Skip to main content

Evni

Filmur í Føroyum

Hóast Føroyar eru nýtt filmsland við nógvum gávuríkum ungfólkum, ið bara bíða eftir at sleppa at gera spælifilm í okkara eksotisku náttúru, er føroyska filmssøgan munandi eldri enn flestu geva sær far um. Fyrstu filmsupptøkur á heimavølli gjørdi danski Ole Olsen í 1907, tá Fríðrikur 8. kongur, sum var ávegis til Íslands, steðgaði her. 

Árið fyri hevði Ole Olsen stovnað Nordisk Film, ið er heimsins elsta filmsfelag, sum enn er virkið. Um hetta mundið var longu biografur hjá Ólavi á Heygum í Vestmanna. Hann hevði keypt eitt filmstól í Noregi, sum hann trý ár seinni seldi til starvsfelaga sín Dia av Bø, Andrias Niclasen, sum so fór at vísa film í Havn.

Við einum løttum Kinoamo 35 mm filmstóli við góðari Jena Tessar linsu hava Julius Høgnesen úr Oyndarfirði og systkinabanrið Ingvald Olsen í Havn filmað kongavitjan í 1926. Við sama tóli hevur Julius seinni gjørt nógvar upptøkur, sum nú eru varðveittar á Fornminnissavninum og kunnu síggjast í dvd filmunum Føroyskar søgur (2009).

Síðan hava Føroyar verið baktjald og upptøkustaður, tá ið fremmand fólk hava gjørt film her. Fyrsti filmur, vit í somáta vita um, er svart-hvíti ljóðleysi heimildarfilmurin Farornas Ö, sum tó er eitt slag av spælifilmi eisini. Tað var sviin Sten Nordenskiöld, sum hekk í fuglabjørgunum úti í Skúgvoy í 1929 og tók film av lívinum har, eisini tá tey hildu brúdleyp. Filmurin varð frumsýndur í Stockholm árið eftir. 

Aðrir útlendskir filmar, sum hava brúkt brøttu fuglabjørgini og harða streymin millum oyggjarnar, eru eysturtýska DEFA-filmsfelagið við Schatten über den Inseln (DDR 1952), Selkvinnen (NO 1953), Tro, håb og trolddom (DK 1960), Barbara - wild wie das Meer (BRD 1961), Barbara (DK 1997), Dansinn (IS 1998), Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet? (NO 2011), Submergence (D 2017), Fågelfångarens son (S 2019) og No time to die (UK 2021).

Við hvørki fígging ella ídnaði, hava føroysk filmsfólk higartil dúvað upp á danskt og norðurlendskt samstarv, har útlendingar ofta hava havt leiðsluna. Vegna tvørrandi filmsídnað og fíggjarmøguleikar í Føroyum, fingu handilsmenn hin danska Leo Hansen higar at gera lýsingafilm. Í 1949 lýsti Jørgen Roos ein bónda á garðinum, í 1965 møtti Knud Leif Thomsen merkisverda listamanninum Stefani Danielsen í Nólsoy, meðan Ulla Boje Rasmussen gjørdi spennandi samtíðarlýsingar av fólkinum í Gásadali (1990) og í Mykinesi (1992). Seinni goymdi hon politisku samráðingarnar millum Føroyar og Danmark í filminum Færøerne.dk (DK 2003).

Danski dokumentaristurin Jørgen Roos fekk Jack Kampmann og William Heinesen at skriva handrit, so hann kundi filma Færøerne - Føroyar (DK 1961), ið fekk gyltu Evreux virðislønina. Í 1970’unum varð líknandi samstarv, tá høvundarnir Gunnar Hoydal og Steinbjørn B. Jacobsen skrivaðu handrit til danskan sjónvarpsfilm, og um aldarskiftið fekk Per Zachariassen í lag ungdómssendingar úr Føroyum, sum sama sjónvarp sendi.

Við einum sjáldsama góðum eyga fyri smálutum, tók Jákup Andreas Arge film av gerandislívi í 1960’unum, eisini av siðsøguligum slag, tá tey um sama mundi veltu korn í Húsavík. 

Fyrst í 1970’unum tók framleiðslufelagið Tór Film á seg at lýsa føroysku samtíðina og høvundarnar William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú í sjáldsama virðismikla heimildarfilminum Tríggir varðar (FO 1977). Miðskeiðis í 1970’unum savnaði spanski Miguel Hidalgo leikarar í Havn og gjørdi ein ræðufilm og einfaldu smalfilmarnar Rannvá (FO 1974), Páll Fangi (FO 1975) og Heystblómurcustom nursing papers re homework help ks4 (FO 1977).

