• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Náttúran

Fakligir førleikar - 9. flokkur

Næmingurin dugir:

  • í lívfrøðiligu skipanini at bólka ryggdýr sundur í fiskar, fuglar, súgdjór, skriðdjór
  • at skilja liðdjór sundur í høvuðsbólkar
  • at greiða frá smáverum í sambandi við niðurbróting av lív­runn­um evnum
  • at greiða frá evnisringræsum
  • at greiða frá upphópan av eiturevnum í livandi vevnaði í sambandi við dálking
  • at greiða frá natúrligum og mannagjørdum broytingum í vistskipanum og avleiddu ávirkanunum á lívfrøðiliga fjølbroytnið
  • at geva dømi um, hvussu nýtsla av djórum kann verða ávirkað av lívfrøðiligari vitan og av kenslum (t.d. at djórahald verður broytt av nýggjari vitan)
  • at greiða frá, hvussu ávísar vinnur, t.d. fiskivinnan og landbúnaður, eru tengdar at náttúrutilfeinginum
  • at geva dømi um, hvussu smáverur kunnu verða nýttar
  • at nýta kunningartøkni at leita eftir upplýsingum at finna lívfrøðiligar loysnir
  • at geva dømi um nýggjari lívfrøðiliga gransking, sum hevur havt týdning fyri viðurskiftini hjá menniskju
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Stríðið um regnskógin - rolluspæl
Hugsa tær at sita aðrastaðni í heiminum, mitt í regnskoginum, í kvælandi hita, uttan teldu og sjónvarp, og stíðast fyri tíni framtíð. Skúlatænastan í Randers Regnskov hevur ment eitt slíkt rolluspæl ætlað 8. fl. og upp til miðnámsskúlar. Tilfarið e...
Føroyska kynbótaarbeiðið við laksi
Handritið til filmin við sama heiti, ið er til láns á Lms. Umframt handritið eru arbeiðsuppgávur til framhaldsdeildina. Tilfarrið gevur gott innlit í kynbótaarbeiði við laksi í 1990-unum. Filmurin er frá 2002. Lærugrein: Lívfrøði Floksstig: Framhal...
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017