• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Samspæl menniskjunnar við náttúruna

Fakligir førleikar - 4. - 6. flokkur

Næmingurin dugir:

  • at ferðast í náttúruni
  • at fara væl um og vísa fyrilit fyri náttúruni
  • at geva dømi um, hvussu dálkingin ávirkar drekkivatn og seta fram uppskot at loysa náttúrutrupulleikar í egnum landi/og í øllum heiminum
  • at greiða frá vakstrarhúsárini
  • at meta um, hvussu CO2-útlát kann ávirka umhvørvi okkara og seta fram loysnir at minka útlátið
  • at greiða frá ymiskum sløgum av varandi orkukeldum
  • at greiða frá grundleggjandi vistfrøði
  • at greiða frá føðiketu og føðineti
  • at greina ein frískan mannakropp
  • at greiða frá ymiskari rúsevnisávirkan á mannakroppin
  • at greiða frá  heilsugóðum lívsstíli
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Kostkumpassin
Uppgávur og kunning um tey 8 kostráðini. Tilfarið fevnir um 9 síður, ið kunnu takast niður. Náttúrugripasavnið hevur gjørt tilfarið til Savnsfagnaðin 2011. Skúlar og næmingar eru altíð vælkomnir at vitja savnið og brúka tilfarið í undirvísingini. ...
Sløkk tostan við vatni
Tilfar frá Fólkaheilsuráðnum um, hvat vit drekka. Tilfarið leggur upp til, at næmingin kannar, hvat hann sjálvur drekkur. Ráðini eru, at drekka 1½ litur um dagin og í mesta lagi ½ litur av sodavatni um vikuna. Tilfarið kann brúkast í øllum flokkum. ...
Sensorik
Tilfar frá Fólkaheilsuráðnum um at uppliva mat við sansunum. Tilfarið er væl egnað til miðdeildina, tó eru fleiri uppgávur væl egnaðar til framhalddeildina. Uppgávurnar leggja upp til at brúka allar sansir og at eggja næmingum til at royna nýggjar m...
Minka um fitinýtsluna – serliga úr...
Tilfar frá Fólkaheilsuráðnum um tilmæli at minka um fitinýtsluna. Tilfarið er væl egnað til miðdeildina, men kann tillagast framhaldsdeild. Uppgávur eru um mjólkafiti. Somuleiðis eru uppgávur um lyklaholsmerkið og soltnar køkur. Tilfarið kann takas...
Et frukt og grønnmeti – seks um...
Tilfar frá Fólkaheilsuráðnum um tilmæli at eta frukt og grønnmeti hvønn dag. Tilfarið er væl egnað til miðdeildina, men kann tillagast yngri og eldri næmingum. Tilfarið umfatar uppgávur, ið gera næmingar tilvitaðar um, hvussu nógv frukt og grønnmeti...
Et fisk og fiskaviðskera fleiri...
Tilfar frá Fólkaheilsuráðnum um týdningin av at eta fisk. Tilfarið er væl egnað til miðdeildina, men kann eisini brúkast í framhaldsdeildini við tillagingum. Framløgan umfatar fólkaheilsukanningina MARK og leggur upp til kjak í bólkum ella í øllum f...
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017