• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Náttúra og umhvørvi

Fakligir førleikar - 3. flokkur

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá vanligastu keli- og húsdýrunum
  • at greiða frá, hvaðani mjólkin kemur og at greiða frá vanligastu mjólkaúrdráttunum
  • at greiða frá fjallgongu, og hvat ið fæst burtur úr slaktinum
  • at greiða frá vanligu fuglunum, t.d. tjaldri, ternu, likku, stara, kráku, kvørkveggju, spurvi og dúgvu
  • at greiða frá vanligastu bjargafuglunum, t.d. súlu, lunda og lomvigu
  • at greiða frá vanligum blómum í nærumhvørvinum, t.d. sólju, summardáa, smæru, blákollu og børkubónda
  • at greiða frá vanligum smákyktum, t.d. flugu, skinnflugu, grindalokki, torvatrølli, tvístertu, vespu og summarfuglum
  • at greiða frá nøkrum dýrum í fjøruni, t.d. krabba, kræklingi og gággu
  • at greiða frá nøkrum dýrum, ið liva í Føroyum og við Føroyar, t.d grindahvali, kópi og haru
  • at greiða frá teimum orkukeldum, ið eru vanligar í Føroyum, t.d. vatni, olju og vindorku
  • at greiða frá okkara vatnnýtslu
  • at skilja burturkast og at hugsa náttúruvinarligt, t.d. endurnýtsla áðrenn burturkast
  • at vísa á ymisk náttúrufyribrigdi, t.d. oyggjar, bygdir, fjøll, vøtn, áir, hólmar, firðir og sund
  • at greiða frá høvuðsættunum
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Eygleið, tekna og gev víðari....
Tilfar frá Savnsfagnaðinum í 2010. Eygleiðing var tá  vald, sum høvuðsevni. Fyri at skapa áhuga fyri eygleiðing útskrivaði Savnsfagnaðurin tvær kappingar undir heitinum “Eygleið og gev víðari!”. Teknikapping fyri børn í aldrinum 2 til 11 ár. Børn e...
Grindalokkurin - Um heystið
Tilfar um heyst og seyð úr lærarabókini til 'Grindalokkur', s. 24-30. Uppgávur um heyst. Tikið úr arbeiðsbókini til 'Grindalokkur', s. 18-21. Lærugrein: Heimstaðarlæra Aldurstrin. 1. flokkur Kjarnaøki: Náttúra og umhvørvi Førleikamál: at greiða ...
Føroyskar bygdir og oyggjar - krossorð
Krossorð frá bergur.net Lærugrein: Føroyskt Kjarnaøki: Skrivaða málið og Málkunnleiki
Klipp eitt tjaldur
Ein leiðbeining og frymil at klippa tjøldur eftir. Lærugrein: Heimstaðarlæra Aldurstrin: fyri skúlaaldur til 3. flokk Kjarnaøki: Náttúra og umhvørvi
Grindahvalurin. Uppgáva 1
Uppgávuark um grindahvalin. Tilfarið er ætlað yngstu flokkum fólkaskúlans og er væl egnað til heimstaðarlæru í triðja flokki og náttúru og tøkni í 4. flokki. Lærugrein: Heimstaðarlæra Kjarnaøki: Náttúra og umhvørvi, mentan og siðir Førleikamál: At...
Fjallaskelting
Mynd, ið kann brúkast sum upplegg til prát í flokkinum. Hvaðani er myndin, og hvat vísir hon ? Lærugrein: Heimstaðarlæra Kjarnaøki: Náttúra og umhvørvi
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017