Blettuti floyfiskur (floyfiskaættin)
Callionymus maculatus
Rafinesque, 1810
Stødd: Siljafiskar verða upp í 16 cm langir, rognafiskar upp í 13 cm langir.
Dýpi: Blettuti floyfiskur er úr 45 m niður á 650 metra dýpi.
Litur: Hann er ljóst brúnligur við silvurlittum og dimmlittum blettum. Aftara ryggfjøður á siljafiskunum hevur fýra røð av blettum aftur eftir fjøðurini, á rognafiskum eru tvey røð.
Teinar: R1 IV; R2 9 (8-10); G 9.
Lýsing: Blettuti floyfiskur er klænur og langvaksin fiskur, eitt sindur flatur, tí hann er breiðari, enn hann er høgur. Fjaðrarnar eru sum heild stórligar. Fremra ryggfjøður er stutt, høg og spísk, aftara javnt høg og nakað longri. Gronin er umleið líka long sum eygnatvørmátið, á siljafiskum eitt sindur longri og á rognafiskum eitt sindur styttri. Á kápubeinunum er ein píkur í skapi sum hjartarhorn.
Eyðkenni: Blettirnir í aftaru ryggfjøðurini. Píkurin á kjálkabeinunum. Kropsskapið.
Týdningur: Blettuti floyfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Plettet fløjfisk, en: Spotted dragonet, ís: Flekkjaglitnir, no: Flekket flöyfisk, tý: Gefleckter Leierfisch
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Áburrufiskar Perciformes
Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.
Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.
Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:
Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.
Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.
Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.
Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.