Skip to main content

Evni

Hillary stillar upp

Sunnudagin 12. apríl í 2015 varð kunngjørt í einum stuttum lýsingafilmi, Getting Starteddo we live better than our forefathers essay primary homework help castles defence (2:18), at Hillary Clinton stillar upp til amerikanska forsetavalið, sum verður 8. november í 2016.

Uppgávur:

Í hvørjum umhvørvi byrjar filmurin Getting Started? Undirtekstur verður í einum føri brúktur. Hvat er málið, sum tá verður tosað? Eygleið og skriva stikkorð úr filminum, sum benda á hvørjum samfelagsløgum vit eru í.

Hillary Clinton er avsendari av boðunum, sum síggjast í lýsingafilminum. Nær sæst Hillary sjálv fyrstu ferð? Nomið verður í tveimum førum við familjuyviðurskifti, sum ein politikari, ið vil tekkjast fjøldini, vanliga aftrar seg at nema við. Hvørji eru hesi familjuviðurskifti? Hevði ein føroyskur politikari nomið við somu viðurskifti á sama hátt sum Hillary? Eygleið og grundgev.

Hyggið at heimasíðuni hjá Hillary Clinton. Umframt at vera á móðurmálinum hjá Hillary, sum er enskt/amerikanskt, so kanst tú velja Español, spanskt. Grundið yvir, hví hetta tungumál er millum fyrstu valmøguleikar ovast á heimasíðuni. Skiftið orð um júst hetta tungumálið er ein maktfaktorur í valstríðnum hjá Hillary Clinton. Hyggið í Atlas til heim og skúla (Nám 2014) og finnið tøl á síðu 114, sum vísa mestu tilfytarar í USA.

Hvørjir samskiftispallar verða brúktir á heimasíðuni hjá Hillary Clinton?

Á heimsíðuni ber eisini til at tekna seg sum volunteer og at lata pengar, donate. Tak støðu til hesi bæði viðurskifti, at stuðla og at fíggja, tá eitt valevni stillar upp til demokratiskt val. Er siðvenja hjá okkum at lýsa eftir peningaíleggjarum til eitt valevni?

Hví man tað vera so umráðandi at bera tíðindi um, at Hillary Clinton stillar upp í USA um meiri enn eitt ár? Allir miðlar hava eina ritstjórn, har tíðindi verða viðgjørd. Hevði tú verið ritstjóri á einum føroyskum tíðindamiðli, hevði tú so goymt tíðindini til næsta ár, tá valið er aktuelt, ella kunngjørt tey nú beinanvegin? Grundgev fyri tínum ritstjórnarliga vali og tak støðu til hugtakið aktuelt og nær eitt mál er aktuelt.

Tosið saman um USA í okkara hugaheimi. Hvat man USA standa fyri, tá vit tosa um tey fyrstu hvítu, sum komu til Amerika? Hvaðan komu tey og hvat væntaðu tey sær av nýggja landinum? Lurtið eftir og greinið sangin American Tune hjá Paul Simon. Hvussu komu tey fyrstu hvítu til Amerika?

Var eingin í nýggja landinum, áðrenn tey hvítu búsettust har? Finnið fram til hugtakið amerikanski dreymurin og greinið tað. Berið saman okkara parlamentarisku søgu og ta amerikansku. Hvør skipan er eldri? Hvørji onnur enn hvít fólk, veitst tú um í USA?

Roynið at fáa eina hugmynd av, hvussu nógv USA fyllir í fjølmiðlafloyminum í gerandisdegnum, ikki bara í tíðindum, men eisini í undirhaldi, serliga í filmi og tónleiki, og í brúkaravørum, tá vit fara til handils ella á matstovu. Hvussu nógv fyllir USA í so máta? Sæst tað aftur í Føroyum? Leitið fram dømi og haldið tey upp móti líknandi tilfari, tíðindum, undirhaldi og vørum, úr øðrum londum enn USA.

Tosið um, hvussu amerikanarar munnu fata seg sjálvar, tá ræður um politikk og hernaðarmál úti í heimi. Eru dømi, har USA kann sigast at hava spælt heimsins løgregla? Hvørjum heldur USA við, til dømis tá Ísrael er í tíðindunum? Gerið filmaða reportasju, har tit práta við ein journalist um leiklutin hjá USA við ítøkiligum og aktuellum dømum úti í heimi. Spurningarnir skulu vera avtalaðir innan tit møta journalistinum. Lidna reportasjan skal ikki verða longri enn vanligt er í Degi og Viku.

Finnið fram til føroyingar, sum hava verið í hernaðartænastu, har USA hevur havt ein týðandi leiklut. Gerið stutta, men væl fyrireikaða, samrøðu á filmi við føroyingin.