Nótakoyrikort

Kall og svein ungi 1. “Hvar rakst tú neyt míni?” segði kall. “Beint niðan í akur tín!” segði svein ungi. 2. “Skamm fái tú rekandi!” segði kall. “So fái tú biðjandi!” segði svein ungi. 3. “Hevði eg hildið á spóni mínum!” segði kall. “Staðið fastur í góma tínum!” segði svein ungi. Øskudólgur og sópingarkonan 1. Øskudólgur og sópingarkona hildu sær at gaman, hvussu skulu vit liva, ta´ ið vit koma saman? Veturin líður, summarið kemur, jørðin gerst so blíða, tað grør so fagurt aldin undir líða 2. Vit skulu taka tráðu í hond, ganga oman við á, ska okkum smásíl og føða okkum svá. 3. Hvussu skulu vit liva, tá ið síl eru eingi í á? Vit skulu okkum á havið út stóran sk at fá. Ormurin Langi https://www.youtube.com/watch?v=KvjdBelNFZM 1. Vilja tær hoyra kvæði mítt, vilja tær orðum trúgva, um hann Ólav Trúgvason, higar skal ríman snúgva. Glymur dansur í høll, dans sláði í ring! Glaðir ríða noregis menn til hildarting. 2. Kongurin letur snekkju smíða har á sløttum sandi; Ormurin Langi størstur var, Sum gjørdur á Noregis landi. 93 94 95 Harra Pætur og Elinborg https://www.youtube.com/watch?v=ZPQpu2M0Rc4 1. Harra Pætur og Elinborg, børn vóru tey so ung, løgdu sínum ástum saman, mongum eru forløg tung. Nú lystir meg í dansin at gá, meðan rósur og liljur grógva væl. 2. Harra Pætur og Elinborg, børn vóru tey so rík løgdu sínum ástum saman, mongum er forløg slík. Burtur á heiði 1. Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur, har vaksa brobber, har veksur lyngur, har er korki og javni. Har er tað, menninir torvið skera, og konufólkini tað burtur bera. Hevur tú verið har, navni? 2. Har veit eg eitt so lítið reiður; fýra ungar fuglurin eigur, teir eru naknir og smáir, djúpt í reiðrið teir bora seg niður, tá ið teir vaksa, pápi mín sigur, gerast teir brúnir og gráir. Veturin kom https://www.youtube.com/watch?v=Eb2tddQ2f0A 1. Veturin kom við kulda og kava, ringt er hjá seyðinum, hart er at skava, kalt er í berligum bóli. Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir, burtur úr túninum hundurin rýmir, inni situr kúrandi Óli. 2. Gler er í á og skalvur í brekku; rínur og hvínur í hvørjari sprekku; Óli er grammur í huga, situr og hugsar um summar og gleði, fuglur var kátur, og lambið var fegið; nú hómast ikki ein uga. 3. Omman á bríkini sigur frá søgum, abbin úr fjøruni kemur við øðum, oman kemur maður av Gørðum. “Kóka nú kaf, set rokkin til reiðar!” hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar. Har kemur Klæmint við kørðum. 96 97 98

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=