• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Landafrøðiligar keldur og amboð

Fakligir førleikar - 8. flokkur

-ávegismál

Næmingurin dugir

  • at lesa og endurgeva yvirlitsmyndir, ið sýna bæði støður og tilgongdir, eitt nú hita- og avfalsyvirlit og veðurkort
  • at lesa og endurgeva tematisk búsetingarkort og kort yvir vinnuvegir
  • at lesa og tekna ritmyndir og yvirlitsmyndir, eitt nú fólkafrøðipyramidur,  sum siga frá vinnuvegum og búsetingum
  • at staðfesta tilgongdir, rák og flutning á viðkomandi kortum, harímillum streympílar á vanligum heimskortum
  • at lesa signaturar (tekn/merki) og hava kunnleika til skipanina við longdar- og breiddarstigum, umframt kunnleika til tíðarsonur, miðkring, vendikring, støddarlutfall, hæddar- og dýpislinjur, umframt at kenna høvuðsprojektiónirnar
  • at nýta kort og globus í arbeiðinum at skapa yvirlit
  • at kunna seg við GPS-ara.
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Ein góð íslendsk veðursíða
Í samstarvi við Náttúruvísindadeildina ger Institute for Meterological Research (IMR) í Íslandi nú háloysiligar veðurforsagnir fyri føroyska økið. Tilfarið kann brúkast í fleiri flokkum. Lærugrein: Landafrøði Kjarnaøki: Landafrøðiligar keldur og a...
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017