• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Flaggrøður á Snar

Hava tit eina flaggrøðu, gamla ella nýggja, at leggja út á Snar, eru tit vælkomin at senda hana til snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo

Hans Andrias Sølvará - Tórshavn 2009

Latið ei søguna doyggja

Góðu áhoyrarar, gott fundarfólk.

Stríð og virði

Tann kendi og umstríddi týski heimspekingurin Friedrich Nietzsche (1844-1900), sum livdi í seinnu helvt av 19. øld, hevur sagt, at virðið á einum fyribrigdi er samlíkt við tað stríð, sum verður lagt í at fáa tað til vega. Virðið á einum framburði verður mett eftir teimum ofrum, sum vit noyðast ígjøgnum fyri at fáa hann til vega. Ein millión, sum er vunnin við hørðum arbeiði, hevur meira virði enn ein millión, sum er vunnin í eydnuspæli. Tann, sum hevur vunnið sína millión við hørðum arbeiði, verður eisini meira virdur og fær størri viðurkenning frá øðrum, enn tann, sum hevur vunnið sína millión við gekkaspæli. Tað er ikki sjálvt tað, at standa uppi á Mont Blanc, sum gevur einum fólki viðurkenning, men tann vegur, tað er komið niðan á fjallið eftir. Hetta merkir samstundis, at tey virði, sum fólk koma lætt til, verða skjótari og lættari søplað burtur enn virði, sum tey hava lagt stóra orku og stríð í at fáa til vega. Tey hava heilt einfalt ikki tað sama virði.

Ymiskar flaggsøgur

Í fyrstu atløgu kann tykjast, at tjóðarflagg okkara, Merkið, ikki er nakað, sum føroyingar hava lagt stóra orku í at stríðast fyri. Tað vóru at síggja til ikki føroyingar, sum stríddu seg fram til, at Merkið vann viðurkenning tann 25. apríl 1940, men bretar, sum av verkligum grundum noyddu føroyingar at nýta Merkið. Høvdu bretar ikki viðurkent føroyingum annað flagg á sjónum, so høvdu føroysk skip, sum sigldu undir donskum flaggi, verið søkt av bretskum herskipum, tá tey komu inn í bretskt farvatn. Danmark varð sum týskt hersett ríki rokna fyri fíggindi hjá Onglandi, men Føroyar sum bretskt hersett øki hoyrdu til rætta partin í krígnum.

Soleiðis verður søgan í øllum førum fortald av m.a. útlendskum søgufrøðingum. Enskir søgufrøðingar, t.d. John F. West, geva ofta bretum heiðurin fyri, at føroyingar fingu Merkið viðurkent. Lesa vit John F. West, so sær tað út til, at tað var manglandi vitan, sum gjørdi, at bretar viðurkendu føroyska flaggið. Teir ætlaðu als ikki at hjálpa føroysku sjálvstýrisrørsluni, men komu at gera tað, tí teir ikki vistu, at Merkið hevði so stóran týdning fyri føroysku sjálvstýrisrørsluna. Teir løgdu ikki merki til mistakið, fyrr enn føroysk skip, sum vóru í ella vóru á veg til Aberdeen, tá Danmark tann 9. apríl 1940 varð hersett av Týsklandi, komu aftur til Føroya við Merkinum vundið á stong. Eysturoyggin var á veg úr Klaksvík til Aberdeen 9. apríl, tá bretar steðgaðu sluppini, og áløgdu manningini at vinda annað flagg enn Dannebrog á stong. Eysturoyggin hevði eitt føroyskt flagg umborð, sum varð vundið á stong, og soleiðis kom skipið til Aberdeen, har onnur føroysk skip lógu. Manningarnar á hesum skipunum gjørdu sum tær á Eysturoynni, vundu Merkið á stong, og tað fyrsta av hesum skipunum kom til stóra gleði fyri nógvar føroyingar til Føroyar við Merkinum vundið á stong tann 21. apríl 1940. Nústani gekk tað upp fyri bretum, hvat teir høvdu gjørt. Tá var skriðan farin á rull, tað vendist ikki aftur, og Merkið varð síðan viðurkent av bretum 4 dagar seinni. Danskir søgufrøðingar, t.d. Niels Arne Sørensen, nýta hesa søguna til at grundgeva fyri eini máttleysari føroyskari sjálvstýrisrørslu, sum í veruleikanum ikki hevði tann stóra týdningin fyri, at føroyska flaggið vann viðurkenning. Nils Arne Sørensen peikar á, at tá bretar sjálvir valdu at viðurkenna Merkið 25. apríl 1940, so var tað fyri at stuðla danska stýrinum í Føroyum mótvegis sjálvstýrisrørsluni. Hevði amtmaðurin verið noyddur til at tikið avgerðina, so hevði hann staðið veikari mótvegis sjálvstýrisrørsluni, sum hevði tulkað hetta sum ein sigur á amtmanninum. Merkið varð v.ø.o. ikki viðurkent av bretum orsakað av føroyskum trýsti, men fyri at styrkja danska valdið í Føroyum móti sjálvstýrisrørsluni. Sambært Nils Arne Sørensen fylgdu bretar donskum ráðum í tí, sum teir gjørdu undir krígnum.

