• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Støddfrøði í nýtslu

Fakligir førleikar - 10. flokkur

Næmingurin dugir

  • at velja roknihátt, nýta prosenthugtakið og nýta býtisrokning í ymiskum høpi
  • at umhugsa fíggjarviðurskifti í gerandisdegnum so sum keyp, ferðing, løn og skatt
  • at nýta støddfrøði til greiðsluevni viðvíkjandi samfelag, náttúru og mentan
  • at kanna sambond millum privatbúskap og samfelagsbúskap
  • at savna, meta um og brúka dátur í støddfrøðiligum høpi, og at skipa og bólka upplýsingar, og at finna miðaltal, miðju og mestið
  • at arbeiða við og meta um viðurskifti í samband við samansparing og  lán og í sambandi við keyp við gjaldsfreist, so sum rentu, renturentu og avdrátt
  • at arbeiða við einfalda teingjan og líkindarokning
  • at nýta teldu til kanning, útrokning og framløgu
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Øll pappír
Tak niður ymisk pappír, ternut, millimeturpappír o.o. í ymsum litum Vegleiðing: Pappírini eru goymd sum pdf-skjøl. Tá ið tey skulu verða prentað er umráðandi at printarin/kopimaskinan standa á góðari upploysn, og at pappírskeldan er vald eftir pdf...
Frumtøl, kontunummur og...
Eitt temahefti um frumtøl, og hvussu tey verða brúkt í kontunummurum og strikukotum. Í tilfarinum er ástøði, dømi og uppgávur. Gunnar Restorff hevur gjørt temaheftið.   Lærugrein: Støddfrøði Kjarnaøki: Ískoytisøki
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017