• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

 

Fólkatalið

Seinast í 18. øld vóru umleið 5.000 fólk í Føroyum. Í 1870 fór talið upp um 10.000,

í 1933 upp um 25.000 og í 1973 upp um 40.000. Í 2003 fór fólkatalið fyri fyrstu ferð

upp um 48.000. 1. januar 2011 vóru 48.574 fólk skrásett at búgva í Føroyum.

Næstan alla tíðina hevur fólkatalið verið vaksandi, men aftan á 2003 er vøksturin tó

minkaður niður í lítið og einki. Eitt sera týdningarmikið undantak frá hesi gongdini var

tó fyrra helvt av 1990-árunum, tá fólkatalið vegna ringar tíðir minkaði nærum 10%.

 

Fruktbærið

Í 1970 fingu konufólk í Føroyum 3,4 børn í miðal, meðan talið í 2010 er 2,5 børn.

Hóast hetta, so er fruktbærið í Føroyum tað hægsta í Evropu. Bert 5 onnur lond í

Evropu har konufólkini fáa tvey ella fleiri børn í miðal: Frakland, Grønland,

Írland, Ísland og Turkaland.

 

Væntað lívsævi (livialdur)

Miðallivialdurin er so líðandi vorðin hægri. Nýfødd dreingjabørn kunnu vænta at liva til

tey eru blivin 77 ár, meðan genturbørnini kunnu rokna við at koma nærkast 83 ára aldurin.

Fyri 30 árum síðani vóru hesi tølini ávikavist 73 og 79 ár. Tey seinastu árini hevur

miðallivialdur hjá mannfólkið havt lyndi at minka nakað aftur. Minkingin tykist tó at vera

steðgað nú.

 

Til- og frályting

Flytingin til og úr Føroyum er stór sammett við fólkatalið, ið eisini verður nógv ávirkað

av hesum. Í árunum 1980-88 vóru umleið líka nógvir tilflytarar sum fráflytarar,

men í 1989-1995 var fráflytingin nógv størri enn tilflytingin, og fólkatalið minkaði tí ógvisligt.

Í 1996-2003 var tilflytingin størri, tá nógv fluttu heimaftur eftir at kreppan hæsaði av,

í árunum 2004-2007 høvdu vit havt eina netto fráflyting. Í 2008 var nettoflytingin positiv

við 56 fólkum. Í 2009 og 2010 var aftur nettofráflyting, hvar ávikavist 327 og 281 fólk fleiri

fluttu av landinum enn tað fluttu til Føroya. 1.691 fólk fluttu av landinum í 2010

meðan 1.410 fólk fluttu til Føroya.

Kelda:www.hagstova.fo

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017