• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jákimann kongur

 

A.

 

CCF 108-I Aa

TSB E 134

 

1 Jákimann kongur á Húnalandi,

hann streingir á tann váða,

hann skal hava Hartans systur,

sjálv má hon ikki ráða.

 

Gár í dans, frúvur!

Sprund fagurt eg mær kjósi,

til at dansa með við hond,

so fagurliga sum tað kann,

gár í dans frúvur!

 

2 Jákimann kongur í Húnalandi,

hann streingir tað til,

hann skal hava Hartans systur,

um enn hon ikki vil.

 

3 Jákimann kongur í Húnalandi,

søgur ganga frá,

høgrumegin er hann hvítur,

vinstrumegin blá.

 

4 Svaraði ein av monnum hans,

rymur í brósti rennur:

“Áðrenn tá frúnna neyð[u]ga festir,

sveitkast tú um enni. ”

 

5 Jákimann tekur stríða skegg,

strýkur tað upp við væli:

“Mær skal ikki blóðið dríva

av einum jalsins træli.”

 

6 Tað var reystur Jákimann kongur

sínum svørði brá,

hann kleyv henda valdra svein

sundur í lutir tvá.

 

7 Jákimann situr í hásæti,

talar til sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað leingi?”

 

8 Jákimann situr í hásæti,

talar við sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað enn?”

 

9 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so,

best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á?”

 

10 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Hartan kong,

væna systur ár.

 

11 Hartan kongur systur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for kongsins borði.

 

12 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári,

heldur enn tann fagrasta summarsól,

ið fagurt skín um várið.

 

13 Hartan kongur systur eigur,

væna og so vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

hon kann títt lív væl prísa.”

 

14 “Er hon so von og tekkilig,

sum tær sigi frá,

hagar skal eg streingja mínum

bønarorðum á.

 

15 Hagar skal eg streingja

mínum bønarorðum á,

biðja systur Hartan kong,

tað stendst hvat av ið má.

 

16 So letur reystur Jákimann kongur

síni skipin  gera,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

17 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Hartans land.

 

18 Higar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

19 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Jákimann kongur

sínum fótum á land.

 

20 Fyrstur stígur Jákimann kongur

sínum fótum á land,

so var hann á foldini tungur,

hann søkk til kníggja í sand.

 

21 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu og jørin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

22 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir  inn.

 

23 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Hartan kongur for borði sat

við manna hundrað fimm.

 

24 Jákimann gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

25 Jákimann stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Hartan kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

26 Leingi sat hann Hartan kongur,

áðrenn hann tordi tala:

“Heimtið mína systur í hallina inn,

hon sjálv for seg at svara.”

 

27 Frúgvin varð bæði studd og leidd,

inn í hallina gekk,

Jákimann sat í hásæti,

hann ymsar litir fekk.

 

28 “Hartan, kenni eg handa mann,

eyka mær ei tann sprongd,

svartur er hann og sámleitur

at sova hjá mær í song.

 

29 Kjaftur hans er ógvuligur,

nasarnar eru langar,

so eru hansara kjálkabein,

sum fjórðingsvegur at ganga.

 

30 Eyguni eru sum tjarnir tvær,

ennið tað er fatt,

nasarnar víðar sum neystadyr,

sum sigi eg alt satt.

 

31 Skeggið er sum sótið svart,

hongur niður á bringu,

neglirnar rætt sum bukkahorn,

alin fram av fingrum.

 

32 Kamparnir rætt sum faks so strítt,

hongur niður á belti

brýrnar eru sum hamrar tveir,

tonn sum í villini gelti.”

 

33 Hatta  frætti Herint

suður í síni lond,

Hartans systir í ríkinum

hon er so biðlavond.

 

34 So læt ungi Herint

síni skipin gera,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

34 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli.

so var segl í topp.

 

36 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Hartans land.

 

37 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

38 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig ungi Herint

sínum fótum á land.

 

39 Fyrstur steig ungi Herint

sínum fótum á land,

sló hann sínar herbúðir

skamt frá sjóvarstrand.

 

40 Ganga teir frá strondum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

41 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

42 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hartan kongur for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

43 Herint gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

44 Herint stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Hartan kongur,

gev mær systur tína!”

 

45 Leingi sat hann Hartan kongur,

áðrenn hann tordi tala:

“Heinta mína systur í hallina inn

hon sjálv for seg at svara!”

 

46 Frúgvin varð bæði studd og leidd,

inn í hallina gekk,

fyrst hon Herint við eygum sá,

hon vilja til hann fekk.

 

47 “Eg havi ikki Jákimann kong,

hann er so leitt eitt trøll,

so er faðir og so er móðir,

og so er hirðin øll.

 

48 Eg havi ikki Jákimann kong,

stórur í sorg og virði,

tjúkkur er hann og dravlorkutur,

náir ei inn um dyr.”

 

49 “Tað sær eg á tær Herint,

at tú manst ognast vív,

kom á hólm og berst við meg

eina so lítla tíð!

 

50 Tað sær eg á tær Herint,

at tú manst ognast sprund,

kom á hólm og berst mót mær

eina so lítla stund!”

