Føroyskur skattarættur - page 171

171
tá ognarrætturin verður fluttur við sølu, umbýti, gávu/arvaforskoti,
kreditorforfylging ella útlutan úr einum deyðsbúgvi, sí tó §§ 12 og 13 í
kaptalvinningsskattalógini.
• Broytingar í avtalutreytunum fyri eitt krav ella eina skuld kunnu vera
av slíkum slagi, at broytingin merkir, at stovnað verður nýtt krav ella
skuld, t.d. at gjaldoyra verður broytt.
• Verða feløg løgd saman, er talan um realisering, tó ikki um samanlegg-
ingin er eftir reglunum um skattafría samanlegging.
7.3.2.2.2. Uppgerðin viðvíkjandi vinningi og tapi av krøvum
Vinningur og tap av krøvum verða gjørd upp sum munurin millum
útveganarupphædd og avhendingarupphædd. Vinningur og tap verður gjørd
upp fyri hvørt krav sær.
Sum útveganarupphædd er at rokna tað, sum er goldið fyri kravið, ella um
tað ikki kann verða staðfest, kursvirðið, tá kravið varð útvegað.
Avhendingarupphæddin er tað virðið, ið kravið kastar av sær við realisasjón,
t.d. søluupphæddin, akkorddividenda o.s.fr. Við gávu og arvaforskoti o.ø. er
virðið handilsvirðið.
Verður skuldin innloyst við avdráttum, skal ein lutfalsligur vinningur ella tap
verða tikin við í avgjaldskyldugu inntøkuna so hvørt, sí niðanfyri um
uppgerðina viðvíkjandi vinningi og tapi av skuld.
7.3.2.2.3. Uppgerðin viðvíkjandi vinningi og tapi av skuld
Vinningur og tap av skuld verða gjørd upp sum munurin millum virðið á
skuldini, tá skuldin verður stovnað, og virðið, tá skuldin verður innloyst ella
frígivin. Virðið, tá skuldin verður stovnað, er vanliga tann upphæddin, sum
skuldarin fekk útgoldna, tá kravið íkom, ella virðið, sum varð avtalað við
skuldarskifti.
Virðið á skuldini, tá hon verður innloyst ella frígivin, er tað virðið, sum
skuldarin rindar, ella virðið í vanligum handli.
Verður skuldin loyst við avdráttum, verður roknað til avgjaldskyldugu inn-
tøkuna so stórur partur, sum svarar til lutfallið millum (loysivirðið – útvegan­
arvirðið) og loysivirðið.
Dømi: Eitt lán, nominelt kr. 100.000 er stovnað til undirkurs, soleiðis at
bara kr. 80.000 vóru útgoldnar, tá lánið varð stovnað. Árligur avdráttur er kr.
1...,161,162,163,164,165,166,167,168,169,170 172,173,174,175,176,177,178,179,180,181,...284
Powered by FlippingBook