Sjónvarp Føroya, sum varð sett á stovn í 1984, hevur higartil gjørt fáar spælifilmsroyndir, stuttar sum langar. Nevndir kunnu verða Alfred (FO 1986) hjá Eir í Ólavstovu og Stjórin er á floti (FO 1987) hjá Øssuri Winthereig.

Nýtt samstarv varð roynt við William Heinesen í 1980’unum, tá danski leikstjórin Henning Carlsen søkti um stuðul frá danska filmstovninum at gera spælifilm úr stuttsøguni Don Juan fra Tranhuset, men uttan úrslit.

Katrin Ottarsdóttir, einasti føroyski filmsleikstjóri, ið javnan hevur gjørt vart við seg úti í heimi, sýndi í 1989 fyrsta føroyska spælifilmin, Atlantic Rhapsody (FO 1989) fyri eini altjóða áskoðarafjøld í Norðurlandahúsinum, har 8. almenna norðurlendska filmstevnan varð hildin við Filmsfelagnum sum verti. Hesin fyrsti føroyski biograffilmur varð tikin upp í 16 mm og blástur upp til 35 mm, so biografarnir kundu vísa hann. Filmurin er ein kaleidoskopisk søga úr Havn í 52 senum. Norðurlendska filmstevnan varð nevnd í Variety, og fremsti filmsummælari tá, Derek Malcolm í The Guardian, bar filmin hjá Katrini saman við teir hjá Woody Allen, tá hann lýsti Manhattan. Atlantic Rhapsody vann fyrstu virðisløn á Norðurlendsku Filmstevnuni í Lübeck í 1989. Seinni hevur Katrin gjørt Maðurin ið slapp at fara (1995),  ein road-movie í Føroyum Bye Bye Blue Bird (DK-FO 1999), tríggjar filmar, sum lýsa listamenninar Hans Paula Olsen í Eingin kann gera tað perfekta (FO2008), Tórodd Poulsen í Ein regla um dagin má vera nokk! (FO 2008) og Jóanes Nielsen í Sporini vaksa úr orðum (FO 2009). Saman við dóttrini, Hildigunn Eyðfinnsdóttir, hevur Katrin gjørt fimm hugtakandi svart-hvítar stuttfilmar í eini fimm rúms íbúð við savnandi heitinum Lejlighedsminder (DK 2012). Nýggjasti biograffilmur hjá Katrin er LUDO (FO 2014), sum byggir á yrking úr egna yrkingsavninum Eru koparrør í himmiríki, sum hon fekk bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri.

Eftir túsundáraskiftið bar Teitur Árnason boð um eitt nýtt ættarlið av filmslistafólki við skaldaborna filminum um lívið í Hattarvík, Burturhugur (FO 2002), sum varð frumsýndur á Listastevnu Føroya í Norðurlandahúsinum. 

Síðan tá hava enn yngri fólk eisini sýnt filmislistaligar gávur, so sum Sakaris Stórá, við Passasjeren (NO 2009), Summarnátt (FO 2012) og Vetrarmorgun (FO 2014), Anton Petersen við Skýming (FO 2012), Heiðrikur á Heygum við Sigarett (FO 2010), True Love (2013) og Skuld (2014), Dávur Djurhuus við Terminal (2013), Andrias Høgenni við Stev (FO 2009), Ávegis (FO 2011), Harmoni (FO 2012), Eina (FO 2013), Det mand ikke taler om (DK 2014), Kom og dansa (FO 2015) og Ikki illa meint (2019), Búi Dam og Dánjal á Neystabø við Hví eru vit her? (2020), Gudmund Helmsdal við Trøllabeiggi (2020),  Barbara Lervig við Handanland (2021) og Katrin Joensen-Næs við Ábyrgd (2020) og Sæla (2023). . Fleiri teirra hava verið umboðað á filmstevnum úti í heimi og vunnið virðislønir.

