• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Óluvu kvæði

 

CCF 107 A

TSB E 105

 

1 Pippingur í Fraklandi

eigur eina frúgv,

Óluva eitur hennara dóttir,

bæði er hon væn og prúð.

 

2 Karlamagnus í Fraklandi,

hann er frúnnar bróðir,

prestar og so lærdir menn

og høviskir alvæl fróðir.

 

3 Tekkilig er Óluva,

sett við vørildar tokka,

hárið er sum ormar sítt,

tað lagast alt í lokka.

 

4 Hugin setst í hásætið,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

tað havi eg hugsað leingi.”

 

5 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær svá,

best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

6 Vit kunnu ikki sannari

siga tær ífrá,

hoyrt hava vit, at Pipping kongur

væna dóttur ár.

 

7 Pipping kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

hennar er stólur av gulli gjørdur

framman fyri kongsins borði.

 

8 Pipping kongur dóttur eigur,

føgur er hon í brúnum,

flættað hár á herðar lagt

við silkibondum snúnum.

 

9 Pipping kongur dóttur eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á jomfrú kinn,

sum droyrin droypir á snjó.”

 

10 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tú sigur frá,

biðja skal dóttur Pippings kongs,

tað stendst, hvat av ið má.

 

11 Er hon so væn og tekkilig,

sum tú sigur til,

biðja skal dóttur Pipping kong,

tað stendst hvat ið vil.”

 

12 So letur hann Hugin kongur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

13 So letur hann Hugin kongur

byggja skipini sín,

letur so laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

14 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

gyltir ringar av reyðargulli

so hátt í miðal ský.

 

15 Bræddir vóru hans brandar,

skorin var hvør stokk,

stavnur og stýrið av reyðargulli

so høgt í miðal topp.

 

16 Vindur nú upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Pippings land.

 

17 Vindur nú upp síni silkisegl,

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Pippings vág.

 

18 Lítil drongur í líðum situr,

goymir at smalu og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnar vil tað leita.

 

19 Allar rekur hann smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gongur í kongsins høll.

 

20 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gongur í kongsins høll:

“Eg eri mær av einum luti,

vísari enn tær eruð øll.

 

21 Eg eri mær av einum luti,

vísari enn tær eruð øll,

eg síggi skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

22 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini gul og blá,

vera man onkur høvdingi

mína dóttur at fá.

 

23 Sært tú skip eftir havi koma,

seglini hvít av lín,

vera man onkur høvdingi

at biðja dóttur mín.”

 

24 Hegar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lata teir síni akker falla

á so hvítan sand.

 

25 Lata teir síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Hugin kongur

sínum fótum á land.

 

26 Fyrstur stígur Hugin kongur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðar herkempur

undir hans høgru hand.

 

27 Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgu hallir inn.

 

28 Og so búnir ganga teir

í høgu hallir inn,

sum Pipping kongur á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

29 Hugin gongur í hallina inn,

forðum var sá siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

30 Hugin stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðju sína:

“Sit væl reystur, Pipping kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

31 Leingi sat hann Pipping kongur,

hugsaðii um tey ráð,

hvøssu hann skuldi Hugin kongi

eitt gavnligt andsvar fá.

 

32 Tí svaraði Pipping kongur:

“Ikki skal slíkum spara,

bið mína dóttur í hallina inn

sjálv fyri seg at svara!”

 

33 Frúgvin varð bæði studd og leidd,

hon inn í hallina gekk,

Hugin situr í hásæti,

ymsar litir fekk.

 

34 “Ver vælkomin, mín sæla dóttir,

síðst mundi okkur vara,

her er komin ein ungur maður,

hvat skulu vit honum svara?”

 

35 Svaraði frúgvin Óluva,

fyrsta orðið tá:

“Hug legði eg á Hugin kong,

áðrenn eg hann sá.”

 

36 Tá ið frúgvin rætti

sína hond yvir borð,

lystiligt var á at lýða

teirra fastnaðarorð.

 

37 Tá ið frúgvin Óluva

rætti hondina fram,

lystiligt var á at lýða

teirra fastnarband.

