Landafrøði er lærugrein, ið sameinir fatan okkara av grundleggjandi tilgongdum og samanhangum í náttúru og umhvørvi við ta fatan, vit hava av samfelags- og mentanarligum tillagingum at náttúru og umhvørvi.
Lærugreinin roynir at lýsa, hvussu til ber at skipa, gagnnýta, broyta og laga náttúruumhvørvið, og hvussu menniskjan á hin bógvin noyðist at laga seg til broyttu umstøðurnar, sum kunnu vera íkomnar, bæði av náttúru- og menniskjaávum. Avgerandi er í hesum viðfangi spurningurin um burðardygga menning. Fyri at skilja hetta er neyðugt at kenna grundleggjandi alheimsligar jarðartilgongdir, bæði í langtíðarhøpi og nútíðar, umframt at fata, hvussu náttúru- og menniskjaskapt fyribrigdi verða staðfest í mun til ymiskar landafrøðiligar fortreytir.
Lærugreinin umrøður jarðfrøðilig og landafrøðilig mynstur og munir á teimum, alheimsliga og í økjum. Lærugreinin byggir á skipaða eygleiðing av, undran og djúphugsan viðvíkjandi umstøðunum kring okkum.