• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Flaggdagurin

Flaggdagur verður hildin 25. apríl at minnast at bretska stjórnin seint á kvøldi tann 25. apríl í 1940 í BBC útvarpi gav boð um, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyska flagginum "Merkinum".

Les meira

 
Bólka eftir:
Norðurlendsk síða um Merkið
Norðurlendsk síða við smáum yrkisbókmentum. 1. flokkur í Norðskála - Oyrar skúla hava gjørt hesa frágreiðingina um Merkið.
Talvufíla um flaggdagin...
Nakað úr Grindalokkinum (1.fl.),Flaggsangurin við teksti og tónleiki (1.-10. fl.), og einføld uppgáva í støddfrøði (1.-5.fl.) og ein viðfest uppgáva í støddfrøði til framhaldsdeildina.
Sjá, tú blánar - Dokumentarfilmur
Dokumentarfilmur frá Kringvarpi Føroya um Merkið. Rætturin til egið flagg hjá Føroyum er ikki komin av sær sjálvum. Tað vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn, við Jens Olivur Lisberg á odda, ið tóku stig til flaggið. Føroyingar fingu beinanvegin ...
Kunnu vit rokna við Merkinum - tí...
Frá Náttúruvísindadeildini á Fróðaskaparsetrinum hevur SNAR fingið rokniuppgávur ætlaðar framhaldsdeild fólkaskúlans. Tilfarið er gott íkast til tvørgreinalig úndirvísing um Merkið og flaggdagshald. Í tilfarinum verður víst á møguleikar at brúka Mer...
Lita fløgg hjá Norðurlondum
Í hesi uppgávu skal næmingurin kenna og lita fløggini í Norðurlondum. Lærugrein: Náttúra og tøkni Kjarnaøki: Heimurin uttan um okkum Førleikamál: At greiða frá fløggum.
Fyrsta "Merkið", ið hongur í...
Mynd av fyrsta "Merkinum", sum fámjiningurin Jens Olivur Lisberg og aðrir bóru fram í Keypmannahavn í 1919.   Aldurstrin: Allir flokkur Lærugrein: Søga og samtíð Kjarnaøki: Søga í fortíðpg samtíð
Sjá, tú blánar - Flaggsangurin
Teksturin til flaggsangin, "Sjá, tú blánar", sum Word-fíla. Eisini er ein mynd av fyrsta "Merkinum", ið hongu í kirkjuni í Fámjin. Lærugrein: Føroyskt Kjarnaøki: Skrivaða málið
Løgtingslóg um flaggið
Løgtingslóg nr. 42 frá 17. Juli 1959 um flaggið, sum broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 29. desember 1998. Her stendur m.a um røttu litirnar á "Merkinum", og um hvussu tað skal brúkast. Aldurstrin: Framhaldsfeild og miðnám Lærugrein: Søga og samtí...
Merkið og flaggsøgan á Wikepedia
Eitt sindur um "Merkið" og flaggsøguna á opnu alfrøðini Wikepedia. Aldurstrin: Øll Lærugrein: Søga og samtíð Kjarnaøki: Tulkan og miðlan
 

Sjá, tú blánar

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
síggi brim randa strendur og berg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir avstað.

Orð: Hans Andrias Djurhuus, 1920
Lag: Gunnar Mikkelsen

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017