 

38 Tað var reysti Hugin kongur,

fell upp á sýni knæ,

meðan hann frúnna Óluvu

til konu festi sær.

 

39 Har var brúdleyp væl sett,

einki mátti tvørra,

báðum mágum boðið var

tólv hundrað av hvørjum.

 

40 Drukkið varð teirra brúdleypið,

bæði væl og leingi,

Pipping kongur og hirðin øll,

tey fylgdu teim til seingja.

 

41 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Hugin og hans vív.

 

42 Gingu so bæði í eina song,

Hugin og hans vív,

síðan fór hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

43 Silki og so perlur

var eftir veginum breitt,

so varð frúgvin Óluva

niður til strandar leidd.

 

44 Silki og so perlur

varð eftir veginum prangað,

ei mátti frúgvin Óluva

á berari jørðini ganga.

 

45 Tóku teir frúnna Óluvu,

lyftu yvir stavn,

fram gingu riddarar og sveinar,

teir góvu henni drotningarnavn.

 

46 Millum báða stavnanna

har brá ein fagur litur,

sum hon frúgvin Óluva

í lyftingini situr.

 

47 Millum báðum stavnanna

ein fagur litur brá,

sum hann reysti Hugin kongur

frúnni situr hjá.

 

48 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Hugins land.

 

49 Hegar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu sín akkeri falla

á so hvítan sand.

 

50 Lótu síni akkeri falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Hugin kongur

sínum fótum á land.

 

51 Fyrstur stígur Hugin kongur

sínum fótum á land,

og hon frúgvin Óluva

undir hans høgru hand.

 

52 Og hana frúnna Óluvu

hann lyftir á land við sær:

“Gud og milda Maria moy

nú verði her við tær.”

 

53 Og hana frúnna Óluvu

hann lyfti við sær á land,

tá var hin illi Mýlint

riðin niður til strand.

 

54 Tá var hin illi Mýlint

riðin niður til strand,

Mýlint gilti drotningina,

hann tók í hennara hand.

 

55 Silki og so perlur

varð eftir veginum breitt,

so varð hon frúgvin Óluva

niðan til hallar leidd.

 

56 Tey vóru ikki leingi saman,

til tey gótu svein,

hann var á góðum stundum gitin,

so varð hann borin í heim.

 

57 Frúgvin læt seg við barni ganga,

níggju mánaðar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

58 Frúgvin læt seg við barnið ganga,

níggju mánaðar taldar

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

59 Tað var tá sum oftum er,

at dult er døpurt mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

60 Sveipar hon hann í klæði væl,

gott er at taka til evna,

síðan bað hon presti bera,

Landrus bað hon nevna.

 

61 Sveipar hon hann í klæði rein,

gott skal ríkum falla,

síðan bað hon presti bera,

Landrus bað hon kalla.

 

162 Barnið varð borið frá kirkju heim,

aftur til móður sín,

meira læt hon røkta tað

enn alt sín gull í skrín.

 

63 Barnið varð borið frá kirkju heim,

sett á móður fang,

meira legði hon røkt á tað

enn alt sítt gull og land.

 

64 Tí svaraði Hugin kongur,

hann gjørdist við kinnar bleik:

“Lidnir eru fimtan vetur,

síðan vit framdu leik.”

 

65 Tí svaraði Hugin kongur,

gerst við kinnar bleik:

“Hvør skal goyma drotning mína,

meðan vit fremja leik?”

 

66 Svaraði meistari Eingilbret,

ið gull bar sær á hand:

“Eg skal goyma drotning tína,

eg fylgdi henni í land.”

 

67 Tí svaraði Hugin kongur:

“Ei skal tað so vera,

tú skalt teg á skógvin burt

náttargalin bera.

 

68 Velji eg út av fyrstu korum:

Mýlint, riddaran snjalla,

hann skal goyma drotning mína,

so mínar gripir allar.

 

69 Velji eg út av fyrstu korum,

Mýlint, riddaran ríka,

kenni eg hann av verkunum,

ei man hann hana svíkja.”

