• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Samleiki

Náttúra og tøkni er læran um náttúruna, samspæl menniskjunnar við náttúruna, hvussu menniskju hugsa sær náttúruna skipaða og samansetta, og hvussu tøkniliga framgongdin hevur ávirkan á okkum menniskju og náttúruna, vit liva í. Náttúrufrøðin hevur ment seg sum úrslit av menniskjunnar forvitni eftir og tørvi á at finna sannleikan um sín egna uppruna og sína tilveru í náttúruni og alheiminum. Sum slík er náttúrufrøðin ein partur av okkara mentan.

Undirvísingin í Náttúru og tøkni leggur grundstøði undir tey hugtøk og teir førleikar, ið næmingurin skal vera brynjaður við til undirvísingina í lærugreinunum landafrøði, alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði á 7. floksstigi og uppeftir...

Les meira

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017