• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Náttúran

Fakligir førleikar - 8. flokkur

Næmingurin dugir:

  • at skilja millum liðdjór, lindjór og ryggdjór
  • at skilja millum fræplantur og gróplantur
  • at lýsa nakrar føroyskar verur og at bólka tær í lívfrøðiligu skipanini
  • í høvuðsheitum at lýsa eina vistskipan
  • at smáverur eru til í hópatali og kunnu vera til gagns og til skaða
  • at summar smáverur bróta niður lívrunnið tilfar
  • at summar smáverur eru sjúkuelvandi
  • at lýsa samspælið í náttúruni millum livandi verur og teirra umhvørvi
  • at greiða frá føðiketum og føðinetum
  • at meta um, hvørt menniskjan brúkar náttúruna á burðardyggan hátt
  • at leggja til rættis, fremja og og eftirmeta einfaldar kanningar og royndir í ymiskum búøkjum og í starvsstovu
  • at brúka einfalda útgerð til kanningar og royndir í náttúruni og í starvsstovuni, har ímillum mikroskop, stereolup umframt útgerð at máta fysisk og kemisk viðurskifti
  • at greiða frá hugburði og nýtslu av framleiðsludýrum, kelidýrum og dýrum í fangilsi
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Spurningar til Villblómur í...
Spurningar til filmin "Villblómur í Føroyum", 1. part - Í fjøruni. Lærugrein: Lívfrøði Flokkur: 7. flokkur Kjarnaøki: Náttúran    
Stríðið um regnskógin - rolluspæl
Hugsa tær at sita aðrastaðni í heiminum, mitt í regnskoginum, í kvælandi hita, uttan teldu og sjónvarp, og stíðast fyri tíni framtíð. Skúlatænastan í Randers Regnskov hevur ment eitt slíkt rolluspæl ætlað 8. fl. og upp til miðnámsskúlar. Tilfarið e...
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017