 

70 “Velur tú út av fyrstu korum:

Mýlint, riddaran ríka,

kenni eg hann av verkunum,

fyrstur man hann hana svíkja.”

 

71 Hann fór seg á skógvin burt,

náttargal hann bar,

Mýlint goymdi drotningina

og alt hans gull og fæ.

 

72 Óluva situr á kirkjugarði,

syngur í sínari bók,

har kom illi Mýlint,

hann hendur um hana tók.

 

73 “Hoyr tað, frúgvin Óluva,

vilt tú játtast mær?

tólv merkur í reyðargulli

vil eg geva tær!

 

74 Hoyr tað, frúgvin Óluva,

vilt tú vera mær góð?

eg gevi tær meira reyðargull,

enn Hugin á brúðarstól.”

 

75 Tað var frúgvin Óluva,  

hon ræður ei av at byggja:

“Eg eigi mær ein dánimann,

hann letur tað fagurt liggja.”

 

76 Tað var frúgvin Óluva, 

hon var so snør at svara:   

“Eg eigi mær ein dánimann,

hann letur tað fagurt fara.”

 

77 Tað var hin illi Mýlint,

ilt visti hann inna,

so fór hann á blámanns stræti,

ilt visti hann at vinna.

 

78 Tað var hin illi Mýlint,

heim í garðin fór,

úti ein av blámonnum

fyri honum stóð.

 

79 “Ver vælkomin, Mýlint,

higar í dag til mín,

drekk nú hvat ið tær betur líkar

mjøðin ella vín!”

 

80 “Lítið er mær um mjøðin tín

hálvum minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.”

 

81 “Far tú teg til hallar heim,

tú kjós tær har tað fljóð,

frúgvin er bæði bjørt og blíð,

hon er í javnum góð!”

 

82 “Líkari var mær føðslan góð,

hartil kost og klæði,

flest allar høviskar kvinnur

munnu meg happa og háða.

 

83 Líkari var mær føðslan góð,

hartil kost og drekka,

flest allar høviskar kvinnur

tykkja [ei] í mær tokka.”

 

84 Hann gav henni so sterkan drykk,

hon sovnaði, sum hon sat,

nøktaði hann hana úr øllum klæðum,

so til songar bar.

 

85 Hann gav henni sterkan drykk,

hon sovnaði, sum hon sat,

nøktaði hann hana úr øllum klæðum

so til songar bar.

 

86 Báðar legði hann armarnar

tvørtur um Óluvu háls,

frúgvin lá bæði bjørt og blíð,

tá vóru svik til fals.

 

87 Hugin kemur av skógvi heim,

sær tey merki stór:

“Hvør hevur her til hallar verið,

síðan eg heiman fór?”

 

88 Hugin kemur av skógvi heim,

eg geri tað ei at loyna:

“Hvar er Óluva, drotning mín,

ið eg fekk tær at goyma?”

 

89 “Setist niður við borðinum,

veldigi harri kær,

síðan skal eg siga tygur,

hvar Óluva drotning er!

 

90 Setist niður við borðinum,

veldigi harri fín,

Síðan skal eg siga tær

frá Óluvu drotning tíni.”

 

91 Mýlint tók tann blámannin,

hann legði fyri gátt:

“Her skalt tú síggja tann lagmannin,

ið hon hevur havt í nátt.”

 

92 Hugin stendur á loftsbrúnni,

hann sortnar sum ein mold:

“Illa hevur tú, Óluva,

spilt títt ljósa hold.”

 

93 Tað var hin illi Mýlint,

hann høvur av herðum sneið,

tað tendraðust ljósini,

so vítt sum blóðið dreiv.

 

94 Tí svaraði Hugin kongur,

líkaði honum illa:

“Drapst tú mannin sakleysan,

slíkt er mikil villa?”

 

95 “Tegið, tegið, mín veldigi harri,

talið ikki slíkt,

hetta eru frúnnar illgerningar,

tykir so vera líkt!”

 

96 “Nú skal lata bryggja og baka,

nú skal blanda vín,

senda skal boð eftir Pipping kong

at skeinkja fyri dóttur síni.