Undir navninum Magma hava Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir gjørt fleiri stuttar surrealistiskar dansifilmar í svørtum og hvítum, sum hava verið sýndir á altjóða filmstevnum og mótaframsýningum. Hin virkni Heiðrikur á Heygum hevur eisini gjørt fleiri tónleikavideo, eitt nú Orka: Aldan reyð (FO 2011)

Filmsfelagið hevur síðani 1962 víst listaliga áhugaverdan film í Havnar Bio og í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Síðan 2005 hevur Klippfisk verið savningarstaður hjá ungfólki, sum vil royna seg við filmi sum listagrein. Klippfisk er fíggjað av Tórshavnar kommunu og hevur hildið til í hølum hjá gamla Sjónvarpinum. Í 2012 fór Norðurlandahúsið undir ein filmsgrunn, sum læt 200.000 kr til filmsgerð trý ár á rað. Í 2014 fór Mentamálaráðið at lata almennan stuðul til filmsgerð. Í 2015 var upphæddin 700.000 kr, í 2016 1,5 mió, og í 2019 er almenna upphæddin til filmsgerð hækkað til 2,6 mió kr, sum tveir filmkonsulentar gera uppskot um, hvør skal fáa. Í 2022 varð stuðulin til at gera film komin upp á 3,5 mió.

Í 2012 vórðu filmsvirðislønirnar, Geytin, sum at byrja við var 25.000 kr og nú er 35.000 kr, og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, ið at byrja við var 15.000 kr og nú er 25.000 kr, latnar fyrstu ferð á almennum filmskvøldi, í Norðurlandahúsinum 11. desember. Síðani í 2015 hevur Tryggingarfelagið Føroyar latið vinningin, eftir hetta BankNordik og Runavíkar kommuna. Geytin, sum er hin einasta føroyska filmsvirðislønin, er nú 40.000 kr.

Nám gevur eina árliga stuttfilmsvirðisløn, sum er 30.000 krónur fyri film um heimsmálini hjá ST.

Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015, Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk, Trygvi Danielsen fyri 111 góðir dagar í 2018, Andrias Høgenni fyri Ikki illa meint í 2019, Búi Dam og Dánjal á Neystabø fyri Hví eru vit her? í 2020, Barbara Lervig fyri Handanland í 2021 og Eir í Ólavsstovu fyri Sálarkvøl í 2022. Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016, Maria Tórgarð fyri Maðurin við blæuni í 2018, Julia í Kálvalíð fyri Omman í 2019, Gudmund Helmsdal fyri Trøllabeiggi í 2020, Barbara Lervig fyri Handanland í 2021 og Eir í Ólavsstovu fyri Sálarkvøl í 2022.

Hin 6. september í 2017 frumsýndi Sakaris Stóra Dreymar við havið, sum er fyrsti filmur, hann hevur gjørt í spælifilmslongd. Høvuðsleikarar eru Helena Heðinsdóttir, sum er Ragna, og Juliett Nattestad, sum er Ester. Filmurin fær bestu ummæli í Dimmalætting og í Kringvarpinum. Uttanríkistænastan hjá Føroya løgtingi endurtekur á enskum tey góðu føroysku ummælini. 

Fyri ólavsøku í 2021 varð filmurin hjá Trygva Danielsen 111 góðir dagar frumsýndur í spælifilmslongd í Havnar Bio.

25. mai 2021 frumsýna Maria Tórgarð og Cecilie Debell heimildarfilmin Skál í Filmsfelagnum. Filmurin viðger átrúnaðarlig viðurskifti og fær góð ummæli, og fleiri samrøður eru við høvuðspersónin Daniu Tausen.

Hin 30. september 2021 verður nýggi James Bond filmurin License to kill frumsýndur í Havnar Bio. Hetta er hin 25. James Bond filmurin og hin fimti og seinasti við Daniel Craig. Tað, sum ger filmin serstakan, er at nøkur sekund síggjast har norðuri av Kalsoynni. Eitt frímerki verður givið út við hesum tema, og fyri ferðavinnuna fær filmurin stóran týdning

Í 2021 verður farið undir føroysku, donsku og íslendsku sjónvarpsrøðina Trom, sum eftir handriti hjá Torfinni Jákupsson byggir á krimisøgur hjá Jógvani Isaksen. Hetta er størsta filmsverkætlan higartil í Føroyum. Leikstjórar eru úr Danmark og Íslandi, og kendastu leikarar eru Ulrich Thomsen, Maria Rich og Olaf Johannesen. Sjónvarpsrøðin varð fyrstu ferð send í Kringvarp Føroya 17. Februar 2022. Sum nakað nýtt í føroyskari filmsgerð, varð sjónvarpsrøðin Trom eisini send í Norðurlondum á Viaplay og á BBC.

Birgir Kruse februar 2023