• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Mannakroppurin

Fakligir førleikar - 9. flokkur

Næmingurin dugir:

  • at greina dagliga kostin hjá einum næmingi úr ein heilsudyggum sjónarhorni
  • at lýsa, hvussu ein fær eina góða konditión
  • at greiða frá, hví rørsla hevur týdning fyri menniskju
  • at meta um, hvørjir faktorar hava týdning fyri lívsgóðskuna hjá menniskjum
  • at greiða frá virki og samvirki hjá nøkrum lívgøgnum sæð frá einum heilsuligum sjónarhorni
  • at greiða frá, hvussu órinsverjan svarar aftur, um smáverur koma inn í kroppin
  • at meta um lívfrøðiliga týdningin av proteini, kol­hydrati og feitti í sambandi við heilsudyggan kost
  • at greiða frá ávirkanini av geislavirkni á mannakroppin
  • at greiða frá, hvussu koppseting virkar,
  • at greiða frá, hvussu viðgerð við penisillini virkar, og um vandan fyri órini
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Rør teg í minsta lagi 30 minuttir...
Tilfar frá Fólkaheilsuráðnum um týdningin av at røra seg. Tilfarið er væl egnað til framhalddeildina, men kann tillagast miðdeild. Uppgávur eru um rørslu og orkunýtslu. Lagt verður upp til kjak í flokkinum, um Gallup kanning frá 2010 og um tølini hj...
Minka um sukrið – serliga úr...
Tilfar frá Fólkaheilsuráðnum um sukur og tómar kaloriur. Tilfarið er væl egnað til framhalddeildina, men kann tillagast miðdeild. Áhugaverdar myndir ítøkiliggera, hvussu nógv sukur vit vanliga eta hvønn dag í ymiskum søtmeti. Lagt verður upp til kja...
Et fjølbroytt og halt hóaskandi...
Tilfar frá Fólkaheilsuráðnum um týdningin av at eta fjølbroyttan mat. Tilfarið er væl egnað til framhaldsdeildina, men kann eisini tillagast miðdeildina. Framløgan umfatar orkuinnihald í matvørum og hvussu langa tíð vit hava um at brenna orkuna. Dø...
Et epli, rís ella pasta og...
Tilfar frá Fólkaheilsuráðnum um týdningin av at eta epli og fullkornsvørur. Tilfarið er væl egnað til framhaldsdeildina, men kann eisini brúkast í miðdeildini við tillagingum. Framløgan viðgerð vørulýsingar, fullkornmerkið, lyklarholsmerkið og epli....
Mannalikamið
The Virtual Body er ein lítil heimasíða á enskum og sponskum, ið viðger partar av mannakroppinum við animatiónum. Síðan viðgerð heilan, hjarta, beinagrindina og sodningarlagið. Lærugrein: Lívfrøði Aldurstrin: 7.-9. flokkur og miðnám Kjarnaøki: Ma...
Blóðrenslið - undirvísingar...
Lítið hugskotsskjal um, hvar á internetinum tú finnur undirvísingartilfar um blóðrenslið. Ein stutt lýsing er av hvørjari heimasíðu, og hvat tilfarið kann brúkast til. Lærugrein: Lívfrøði Flokkur: 7. flokkur og framhaldsdeild Kjarnaøki: Mannakrop...
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017