 

97 Nú skal lata bryggja og baka,

nú skal blanda bjór,

senda skal boð eftir Pipping kong

at skeinkja fyri dóttur góð.”

 

98 “Tað er mín fyrsta undanførsla,

flytið meg út á hav,

eri eg sek í hesum verki,

tit søkkið meg niður í kav!”

 

99 Førdu Óluvu á havið út,

so er greint fyri mær,

tá ið teir aftur til landa komu,

tá sat frúgvin har.

 

100 Svaraði hin illi Mýlint,

hann svarar so frá sær:

“Hetta eru frúnnar illgerningar,

vit síggja sita har.”

 

101 “Tað er mín onnur undanførsla,

um enn tit viljið kenna,

setið meg í háa torn,

og latið mítt likam brenna!”

 

102 Teir settu Óluvu í høga torn,

tíðliga á einum morgni,

tað beit ikki eldur á hennara holdi

heldur enn knívur á hørðum horni.

 

103 Teir settu Óluvu í høga torn,

mangt varð henni at meini,

beit ikki eldur á hennara holdi

heldur enn hagl á hørðum steini.

 

104 Óluva gekk at vøgguni,

hon mælir við sonin sín:

“Verður tær nakað ílagað,

tú minst á móður tína.”

 

105 Hon tók upp sín unga son,

hendur um hálsin legði,

góður dugur, gevið ljóð,

hvat hon við hann segði!

 

106 Tað var hin illi Mýlint,

frúnni vildi mein,

so skeyt hann til barnsins vøggu,

tað brast hans kjálkabein.

 

107 Tað var hin illi Mýlint,

frúnni vildi harm:

“Ei er hon av einum vánd,

nú vil hon drepa sítt barn.”

 

108 “Aldrigi verði tær, Mýlint ríki,

eydna við tínari giftu,

tann sum alla verøld skapti,

hann tær tað væl skifti.

 

109 Tað er mín triðja undanførsla,

um enn tit vilja tiggja,

setið meg í oyðumørk,

sum ormar og paddur liggja!”

 

110 Teir settu Óluvu í ormahús,

so er greint fyri mær,

allir løgdust uttan um hana,

alt gekk henni væl.

 

111 Teir settu hana í ormahús,

í tá ørvarpínu,

Mýlint býður konginum

Galionnu, systur sína.

 

112 “Eg man onga jomfrú lova,

at leggja á mín arm,

eftir Óluvu, drotning mína,

hon vekir mær harm.

 

113 Eg man onga jomfrú lova,

at leggja við mína síðu,

eftir Óluvu, drotning mína,

hon vekir mær kvíðu.”

 

114 Tað var reysti Hugin kongur,

fell upp á sítt knæ,

meðan hann frúnna Galionnu

til ektar festi sær.

 

115 Drukkið varð teirra brúdleypið,

bæði væl og leingi,

reið so mangur omantil

sum fjøður í fuglaveingi.

 

116 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Hugin og hans vív.

 

117 Tey vóru ikki leingi saman,

til tey gótu svein,

hann var á vándum stundum gitin,

og so varð hann borin í heim.

 

118 Frúgvin læt seg við barni ganga,

níggju mánaðir sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

119 Tað var tá, sum oftast enn,

duld eru døpur mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

120 Sveipar hon hann í klæði rein,

gott skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Málandrus bað hon kalla.

 

121 Sveipar hon hann í klæði rein,

gott er at taka til evna,

síðan læt hon presti bera,

Málandrus bað hon nevna.

 

122 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur fyri móður sín,

meiri legði hon røkt á tað

enn alt sítt gull skrín.

 

123 Barnið varð borið frá kirkju heim,

sett á móður fang,

meiri legði hon røkt á tað

enn alt sítt gull og land.

 

124 Áður hann gat á gólvi gingið,

tá beit hann mann í fót,

Mýlint og hon Galianna,

tey buðu fyri hann bót.

 

125 Áður hann gat á gólvi gingið,

tá beit hann mann í føtur,

Mýlint og hon Galianna,

tey buðu fyri hann bøtur.