Ein føroysk útgáva av flaggsøguni sær eitt sindur øðrvísi út. Tey, sum hava lisið flaggsøguna hjá Niels Juul Arge sála, vita, at sambært honum hava føroyingar stríðst fyri einum føroyskum flaggi líka síðan 1919, tá Merkið varð evnað til av føroyskum studentum í Keypmannahavn. Tað vóru eisini tey, sum ynsktu annað flagg enn Merkið. Sverri Patursson teknaði krossmerkið við øðrum litum, og Siggert Patursson ímyndaði sær eitt føroyskt flagg, sum ikki hevði krossmerki. Patursson brøðurnir mettu ikki, at flaggið hjá Jens Oliver Lisberg varð ætlað sum annað enn tjóðskaparligt prýði hjá einum føroyskum heimastýri. Aðrir føroyingar vildu ikki hava serstakt føroyskt flagg, men vildu varðveita Dannebrog. Sverri og Siggert Patursson ynskti eitt føroyskt flagg, sum skuldi ímynda eitt veruligt føroyskt fullveldi. Hóast hesi uppskot til føroyskt flagg ongantíð megnaðu at hótta Merkið, so vísa tey, at ávís ósemja og stríð hevur verið millum føroyingar um flagg føroyinga. Tær sigrandi ímyndirnar siga í sjálvum sær ikki so nógv um samleika føroyinga, men søguliga høpi, sum tær verða settar í samband við, siga nógv meira um søgu og samleika føroyinga. Tað virði, sum eitt tjóðarflagg ber við sær ella ímyndar, er knýtt at teimum søguligu og samfelagsligum kreftum, sum hava vunnið tí viðurkenning millum tjóðir.

Hóast tað ikki var eitt fullveldisflagg, sum bretar viðurkendu til nýtslu á sjónum tann 25. apríl 1940, so sæst tað eisini av flaggsøguni hjá Niels Juul Arge, at føroyingar veruliga stríddust fyri at vinna Merkinum viðurkenning. T.d. nýttu nógvir skiparar í 1930-árunum Merkið á skipum í Grønlandi – summir við tí avleiðing, at teir ikki fingu endurnýggjað síni fiskiloyvi í Grønlandi. Tað vóru eisini mótmælisgongur í Føroyum í apríl 1940, sum noyddu amtmannin til at boyggja seg fyri trýstinum og góðtaka, at Merkið varð viðurkent á sjónum. Undir krígnum settu manningarnar á føroyskum skipum lív í vága fyri at flyta 20% av øllum feskum fiski, sum bretar ótu undir krígnum, til Onglands undir føroyska flagginum.  4 út av 10 trolarum umframt 21 onnur  før - 15 sluppir og 6 skonnartir - vórðu søkt. Samlaða talið av sjófólki, sum misti lívið orsakað av týskum álopum var 132 – t.e. umleið ½ % av fólkatalinum. Eitt tal, sum kann samanberast við tað, sum tey sameindu vesturevropeisku londini mistu undir krígnum. Tað er lítið at ivast í, at hóast danir vildu vera við, at bretar einans høvdu viðurkent Merkið til fyribils nýtslu á sjónum í 1940, so vóru tey stóru ofrini undir krígnum ein avgerandi orsøk til, at danir í 1948 noyddust at viðurkenna Merkið sum tjóðflagg føroyinga – á sjógvi og á landi. Tá føroyska flaggið í dag hevur vunnið viðurkenning frá øllum føroyingum, so skal tað síggjast í ljósinum av tí drúgva stríði og teimum ofrum, sum m.a. føroysk sjófólk beinleiðis ella óbeinleiðis hava lagt rygg til fyri at vinna tí viðurkenning. Tað vóru bretar, sum formliga viðurkendu føroyska flaggið til nýtslu á sjónum, men stríð og stór offur liggja aftanfyri ta undirtøku, sum Merkið síðan hevur fingið millum føroyingar.

