• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kvæði í bókstavarað

 

Um kvæðini á Snar

Tað var danski fólkaminnisgranskarin Svend Grundtvig (1824-1883), sum átti hugskotið at skriva niður øll brigdi av føroyskum kvæðum, sum vitað var um um miðja 19. øld. Hann arbeiddi tá við heildarverkinum Danmarks gamle folkeviser (DGF) og varnaðist, at summar av søgunum í gomlu donsku vísunum eisini vóru at finna í føroyskum kvæðum, sum eitt nú Jens Chr. Svabo (1746-1824), Hans Chr. Lyngby (1782-1837) og Jóannes Clementsen (1794-1869) høvdu skrivað niður. Svend Grundtvig setti seg í samband við V.U. Hammershaimb (1819-1909), sum eisini fór at skriva kvæði niður. Tá ið tað gjørdist Grundtvig greitt, at Hammershaimb ikki fór at átaka sær at gera eitt heildarsavn, fekk hann svág sín, Jørgen Bloch (1839-1910), at fara undir arbeiðið. Bloch fór undir verkið í desembur í 1871 og var í fyrstu atløgu liðugur í mars í 1889. Tá hevði hann skrivað av øll tey kvæði, hann og heimildarfólk hansara vistu um, og skipað tey í 16 bind. Seinni komu tvey ískoytisbind, annað í 1896 og hitt í 1905. Hetta tilfarið verður varðveitt í Dansk Folkemindesamling í Keypmannahavn.

“Føroya kvæði” var prentað í seks bindum frá 1941 til 1972. Teir báðir, Christian Matras (1900-1988) og Napoleon Djurhuus (1913-1999) løgdu til rættis hvør sær og saman. Í 1996 kom sjeynda bindið út. Michael Chesnutt og Kaj Larsen løgdu tað til rættis. Í tí er grein um Jørgen Bloch, inngangur hansara til verkið, grein um handritini, ið nýtt hava verið, og leitorðalistar av ymiskum slagi. Í 2003 kom áttanda bind út, løgini til kvæðini og tættirnar. Marianne Clausen legði ta bókina til rættis.

Forlagið Bókagarður gav “Føroya kvæði” út í 2. útgávu í 37 bindum (1998-2005), men flokkaði tey samstundis í sjey bólkar eftir innihaldi. Hetta hevði við sær, at samsvar ikki er millum CCF-nr. í báðum útgávunum.

Fleiri kvæði og tættir eru at finna talgild á ymiskum heimasíðum m.a. á norsku síðuni heimskringla.no og á síðum hjá føroyskum dansifeløgum.

Árni Dahl hevur við játtan frá Mentamálaráðnum staðið fyri at gera kvæðini á snar.fo til talgildan tekst. Í fyrstu atløgu verða øll kvæði í verkinum ”Føroya kvæði – Corpus Carminum Færoensium” løgd á Snar. Kvæðini eru her endurgivin eftir frumútgávuni, sum UNIVERSITETS-JUBILÆETS DANSKE SAMFUND gav út - við sama CCF-nr. sum har.

1. bind:

1. hefti (CCF 1). Christian Matras greiddi til útgávu 1951.

2. hefti (CCF 1-2). Christian Matras greiddi til útgávu 1954.

3. hefti (CCF 2-31). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1963.

2. bind:

1. hefti (CCF 32-47). Christian Matras greiddi til útgávu 1941.

2. hefti (CCF 47-53). Christian Matras greiddi til útgávu 1942.

3. hefti (CCF 53-60). Christian Matras greiddi til útgávu 1944.

3. bind:

1. hefti (CCF 61-73). Christian Matras greiddi til útgávu 1944.

2. hefti (CCF 73-90). Christian Matras greiddi til útgávu 1945.

4. bind:

1. hefti (CCF 91-95). Christian Matras greiddi til útgávu 1946.

2. hefti (CCF 95-105). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1967.

5. bind:

(CCF 106-113). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1968.

6. bind:

(CCF 114-236). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1972.

Kvæðini eru flokkað, soleiðis sum vísindaliga útgávan TSB “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad”, 1978, flokkar tey: A: Náttúrukvæði. B. Halgikvæði. C. Sannsøgukvæði. D. Riddarakvæði. E. Kappakvæði. F. Skemtikvæði.

Nú eru TSB-lýsingarnar av náttúrkvæðunum (A), halgikvæðunum (B), sannsøgukvæðunum (C) og riddarakvæðunum (D) lagdar út.

Samandráttirnir eru úr TSB = "The Types of the Scandinavian Medieval Ballad", Universitetsforlaget, 1978.

Marianna Debes Dahl týddi úr enskum, sí "Risar, riddarar og føgur fljóð", Fannir, 2015.

Seinni verða TSB-lýsingarnar av kappakvæðunum (E) og skemtikvæðunum (F) lagdar út.

 

Kvæði eftir CCF-nummari

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017