• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fakligir førleikar - 9. flokkur

Eftir loknan 9. flokk dugir næmingurin:

  • at greiða frá, hvat góður sjómansskapur er
  • at greiða frá um streym og kunna rokna streym út
  • at greiða frá, hvørja ávirkan sól og máni, veður og vindur hava á rákið
  • at brúka upplýsingarnar í Álmanakkanum, so hann veit, nær kyrrindi eru, og hvussu tað rekur ávísa tíð á degnum, ein ávísan dag
  • at eyðmerkja eitt stað á jørðini við longd og breidd
  • at nýta kumpass
  • ættir og hálvættir á staðnum og veit, hvat misvísningur og kumpasshall er
  • at greiða frá, hvussu vitar verða brúktir, tá ið siglt verður
  • vanligu sjóreglurnar og ljósføringar, umframt at kenna stýriborð og bakborð
  • tær reglur, sum eru galdandi fyri kravda bjargingarútgerð í báti
  • at greiða frá, hvussu fram verður farið, tá bjargingarbátur verður settur út
  • at greiða frá bjargingarskipanini umborð og teirri í landi
  • at vísa í verki, hvussu teir vanligastu knútarnir verða knýttir og kunna greiða frá, hvat teir verða brúktir til. Hann skal eisini kunna vísa samanspleysing av tveimum endum, eygaspleysing og endaspleysing
  • at gera snøri og línu til, at gera dergur, bæði toska-, seiða- og snelludergur, umframt at spleysa tog og snøri.
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Fiskur og høgguslokkur verða...
Á Savnsfagnaðinum 2010 skar Dorete Bloch fisk og høgguslokk upp á Sjósavninum. Lærugrein: Náttúra og tøkni Aldurstrin: 4.-6. flokkur Kjarnaøki: Heimstaðurin Førleikamál: At greiða frá ymiskum fiskasløgum
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017