• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fakligir førleikar - 10. flokkur

Eftir loknan 10. flokk dugir næmingurin harumframt:

  • at senda eitt neyðarkall og snarkall og kenna munin á hesum báðum
  • at brúka sjókortið, lesa tað, sum har stendur, seta út í kortið, bæði eftir ýtum á landi og eftir kumpassberingum, umframt at máta upp strekki í fjórðingum
  • at sløkkja eld
  • at greiða frá teimum trygdarkrøvum, sum myndugleikarnir seta bátum
  • at kenna høvuðsbankarnar í føroyskum sjógvi
  • at greiða frá um grind, frá tí at hon verður funnin, til hon er hagreidd
  • at greiða frá um høvuðsfiskasløgini, hvussu tey ferðast, hvar og nær tey gýta, og hvat ovfisking er.
  • at hava skil á, hvat stýring, fiskidagar, stovnsrøkt, fiskiveiðusáttmálar og fiskikvotur eru
  • at greiða frá høvuðstættum í sambandi við burðardygga veiðu
  • at greiða frá, hvat verður gjørt við fiskin, tá ið hann er komin upp á land
  • at greiða frá um góðsking, fiskaprísir, bæði avreiðingar- og útflutningsprísir
  • at bøta eitt slætt stykki av troli og kenna stykkini í trolinum
  • at vísa kunnleika um, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru innan fiskivinnu
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Fiskur og høgguslokkur verða...
Á Savnsfagnaðinum 2010 skar Dorete Bloch fisk og høgguslokk upp á Sjósavninum. Lærugrein: Náttúra og tøkni Aldurstrin: 4.-6. flokkur Kjarnaøki: Heimstaðurin Førleikamál: At greiða frá ymiskum fiskasløgum
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017