• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Um heimasíðuna Les

Vælkomin til Les heimasíðuna.  Hendan heimasíðan er ein tilfarsgrunnur til Les bókaheildirnar. Her kanst tú lurta eftir øllum tekstunum í Les tekstasøvnunum, tú kanst lesa um rithøvundarnar, finna aðrar viðkomandi tekstir og høvuðsverk og nýta ymisk amboð á Snar.

Harumframt er ætlanin, at hetta skal vera tykkara stað til vitanardeiling. Tit, bæði næmingar og lærarar, kunnu senda okkum tilfar, sum er viðkomandi til okkurt ávíst arbeiðsøki í Les bókunum ella til okkurt annað arbeiði í lærugreinini føroyskt í framhaldsdeildini.

Les bókarøðin hevur tríggjar bókaheildir, sum hvør fevnir um bæði tekstasavn og lærarabók ella arbeiðs- og ástøðisbók. Les 1 er ætlað áttanda flokki, Les 2 níggjunda flokki og Les 3 tíggjunda flokki.

Lydia Didriksen hevur ritstjórnað tekstasøvnini og skrivað lærarabøkurnar og arbeiðsbókina. Kirsten Brix hevur skrivað Les Ástøði. Else Sjúrðaberg hevur sniðgivið Les síðurnar.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017