• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tøl og algebra

Fakligir førleikar - 10. flokkur

Næmingurin dugir

  • at skyna á støðubundnu talskipanini. Vita um menningina av tølunum sum skrivingarhátt.
  • at rokna í teimum fýra rokniháttunum og vita raðfylgjuna av rokniháttunum
  • at samanbera og umrokna heil tøl, desimaltøl, brot, prosent og promillu
  • at leggja saman, draga frá, falda og deila brot
  • at brúka potensar og røtur í útrokningum
  • at velja háttalag at loysa líkningar og líkningaheildir og einfaldar ólíkningar
  • at kenna frummongd, virðismongd, størsta og minsta virði
  • at skilja og brúka brigdilshugtakið
  • at skilja og brúka prosenthugtakið
  • at skyna á beinum og øvutum lutfalli
  • at nýta kendar og ókendar formlar m.a. í sambandi við útrokning av rúmd og rentutilskriving
  • tekna funktiónir á 2. stigi og rokna nullpunkt eftir leiðarriti (forskrift)
  • at nýta teldu og lummaroknara, sum hevur súmbolmanipulatión til útrokningar og til at loysa greiðsluevni.
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
Lognumber
Við netspælinum Lognumber fáa næmingar høvi at spæla einsæris ella í bólki. Hvat er Lognumber: Log Number er eitt spæl, sum er ment til børn og ung til at venja logiska hugsan gjøgnum spæl. Tey kunnu læra at leggja saman og at falda, sum er hent at...
Øll pappír
Tak niður ymisk pappír, ternut, millimeturpappír o.o. í ymsum litum Vegleiðing: Pappírini eru goymd sum pdf-skjøl. Tá ið tey skulu verða prentað er umráðandi at printarin/kopimaskinan standa á góðari upploysn, og at pappírskeldan er vald eftir pdf...
Rokniuppgávur til 9. og 10. flokk
Nógvar rokniuppgávur á donsku heimasíðun matematikbogen.dk. Her eru online-uppgávur og uppgávur at skriva út. Til 9. og 10. flokk Lærugrein: Støddfrøði Kjarnaøki: Tøl og algebra
Sudoku á spil.nu
Spæl Sudoku á netinum. Tú kanst velja millum trý torleikastig.   Lærugrein: Støddfrøði Kjarnaøki: Tøl og algebra
Frumtøl, kontunummur og...
Eitt temahefti um frumtøl, og hvussu tey verða brúkt í kontunummurum og strikukotum. Í tilfarinum er ástøði, dømi og uppgávur. Gunnar Restorff hevur gjørt temaheftið.   Lærugrein: Støddfrøði Kjarnaøki: Ískoytisøki
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017