• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kappakvæði

 

Kappakvæði (E)

Meðan riddarakvæðini eru sprottin í eysturnorðurlendskum øki, verður hildið, at kappakvæðini hava uppruna í vesturnorðurlendskum øki. Í TSB eru tey 167 í tali, av teimum eru 125 á føroyskum – summi teirra bara á føroyskum.

Føroysku kappakvæðini tykjast yrkt úr sama søgutilfari, sum íslendingar nýttu í fornaldarsøgum sínum, men heimildirnar eru neyvan tær somu, tí í søgugongd er stórur munur millum føroysku kvæðini og íslendsku søgurnar.

Kendastu kappakvæðini umrøða hendingar á evropeiska meginlandinum í tíðarskeiðinum frá um 400 til um 900. Høvuðsmenn í hesum kvæðum, sum mest snúgva seg um blóðigar bardagar í sambandi við faðir- og frændahevnd, men eisini um bardagar móti risum og trøllum, eru Sjúrður Sigmundarson, sum er maður kendur úr norrønari gudalæru, lýstur í Eldru Eddu og Vølsungasøgu, Tíðrikur av Bern, eysturgotiski kongurin Theodorik (475-526) og Karlamagnus, Charlemagne (f. í 742, 747 ella 748, d. í 814), ið var frankiskur keisari. Í hesum kvæðunum eru eisini eymar ástarsøgur.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017