• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsátrúnaður og lívsáskoðanir

Fakligir førleikar - 10. flokkur

Næmingurin dugir:

  • at greina og viðgera útvaldar bíbliutekstir úr evnislýsandi sjónarhorni, t.d. ein av profetunum, skaldsligan tekst, orðtøkini, eitt av brøvum Paulusar ella annan sjálvvaldan, bíbilskan tekst.
  • at viðgera og meta um ymisk týðandi siðfrøðilig evni.
  • at lýsa og viðgera skapanarverkið, vistfrøði og burðardygt umhvørvi bæði lokalt og globalt úr átrúnaðarligum og siðfrøðiligum sjónarhorni.
  • at viðgera og meta um tøkniliga menning og avbjóðing sæð úr átrúnaðarligum og siðfrøðiligum sjónarhorni.
  • at lýsa heimliga og altjóða átrúnaðarliga list og viðgera tann týdning, hon hevur fyri tað umhvørvið, hon er í, t.d. bygningar, myndlist, prýðislutir, tónleik, mynstur o.a.
  • at kanna og viðgera leiklutin, kristni átrúnaðurin hevur í onkrum landi uttan fyri Evropa, t.d. hjálpararbeiði ella tvørkirkjuligt virksemi.
  • at greina og viðgera tann týdning átrúnaður hevur í nútíðar mentan og samfelagslívi
  • at kanna, greina og viðgera, hvat rørir seg á átrúnaðarliga økinum í teimum ymsu miðlunum.
  • at greina og viðgera ymisk átrúnaðarlig sjónarmið og greiða frá, hvørjar grundgevingar ymsu partarnir hava.
  • at lýsa og viðgera spurningar, sum koma upp, tá ið ymiskir átrúnaðir, ymiskar mentanir og samfeløg møtast
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Heimsátrúnaður
Filmur ið vísir, hvussu heimsátrúnaðirnir hava ment seg fram til okkara dagar.  Hent eykatilfar til undirvísingina í kristnikunnleika í miðdeild og framhaldsdeild. Lærugrein: Kristnikunnleiki og átrúnaður Aldurstrin: Miðdeild og framhaldsdeild Kj...
Hvat er sunnanfyri Suðurpólin?
Spekifyrilestur við Sólfinni Hansen, PhD-stipendiatur, á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Størsti parturin av íbúgvunum í heiminum hava eina fatan um heimsins og jarðarinnar uppruna, sum tekur støði í teirra mentan og/ella átrúnaði. Nátt...
Halgu tekstir heimsins
Á hesi amerikonsku heimasíðuni finnur tú eitt savn av halgum tekstum hjá ymiskum religiónum og slóðir til aðrar.   Aldurstrin: Frá 10. flokki Lærugrein: Kristnikunnleiki og átrúnaður Kjarnaøki: Heimsátrúnaður og lívsáskoðanir Evni: Heimsátrúnaðu...
Gruble kristni/religión
Norskt netstað við stuttligum og læruríkum uppgávum, sum krevja sum minst av fyrireiking, og sum eru lættar at skilja og loysa.   Aldurstrin: 7.-10. flokkur Lærugrein: Kristnikunnleiki og átrúnaður Kjarnaøki: Heimsátrúnaður og lívsáskoðanir Evni:...
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017