Best er, um
næmingarnir nú duga bókstavaraðið uttan-
Vegleiðing
I...,51,52,53,54,55,56,57,58,59,60 62,63,64,65,66
Powered by FlippingBook