• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði

Fakligir førleikar - 10. flokkur

Næmingurin dugir:

  • at greina og viðgera útvaldar bíbliutekstir úr evnislýsandi sjónarhorni, t.d. ein av profetunum, skaldsligan tekst, orðtøkini, eitt av brøvum Paulusar ella annan sjálvvaldan, bíbilskan tekst.
  • at viðgera og meta um ymisk týðandi siðfrøðilig evni.
  • at lýsa og viðgera skapanarverkið, vistfrøði og burðardygt umhvørvi bæði lokalt og globalt úr átrúnaðarligum og siðfrøðiligum sjónarhorni.
  • at viðgera og meta um tøkniliga menning og avbjóðing sæð úr átrúnaðarligum og siðfrøðiligum sjónarhorni.
  • at lýsa heimliga og altjóða átrúnaðarliga list og viðgera tann týdning, hon hevur fyri tað umhvørvið, hon er í, t.d. bygningar, myndlist, prýðislutir, tónleik, mynstur o.a.
  • at kanna og viðgera leiklutin, kristni átrúnaðurin hevur í onkrum landi uttan fyri Evropa, t.d. hjálpararbeiði ella tvørkirkjuligt virksemi.
  • at greina og viðgera tann týdning átrúnaður hevur í nútíðar mentan og samfelagslívi
  • at kanna, greina og viðgera, hvat rørir seg á átrúnaðarliga økinum í teimum ymsu miðlunum.
  • at greina og viðgera ymisk átrúnaðarlig sjónarmið og greiða frá, hvørjar grundgevingar ymsu partarnir hava.
  • at lýsa og viðgera spurningar, sum koma upp, tá ið ymiskir átrúnaðir, ymiskar mentanir og samfeløg møtast

 

 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Darwin og kristna trúgvin
Evolution and Wonder - Understanding Charles Darwin. Áhugaverd amerikansk útvarpssending frá 2009 um Darwin og kristna trúgv. Í einari sendirøð, ið eitur Speaking of Faith og sum viðger trúarspurningar innan allar religiónir sakligt og opið. Sendi...
Títt lív - Tín ást - Títt val
Undirvísingartilfarið er ætlað ungum frá 7. flokki og eldri og gevur teimum innlit í kærleikans viðurskiftið og hjálpir teimum ungu at kenna síni mørk og at seta mørk. Undirvísingartilfarið er ein danskur filmur á 45 min. og eitt samvirkið spæl.  ...
Etikkur og lívsins byggikubbar
Heimasíða hjá danska siðsemisráðnum, ið viðger evni um lívsins byggikubbar. Her er frálærutilfar v.m. um genetik, klóning, stamkyknur og nanoteknologi at finna. Aldurstrin: 9.-10. flokkur og miðnám Lærugrein: Kristnikunnleiki og átrúnaður Kjarnaøk...
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017