Knurrhani (knurrhanaættin)
Chelidonichthys gurnardus
(Linné, 1758)
Stødd: Knurrhani verður upp í 60 cm langur, tó vanliga ikki longri enn 30-45 cm.
Dýpi: Hann er vanliga úr 10 metra dýpi niður á 150 metra dýpi. Undir Føroyum er knurrhani tó eisini fingin á minst 400 metra dýpi.
Litur: Hann er grábrúnur við reydligum undirliti, onkuntíð við grønligum, gyltum farra. Eisini hava summir meira reydligan, reyðgulan lit. Rómalittur um síðurnar, og silvurlittur undir búkinum. Ljósir blettir sløðast her og har á bakinum og síðunum. Hann hevur ljósa striku. Blettir og strikur eru á fjaðrunum.
Teinar: R1 VI-IX; R2 18-19; G 17-19; Ry 37-39.
Lýsing: Knurrhani hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er tríhyrnt, stutt og høg. Tann aftara er long og lág. Hann hevur eina langa gotfjøður, stórar búkfjaðrar og stórar uggafjaðrar. Uggafjaðrarnar røkka ikki, ella kanska akkurát, til fremra enda á gotfjøðurini. Sterturin er nakað sýldur, og ovara stertablað er longri enn niðara. Niðastu tríggir teinarnir á uggafjaðrunum eru leysir av fjøðurini og síggja út sum bein. Nýveiddur gevur hann ofta eitt ‘knurrandi’ ljóð frá sær. Ógvuliga hvassur og harður er hann at strúka eftir og stívur at merkja. Hann hevur beinknútur og píkar á kápuni, langa og flata gron. Eftir strikuni er roðslan stór og hvøss.
Eyðkenni: Tey trý ‘beinini’ á uggafjaðrunum. Harða, beinuta skræðan. Uggafjaðralongdin.
Týdningur: Knurrhani er góður matfiskur og verður seldur á marknaðunum. Hevur ikki havt vinnuligan týdning í Føroyum, tí nøgdirnar eru smáar.
da: Grå knurhane, en: Grey gurnard, fr: Grondin gris, ís: Urrari, no: Knurr, tý: Grauer Knurhahn
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Sporðdrekafiskar Scorpaeniformes
Í sporðdrekahópinum eru 26 ættir, ið hava 279 slektir og 1477 sløg.
Av hesum eru undir Føroyum 7 ættir við 17 slektum og 23 sløgum:
Fiskarnir í hesum hópinum eru í stødd smáir til miðal, sterturin er oftast nakað rundaður aftureftir, onkuntíð innbogin, men sjáldan sýldur. Uggafjaðrarnar eru oftast avrundaðar aftan.
Fiskarnir eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvd og bul, yvirhøvur hvassir, harðir og knortlutir fiskar.
Sporðdrekafiskar eru um øll høv, onkur sløg eru í blandingsvatni og onkur eisini í feskvatni.