 

126 Teir vuksu í ríkinum,

báðir á eini grund,

so var munur teirra millum

sum kristin mann og hundur.

 

127 Teir vuksu upp í ríkinum,

báðir á eini høll,

tað var sonur Óluvu,

ið hirðin untist øll.

 

128 Tað var reysti Landrus ungi,

hinum vildi mein,

so skeyt hann til Málandrus,

tað brast hans kjálkabein.

 

129 Svaraði frúgvin Galianna:

“Ilt er á at herja,

hví letur tú tín horkonu son

títt einkarbarn so berja?”

 

130 Svaraði frúgvin Galianna,

gløð fyri uttan sút:

“Tak ein lurk og ber hann við

og koyr hann av [h]øllum út!”

 

131 Landrus fór seg haðan burt

úr sín faðirs veldi,

hann kom seg so síðla dags

til Sivju á kvøldi.

 

132 Tað var reysti Landrus ungi,

heim í garðin fór,

úti Sivja, fostra hans,

fyri honum stóð.

 

133 “Ver vælkomin, Landrus ungi,

higar í dag til mín,

drekk nú hvar tær betur líkar

mjøðin ella vín!

 

134 Tú skalt vera vælkomin

hjá mær og mínum monnum,

sita yvir mítt breiða borð

og drekka tann mjøð av sonnum.

 

135 Tú skalt vera vælkomin

hjá mær og mínum sveinum,

sita yvir mitt breiða borð

og drekka tann mjøðin reina.”

 

136 Hon gav honum klæði góð,

seymað við silkiknappar:

“Galianna er tín stjúpmóðir,

hon man teg háða og happa.”

 

137 Hon gav honum klæði góð,

silkiknappað slag:

“Tak tað ikki fyri vanvirðu

minni manni enn tær!”

 

138 Tað var reysti Landrus ungi,

ræð sær út at ríða,

sviku teir av honum klæðini

innan so grøna líða.

 

139 Snarliga snúðist Landrus ungi

aftur til Sivju fund,

úti stóð og fagnaði honum

tað lystiliga sprund.

 

140 Hon gav honum klæði góð,

seymað við silkiknappar:

“Galianna er tín stjúpmóðir,

hon man teg háða og happa.”

 

141 Hon gav honum klæði góð,

silkiknappað slag:

“Tak tú ikki fyri vanvirðu

minni manni enn tær!”

 

142 Landrus vá tá illgerðráð,

bæði var grimt og stórt,

drotning svímaði úr hásæti

fram á hallargólv.

 

143 Ikki tordi Landrus ungi

aftur á Sivju vitja,

hann kom seg á heyggin fram,

sum tríggir dvørgar sitja.

 

144 “Hatta er sonur Óluvu,

ið teir hava svølt,

*Hugins kongsins drotning,

mín bróðir, tala ikki hvølt!

 

145 Hann er væl bevaraður,

ið harrin vil bevara,

gerið einki tann unga son,

vit hava nógvar aðar!”

 

146 Undirstóð hann dvørgamál,

áður hann haðan gekk,

brynjuna hevði hann heim við sær,

so góðan sigur fekk.

 

147 Undirstóð hann dvørgamál,

áður hann haðan reið,

brynjuna hevði hann heim við sær,

so góðan sigur beið.

 

148 Landrus reið seg haðan burt,

so er greint fyri mær,

hann kom seg at heygi fram,

sum hans, móðir var.

 

149 Tað var reysti Landrus ungi,

skuldi frá sær skjóta,

har sá hann sína sælu móður,

so mangan ormin ljóta.

 

150 “Hoyr tú tað, tín ungi maður,

hvøssu skal eg teg nevna,

ið hvat vilt tó skjóta meg,

hvat havi eg gjørt til stevna?”

 

151 “Landrus skalt tú nevna meg,

Hugin, kongsins son,

Óluva drotning

mín móðir var hon.”

 

152 “Hoyr tú, reysti Landrus ungi,

sæli sonur mín,

hvat hevur hann til ráða tikið,

Hugin faðir tín?”