Søga og samleiki

Tað er kortini ikki sjálvsagt, at tað altíð fer at vera soleiðis. Søguligu ímyndirnar verða støðugt endurtulkaðar í ljósinum av samtíðini. Søgan verður støðugt endurtulkað í samtíðarinnar ljósi, ímyndirnar broyta týdning, missa virði ella fáa nýtt virði.

Tað síggja vit m.a. av, at bretar, danir og føroyingar ikki tulka flaggsøgu føroyinga á sama hátt. Soleiðis er við søgu sum heild. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu støða Føroya í danska ríkinum hevði sæð út, um tað einans vóru danskir granskarar, sum komu at granska í hesum viðurskiftum. Spyr bara ein týskara, um tað er líka mikið fyri hansara samleika, hvussu leikluturin hjá nazismuni verður settur í samband við týska søgu. Tað verður ofta sagt, at tað eru vinnarirnir, sum skriva søguna. Tí vita vit alt um brotsverk móti mannaættini, sum týskarar framdu móti jødum undir krígnum, men minni um tær 20 milliónir týskararnar, harav 3 milliónir doyðu, sum m.a. russar og polakkar róku úr Eysturevropa í árunum stutt eftir annað heimskríggj. Kanska kunnu vit eisini venda hesum við og siga, at tað eru tey, sum vilja og sleppa at skriva søguna, sum hava best møguleika fyri at vinna sær viðurkenning frá samtíð og eftirtíð. Søgan er ikki ein passivur partur av samleikanum hjá einum fólki; hon er ein aktivur partur, sum skapar nýggjan samleika og viðurkenning. Tað eru ikki fortíðarinnar hendingar í sjálvum sær, men tann varðveitta og tulkaða søgan, sum skapar samleikan hjá einum fólki. Tí er tað so avgerandi, at vit sum fólk áhaldandi minnast til at fyrihalda okkum til tann søguliga arvin. Søgan um Merkið lærir okkum, at røkja vit ikki okkara egnu søgu, so er vandi fyri, at onnur fara at gera tað.

Føroyingar hava stríðst fyri at vinna merkinum viðurkenning, og vit eiga ein ríkan søguligan arv, m.a. eitt av heimsins elstu tingum og eina heilt serstaka kvæðamentan, sum Merkið eigur at vera savningarmerkið um. Fólkaræðið hevur fornar røtur í Føroyum og Havnin hátíðarheldur í ár 100 ár sum virkandi fólkaræði. Tað er gott, at útlendskir granskarar ríka føroyska søgugransking, men tað ber bara ikki til at ganga út frá, at útlendskir granskarar fara at leita eftir føroyskum sjónarhornum. Tað er fyrst og fremst okkara uppgáva at fyrihalda okkum til tann føroyska siðaarvin, soleiðis at hann kann ríka samleika okkara. Tað er ikki einans fortíðarinnar stríð fyri at vinna Merkinum viðurkenning, sum gevur  tí virði, men eisini samtíðarinnar stríð fyri at røkja tann siðaarv, sum Merkið umboðar. Merkið fekk ikki sítt endaliga virði  í apríl 1940.

