• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um temasíðuna

Eitt evni, ið hevur fingið nógva umtalu í miðlunum hesa seinastu tíðina, er flóttafólk, sum koma til Evropa.

Sambært marknaeftirlitinum í ES,  komu 107.500 fólk til Evropa í juli í 2015. Flestu flóttar, sum koma til Evropa, eru úr Sýria, Afganistan og Eritrea.

Temasíðan um flóttafólk kann verða brúkt í lærugreinunum søgu og samtíð, ella í kristnikunnleika og átrúnað.

Temasíðan er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.

 Tilflytarar

 

Fólk, ið flyta til annað land, við tí endamáli at verða verandi.

 

Fleiri orsøkir eru til, at fólk vilja flyta til annað land at búgva. Hesar eru tær vanligastu:

 

  • Flóttafólk

    • Fólk flýggja frá egnum landi, tí har er ikki verandi, t.d. vegna kríggj. Tey kunnu søkja um friðskjól (asyl) í londum, sum hava tikið undir við ST sáttmálanum um flóttafólk.

  • Hjúnalag

    • Fólk, sum flyta í annað land, tí tey eru gift við persóni, sum býr har.

  • Arbeiði

    • Fólk, sum flyta í annað land at arbeiða.

 

Undirvísingarupplegg

Dadaab

Undirvísngarupplegg grundað á heimasíðuna hjá heimsins størstu flóttafólkalegu. 

Føroyar og flóttafólk

Undirvísingarupplegg við filmi og teksti um føroysk viðurskifti viðvíkjandi útlendingamálum. 

Filmur frá UVM: Salsa í Sahara

Undirvísingarupplegg um Mohammed og Saiku úr Vestursahara. Teir eru flóttafólk í oyðimørkini í Algeria og droyma um at eitt betri lív.

Flóttafólkalegan varð sett á stovn í 1975, men hóast 40 ár eru liðin, búgva framvegis mong fólk í leguni.  

Flýggjan 

Undirvísingarupplegg í trimum undirvísingargongdum til miðdeildina.  

Bawke (Hisham Zaman, Noreg 2005 15 min)

Bawke er kurdiskt og merkir pápi. Tað er heitið, sum Hisham Zaman hevur givið einum norskum stuttfilmi, sum hann gjørdi sum upplegg til kjak um flóttafólk í 2005. Hisham var sjálvur ungur, tá hann flýddi úr Irak til Noregs at búgva. Í filminum Bawke lýsir Hisham pápan og sonin, sum flýggja úr heimlandinum, har ikki er verandi fyri kríggi.

Lukka fatti barnið...

Undirvísingarupplegg um krígs- og vanlukkumyndir, har børn verða brúkt í miðlunum.

  Skitið vatn

Skitið vatn er ein stórur trupulleiki í flóttafólkalegum. Hvønn dag doyggja 1800 børn, sum eru yngri enn fimm ár, tí vatnið er skitið, so vanligt reinførið ikki kann haldast. Tað eru tilsamans 783.000 børn um árið. Børnini doyggja av sjúkum, sum kolera og diaré, ið eru sjúkur, sum elva til lívshættisligt vætutrot. Sjúkurnar eru lættar at viðgera, men tá krevst reint vatn.

Ikki skulu nógvir pengar til at bøta um hetta. Við einari klortablett ber til at reinsa ein litur av vatni. Klor drepur bakteriur og soppar í vatninum, so tað kann drekkast. 50 tablettir kosta um leið 5 kr.

 

Kelda: unicef.dk og rødekors.dk

Enskur filmur um støðuna í Sýria og flóttafólkakreppuna

Í hesum animeraða stuttfilminum verður greitt frá, hví fólk í hópatali flýggja úr Sýria og hvussu grannalondini royna at hjálpa flóttafólkinum. 

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017