 

153 “Tað hevur hann til ráða tikið,

Hugin faðir mín,

Mýlint hevur givið honum

Galiannu, systur sína.”

 

154 “Sivja eitur fostra tín,

hon býr fyri handan á,

bið hana senda mær klæði góð,

hevur hon til tess ráð.”

 

155 Snarliga snúðist Landrus ungi

aftur á Sivju fund,

úti stóð og fagnaði honum

tað lystiliga sprund.

 

156 “Hoyr tað, Sivja, fostra mín,

eg sigi tær satt ífrá,

mín móðir bað senda sær klæði góð,

hevði tú til tess ráð.”

 

157 Tað var Sivja, fostra hans,

hon tók so fast at gráta:

“Tín mundi móðir á skemri stund

sítt unga lívið lata.”

 

158 “Hoyr tú, Sivja, fostra mín,

tú far ikki við so hátt,

eg talaði við mína móður í gjár,

tað skal roynast brátt!”

 

159 Tók hann sína sælu móður,

setti hana á sín hest,

førdi hana so til hallar heim,

sum hann kundi best.

 

160 Tað var frúgvin Óluva,

hon gekk í hallina inn,

allar tær, ið inni vóru,

bliknaðu um kinn.

 

161 Landrus gekk í hallina inn,

sítt faðirs skegg hann risti,

allir teir, ið inni vóru,

sótu alvæl tvistir.

 

162 Landrus gekk í hallina inn,

Mýlint at honum neig:

“Sig mær skjótt og skundiliga

hví tú mína móður sveik?”

 

163 “Miskunn, miskunn, Landrus,

vænti eg mær av tær,

tí eg havi leingi verið

tínum faðir kær.”

 

164 “Onga miskunn fært tú,

og onga miskunn fá,

sig mær skjótt og skundiliga

øllum svikum frá!”

 

165 “Hoyr tað, reysti Landrus,

eg geri tað ei at loyna,

eg beyð frúnni gull og fæ,

so vildi eg hana royna.

 

166 Hon segði mær nei og ikki já,

tað tókti mær kvíðu,

eg tók henda blámannin

og legði hjá hennara síðu.

 

167 Hon segði mær nei og ikki já,

tað tókti mær harm,

eg tók henda blámannin

og legði á hennara arm.

 

168 Tað er mín fyrsta undanførsla,

um enn tit viljið tiggja,

setið meg í oyðumørk,

sum ormar og paddur liggja!”

 

169 Teir settu Mýlint í ormahús,

tað var ikki undur,

áður hann kom har hálvur inn,

teir rivu hann kykan sundur.

 

170 “Hoyr tað, frúgvin Óluva,

vilt tú tí boði lova,

tær bjóði eg í fyrstu nátt

í song hjá mær at sova!”

 

171 Takk havi frúgvin Óluva,

so væl helt hon sína trú,

hon gav seg í kleystur inn

alt í sítt fantablóð.

 

CCF 107 A

TSB E 105

 

Handrit:  Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [13].

 

Útgávur:  

1. Antikvarisk Tidsskrift 1846-48 s. 281.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 188.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 157

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 26. bind, s. 9.

 

Heimild: Úr Skúgvoy: Joen Hansen, Jógvan í Búðini (1808-1890), Skúgvoy 1848.

 

E 105 Óluvu kvæði (Husband believes false accusations against his wife and punishes her, but she is later saved by her son)

Óluva er gift við Hugini kongi, og tey eiga ein son, Landrus.

Meðan kongur er burturstaddur, roynir Mýlint at lokka Óluvu, men hon vísir hann frá sær. Síðani fær hann hana at drekka, til hon sovnar, og leggur hana og ein móra í somu song. Kongur kemur aftur og finnur tey har. Hann trýr Mýlinti og sendir Óluvu út í oyðimørkina. Hann giftist eini skyldkonu Mýlint.

Tá ið Landrus er tilkomin, finnur hann mammu sína á lívi. Hann fer heim við henni og fær Mýlint at viðganga, hvat ið hann hevur gjørt. Hann verður sendur út í oyðimørkina og doyr har. Óluva fer í klostur.

á føroyskum: CCF 107 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017