• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Náttúrufrøði og tøkni

Fakligir førleikar - 4. - 6. flokkur

Næmingurin dugir:

  • at nýta ymisk mátitól og at greiða frá sambandinum millum ymisk mát
  • at greiða frá frysti- og kókipunkti hjá ymiskum evnum
  • at broyta frystipunktið hjá vatni
  • at greiða frá evniseginleikum hjá ymiskum evnum
  • at síggja mun á lutum, ið søkka ella flóta
  • at greiða frá ringrásini hjá vatni og gera myndlar av henni
  • grundleggjandi el-læru og at greiða frá el-framleiðslu
  • at greiða frá, hvussu ymsir lutir ferðast, og hvussu ferðin økist
  • at greiða frá mekanikki og lýsa møguleikar við tannhjólum
  • at greiða frá sýru og lúti
  • at nýta indikatorpappír
  • at greiða frá mýlmyndlum
  • at byggja myndlar av ávísum evnum
  • at greiða frá sápu og fyrimunum við at vaska sær við sápu
  • at greiða frá loysingarføri og kenna hugtakið ”metta”
  • at lesa fakligar tekstir á einum heldur samansettum máli, ið tó er á lágum abstraktiónsstigi
  • at lesa øll topografisk kort í Heimsatlasinum
  • at kunna seg við heimskorti, globusi, føroyakorti umframt atlasi, og gera av, hvar ávís støð eru í mun til onnur
  • at tekna einføld samanhang, ið kunnu metast sum einføld kort ella ritmyndir
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Orka úr sjónum
Framløga við animeringsmyndum, ið vísir ymiskar leistir fyri, hvussu alduorka og streymorka kunnu gagnnýtast, eitt nú við 'aldu-floti', 'aldu-luft-pumpu' og 'streym-myllu'. Framløgan varð gjørd í sambandi við umhvørvisvikuna í Tórshavn 2009. Lærugr...
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017