• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Kjarnaøki

Í lærugreinini Alis- og evnafrøði eru kjarnaøkini lutað sundur í tvinnar høvuðsbólkar: alisfrøðilig kjarnaøki og evnafrøðilig kjarnaøki.

Alisfrøðilig kjarnaøki

- El-læra: 1) spenningur, streymstyrki, mótstøða, 2) raðbinding, tvørbinding, stuttbinding, 3) Ohm'sa lóg, 4) effekt, 5) elektromagnetisma, 6) elektroniskar stýringar, 7) induktión, 8) transformatión, 9) streymflutningur.

- Magnetir: natúrligar og gjørdar. Økið er vælegnað til smáar verkstaðir, har arbeitt verður við motorum, hátalarum, ringiklokkum og smáum elektr­oniskum stýriskipanum.
Luft og vatn: 1) fasubroytingar hjá vatni, 2) trýst

- Rørsla og kraft: 2) ferð, acceleratión, 2) lógir Newtons

- Orka: 1) varmi og orka, 2) varmaleiðing og bjálving, 3) ymsar orkukeldur

- Sveiggj: 1) mekaniskar aldur, 2) ljós

- Ljós og ljóð: 1) sjónsansurin, 2) oyrnasansurin

- Atom-alisfrøði:

Evnafrøðilig kjarnaøki

- Evnabygnaður:1) grundevnaskipanin, 2) atombygnaður, 3) mýlfyrimyndir, 4) sýrur, basur, sølt, 5) jon, 6) kolvetni, 7) evnafrøðilig navngeving

- Reaktiónssløg: 1) sýru- og basureaktiónir, 2) brenning

- Kunnleiki til evni: 1) streymleiðandi/hitaleiðandi evni, 2) sterkar sýrur og sterkar basur, 3) evnafrøðiligar ringrásir í náttúruni, 4) evnafrøðiligur ídnaður, t.d. tøð, 5) katalýsatorar og emulgatorar.

 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Samvirkin grundevnaskipan
Øll grundevni, bæði natúrlig og gjørd, eru skipaði í eina talvu vit nevna Grundevnaskipan (Periodisk System). Á hesi heimasíðu sært tú hesa talvu, men við væl fleiri upplýsingum enn vanligt er at síggja í bókum. Frá grundevnunum eru leinkjur til meir...
Okkara sólarskipan
Á heimasíðuni rummet. dk er nógv at læra um rúmdina. Á hesi slóðini kanst tú læra um okkara sólarskipan. Serligar síður til undirvísing eru gjørdar til fólkaskúlan og miðnám.
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017