• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Samleiki

Handarbeiði er lærugrein, ið leggur dent á tey handaligu og tey skapandi evnini hjá næminginum. Dentur verður lagdur á at geva næminginum førleika og kunnleika um skapandi tilgongdina í handarbeiði, frá hugskoti, fyrireiking og arbeiðsgongd til eftirmeting. Næmingurin fer at uppliva gleðina við sjálvur at tilvirka vakrar, nýtiligar og samskiftandi lutir. Lærugreinin handarbeiði skal eisini vekja áhuga næmingsins fyri føroyskum siðaarvi  á hesum øki.

Undirvísingin skal geva næminginum eina uppliving av arbeiðsgleði og felagsskapi, umframt vekja áhuga og styrkja evnini til sjálvur at taka støðu og virka. Dentur verður lagdur á at varðveita okkara heimliga handarbeiði, og týdningarmiklir tættir av mentanar- og siðaarvi okkara verða viðgjørdir, eins og ljós verður varpað á tað virðið, handarbeiði hevur fyri hvønn einstakan og samfelagið sum heild.

Les meira

 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Skúli og undirvísing

Námsætlan

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017