 

51 Drukku teir í Hartans høll

fult í dagar tvá,

ikki fekk hann Jákimann kongur

Hartans systur at sjá.

 

52 Drukku teir í Hartans høll

fult í dagar tríggjar,

ikki fekk hann Jákimann kongur

Hartans systur at síggja.

 

53 Ikki fekk hann Jákimann kongur

Hartans systur at sjá,

tað var ungi Herint,

hann ríður til og frá.

 

54 Herint er riðin for hallardyr,

man meg rætt um minna:

“Er her inni Jákimann kongur,

eg krevi teg fyrsta sinni?”

 

55 “Tú tarvt ikki, reiðrarungi,

firra meg við elli,

spretti eg fingur í enni á tær,

so liggur tú deyður á vølli.”

 

56 “Skreppa tær einki, Jákimann kongur,

tóast tú ert vaksin,

oftum hevur lítil tógva,

felt slo stórum lassi!”

 

57 Drukku teir í Hartans høll

fult í dagar tvá,

ikki fekk hann Jákimann kongur

Hartans systur at sjá.

 

58 Ikki fekk hann Jákimann kongur

Hartans systur at sjá,

tað er hin ungi Herint,

hann ríður til og frá.

 

59 Herint er riðin for hallardyr,

man meg rætt um minna:

“Ert tú her inni, Jákimann kongur,

eg krevi teg annað sinni?”

 

60 “Tú tarvt ikki geiraungi

at firra meg so leingi,

ver tú frægur í orðum spakur,

reystari sá eg dreingir!

 

61 Tú tarvt ikki Jákimann kongur

hava so mikið á munni,

einki kanst tú rósa av,

fyrr enn tú hevur vunnið!”

 

62 Drukku teir í Hartans høll

fult í dagar tríggjar,

ikki fekk hann Jákimann kongur

Hartans systur at síggja.

 

63 Ikki fekk hann Jákimann kongur

Hartans systur at sjá,

tað var hin ungi Herint,

hann ríður til og frá.

 

64 Drukku teir í Hartans høll,

bæði úti og inni,

drukku mjøð og kláran vín,

so glaðir á hvørjum sinni.

 

65 Herint er riðin for hallardyr,

man meg rætt um minna:

“Ert tú her inni, Jákimann kongur,

eg krevi teg triðja sinni?

 

66 Ert tú her inni, Jákimann kongur,

eg krevi teg út at ríða,

á teim somu leikvøllum,

sum riddarar plaga at stríða?”

 

67 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

løgdu sínar bardagar

skamt frá Hartans høll.

 

68 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viða rann.

 

69 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viða gekk.

 

70 Harra Gud í himmiríki,

mikil er tín makt,

so var Herint í víggi staddur,

opin fell hann aftur.

 

71 Herint stendur á grønum vølli,

gerst í kinnum bleikur,

ormar skriðu av Jákimann kongi,

hvør mót øðrum leika.

 

72 Herint gevur høggini tung,

alt fyri uttan gaman,

við hvørt stykki, hann av honum høgg,

snarari rann hann saman.

 

73 Herint stendur á grønum vølli,

kinnir ber hann baldar,

ormar skriðu av Jákimann kongi,

hvør mót øðrum halda.

 

74 Tað var frúgvin Hartans systir,

fann upp á tey ráð,

í hvørjari kirkjuni

læt hon klokkur slá.

 

75 Í hvøjari kirkjuni

letur hon klokkur ringja,

heiðin trýtur og illa frýntur,

kykur av harmi vil springa.

 

76 Herint letur høggini falla,

hoyrdist yvir fjøll,

stykki høgdi hann av honum tólv,

saman runnu øll.

 

77 Herint hugsar við sjálvum sær:

“Hatta er størsta undur,

nú skal taka stólp og stein

og føra hann víða sundur.”

 

78 Tað var hin ungi Herint

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Jákimann kong

sundur í lutir tvá.

 

79 “Eg havi staðið í tunga stríð,

so sára havi eg meg møtt,

nú skal eg festa tað væna vív,

so dýrt havi eg hana keypt.

 

80 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Herint og hans vív.

 

Gár í dans, frúvur!

Sprund fagurt eg mær kjósi,

til at dansa með við hond,

so fagurliga sum tað kann,

gár í dans frúvur!

 

CCF 108-I Aa

TSB E 134

 

Handrit:  Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [8].

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 199

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 26. bind, s. 116.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannis í Króki (1794-1869), Sandi 1854.

 

E 134 Jákimann kongur (Church-bells help suitor defeat giant rival)

Jákimann kongur av Húnalondum, ið eru av trøllaslag, ger av at giftast systur Artan kongs. Hann biður um hana, men fær krakk.

Herint frættir um hetta og fer til land Artan kongs. (Frábr. A, B: Hann biður um systur Artan, og hon sigur ja.) Herint bjóðar Jákimanni av í einstaklingsstríð, og teir berjast í nógvar dagar. (Frábr. A, B: Kongsdóttirin fær kirkjuklokkur at ringja, og tað ørkymlar Jákimann.)

Herint drepur Jákimann og giftist við kongsdóttrini.

á føroyskum: CCF 108 A: I, B: I, C: I (bert á føroyskum). Partur av ”Ívint Herintsson”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017