Vit mugu ikki gloyma, at stríðið fyri Merkinum er eitt áhaldandi stríð fyri at fáa tað at vera eina ímynd uppá ein sterkan og fjølbroyttan føroyskan samleika. Sum fólk hava vit skyldu til at fyrihalda okkum til allan tann fjølbroytta siðaarvin, sum er okkum givin. Tað eru ikki øll fólk, sum hava gjørt tað. Stutt eftir at egyptiski forsetin Anwar Sadat (1918-1981) varð myrdur í 1981, rópti tann muslimski leiðarin fyri drápsmennirnar sigursælur: “Eg havi dripið Farao!”. Anwar Sadat var við øðrum orðum ikki ein rættur egypti, enntá ikki ein muslimur, men ein Farao frá eini heidnari tíð, sum skuldi týnast. Orsøkin skal lutvíst finnast í tí, at fleiri muslimsk lond høvdu gloymt at røkja tann partin av sínum síðaarvi, sum hevði røtur í tíðini áðrenn muslimsku útbreiðsluna í 600-talinum. Tvørturímóti høvdu fleiri av teimum beinleiðis sýtt fyri, at nakað annað enn rein islamisk mentan hevði nakað virði. Tann óhepna avleiðingin var, at samtíðarinnar samleiki gjørdist trongur, einstáttaður og ótolsamur. Hendan søgan átti at lært okkum, at tað er skyldan hjá øllum fólkum at fyrihalda seg til allan tann fjølbroytta siðaarvin. Vit eiga m.a. gjøgnum atfinningarsama gransking og eitt væl útbúgvi fólk at menna okkara samleika so nógv, at vit eisini megna at taka ímóti øllum avbjóðingum, sum tann altjóðagjørdi heimurin leggur á okkum. Tað, sum ikki drepur okkum, tað ger okkum sterkari. Merkið, hevur í sjálvum sær einki virði, men tað er í breiðastu merking stríðið fyri at fáa tað at umboða eitt sterkt samfelag, sum skapar virði á tí. Gloyma vit at røkja okkara siðaarv í øllum hansara søguliga og samfelagsliga fjølbroytni, so røkja vit heldur ikki okkara samleika sum fólk.

Latið ei søguna doyggja

Nú skal eg vera tann seinasti til at halda uppá, at føroyska samfelagið stendur á ovastu rók millum heimsins mest framkomnu tjóðir, men hvat hjálpir tað at stríða seg uppá Mont Blanc, um eingin ella uppaftur verri einans kappingarneytar koma at siga frá hendingini? Tá kann søgan koma at síggja eitt sindur øðrvísi og minni virðilig út. Tað einasta, sum er minni virðiligt er, at verða settur uppá tindin av øðrum, uttan at vilja tað – sum onkur útgáva av søguni um viðurkenningini av Merkinum leggur upp til. Hóast føroyingar ikki standa á ovasta rók og heldur ikki eru samdir um, hvussu vit náa tindin, so kann væntast, at leiðin, sum onnur stinga út í kortið, ikki verður so virðilig, sum tann, ið vit vildu fest á blað.

Sum fólk mugu vit ikki lata søguna doyggja. Fyri alt í verðini mugu vit ikki lata alla føroyska samleikagransking upp til fólk, sum hava onnur áhugamál enn føroyingar. Tá er vandi fyri, at Merkið verður ein virðisleys ímynd uppá nakað, sum bretar eiga heiðurin fyri at hava viðurkent føroyingum ella nakað, sum føroyingar ikki sjálvir hava stríðst fyri. Ta fyrru tulkingina av flaggsøguni finna vit í enskum søgubókum, tað seinnu finna vit m.a. í donskum søgubókum. Tað føroyska sjónarmiðið uppá søgu okkara fara útlendskir søgufrøðingar ongantíð at geva okkum. Tað noyðast vit at lata okkara egnu søgufrøðingar um at geva okkum.

Takk fyri

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017