• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Flaggrøður á Snar

Hava tit eina flaggrøðu, gamla ella nýggja, at leggja út á Snar, eru tit vælkomin at senda hana til snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo

Gunnvør Balle - Tórshavn 2011

Góðu føroyingar.

Í dag savnast vit um Merkið og minnast, at tað eru 71 ár síðan, at tað fekk sína viðurkenning sum okkara tjóðarflagg.

Flaggdagurin, 25. apríl, er einasti alment viðurkendi føroyski hátíðardagur. Sprottin úr okkara egnu stremban fyri viðurkenning sum tjóð. Ólavsøkan eins og allir hinir hátíðardagarnir hava sín uppruna úr aðrari søgu og øðrum hendingum enn okkara egnu. Hetta sigur ikki so lítið um tann serliga týdning, flaggdagurin eigur at hava fyri okkum.

Ymsar tíðir hava við sær ymisk stríð og ymsar avbjóðingar. Tá flaggið vann viðurkenning, var hetta ein varði í tjóðskaparvekingini og tilgongdini at definera okkum sum fólk. Málstríðið hevði leikað í nógv ár, politiskt vóru vit vaknað úr dvala, og nú stóð flaggið fyri framman sum týðandi tekin um, at vit eru føroyingar.

Nú halda vit hesi tjóðarmerki vera sjálvsøgd og steðga bara á ein dag sum sum hendan at minnast stríðið og søguna aftanfyri. Tíðin í dag bjóðar okkum av við øðrum átrokandi málum, sjálvt um vit á mangan hátt hava somu avbjóðing sum okkara undangongufólk fyri 50 og 100 árum síðan.

Tann avbjóðingin er, at júst vit av tilvild búgva í hesum evarska lítla sandkorni, sum William lýsir Føroyar. Mitt í tí velduga heimi. Bara tað at halda seg á lívi sum so lítið fólk er ein áhaldandi avbjóðing og krevur nógv av okkum. Áleikandi málið um danskt á miðnámsstigi er talandi dømi um vantandi dirvi og álit á føroyskt sum mentanarberandi mál. Tað er ein áminning um, at málstríðið er ikki av, tað skiftir bara ham og minnir okkum á, at tað alsamt er neyðugt at berjast fyri at geva føroyskum fremsta pláss í Føroyum og at geva ungdómi okkara besta førleika at tosa við umheimin.

Og tak fólkatalið, sum er stagnerað ella í veruleikanum minkar. Ein ovurstór avbjóðing. Tað hava vit vitað leingi, og tí er alneyðugt, at vit gera nakað nú, tí avleiðingarnar av, at okkum vantar alt hetta unga fólkið og ikki minst kvinnurnar, eru eyðsýndar og álvarsligar. Tí eigur ábyrgdin at vakna í okkum. Hon eigur at fáa okkum at ressast og siga, at her gera vit øll mun!

Ein og hvør tjóð má tilvitað menna seg fyri at flyta seg inn í framtíðina, og tí er neyðugt at steðga á og meta um, hvørt vit eru á rættari leið. Hvussu er við okkara mannarættindum, fólkaræði, javnstøðu, kappingarføri og øllum tí, sum skapar eitt virkið og virðiligt samfelag? Vit tosa áhaldandi um tilfeingið í sjónum, men sjáldan geva vit okkara fólkatilfeingi ans. Tilfeinginum hjá okkum vaksnu og hjá okkara dugnaliga unga ættarliði, sum vil menna sínar førleikar innan list, ítrótt, vísindi og tøkni. Hetta eru alt dygdir, sum heimurin og framtíðin krevja, og har vit so fegin eisini vilja hava okkara sess.

Tí eiga vit at spyrja okkum, um vit geva hesum røttu virðingina. Um vit leggja røttu lunnarnar undir, at unga fólkið kann støðast í Føroyum, eisini eftir lokið miðnámsprógv. Um vit gera nóg nógv, so at fleiri flyta heim aftur eftir lokna útbúgving.

Eg haldi ikki, at vit duga hetta nóg væl. Lestrarplássini á lærdum háskúla í Føroyum eru ov fá, og tí fer alt ov nógv ungt fólk av landinum. Aldursbólkurin millum 20 og 35 ár er undirumboðaður í Føroyum, og samfelagið ber týðilig merki av at mangla tann dynamikk, sum hesin aldursbólkur skapar. Tey flyta burtur í ungum aldri, finna sær útlendskan maka og festa røtur burturi frá heimarók.

Vilja vit Føroyum væl, so tørvar okkum eitt stórt, sterkt og fjølbroytt lið av kvinnum og monnum, ungdómi og børnum. Tí mugu vit siga ja til meiri útbúgving, til gransking, til javnstøðu, til burðardygga fiskivinnu, til varandi orkukeldur, til ymiskleika og til fólk úr øðrum londum, sum vilja virka her.

Í dag, á flaggdegi okkara, er eisini løtan at spyrja: Hvørji kenna seg í veruleikanum at hoyra til tann felagsskap, sum fylkist undir Merkinum? Munnu tað vera øll fólk í Føroyum? Heimafólk sum gestir, ið búgva og arbeiða her, og allir teir mongu føroyingar, sum búgva uttanlands? Eg ivist. Men eg veit, at okkum tørvar tey øll í okkara felagsskapi, og tí er tað okkara skylda at virða tey og knýta tey at okkum, so at vit eru fleiri um at lyfta byrðarnar og geva okkara íkast til framburð fyri landið.

Fyri tað um nógvir væl lærdir føroyingar hava búsett seg uttanlands eina tíð ella med alla, mugu vit ikki gloyma, at teirra tørvur á Merkinum sum felags identiteti er líka sterkur – um ikki sterkari – enn hjá okkum fastbúgvandi. Teir vilja eisini gera sítt fyri føðilandið, og tí mugu vit definera okkum breiðari sum fólk enn tey 50.000, ið búgva á 62 stigum norður. Vit mugu fata Føroyar sum eina politiska og mentanarliga eind! Sum eitt heimsumfatandi netverk av føroyingum, ið eru spjaddir um allan heim, men sum halda fast við sín samleika og sum á sín hátt virka Føroyum at gagni. Tað snýr seg um at víðka sjónarringin og at telja øll við – tí vit gera øll mun!

Og fyrst og fremst krevst av okkum øllum, at vit skilja týdningin av at semjast um tey mál, sum avgera okkara framtíð. At vit semjast um at raðfesta útbúgvingar, tí eitt sterkt universitet dregur lært fólk til sín. At vit semjast um, at tað at fáa fólk at flyta til og trívast í Føroyum er ein avbjóðing, sum vit eru felags um. At vit tí gevast at togast um Havnina og bygdirnar, lata fáfongdina fara og gerast vinnarar í felagsskapi í staðin fyri at tapa hvør sær.

Í dag, á flaggdegi okkara, undir Merkinum, skulu vit loyva okkum at vera eitt fólk. Ein tjóð. Vit hava ómetaliga nógv virðismikið at byggja á og at vera errin av. Okkara søgu og mentan, náttúru, fólki og tilfeingi. Vit skylda heilt einfalt okkara forfedrum og komandi ættarliðum, at vit savnast um hesi virðir og seta okkum virðilig og ítøkilig mál fyri at skapa framburð og flyta landið framá.

Takk fyri.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017