• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Samsons kvæði

 

CCF 113 Aa

TSB E 136

 

1. Eg kann einki at kvøða,

hvar ið eg komi í dans,

kvøði um Samsons riddarskap

og roysnisverk hans.

 

Høviskir sveinar, stígið á gólv um tíma!

Latið so dynja dans um stund!

Tað er ei leingi, ið meg lystir at ríma.

 

2 Tað var hans fyrsta roysnisverk

eina morgunstund,

feldi niður átjan hundrað

í grønari lund.

 

3 Samson tók á steinin tann,

ið fimtan kundu ikki lyfta,

við aðrari síni hondini

hann yvir ryggin syfti.

 

4 Kykan reiv hann ljónin sundur,

dýrið tað hitt sterka,

tí man leingi gitið verða

Samsons roysnisverk.

 

5 Tað var hans fjórða roysnisverk,

er mær ei á tí hól,

hann breyt niður risans borg

við átjan hundrað tólv.

 

6 Risin liggur við havið út

og snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit so væna jomfrú?

ta havi eg hugsað leingi.”

 

7 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær svá?

best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

8 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

men hoyrt havi eg gitið Samson sterki

væna drotning ár.

 

9 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári,

heldur enn tann fagrasta summarsól,

ið fagurt skín um várið.”

 

10 “Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar skal eg streingja

mínum bønarorðum á.

 

11 Hagar skal eg streingja

mínum bønarorðum á,

biðja drotning Samson sterka,

tað stendst hvat av, ið má.”

 

12 Risin setst at skriva bræv,

hann skrivar tað út so víða:

“Við hesum skalt tú, Pætur lítli,

til frú Dalilu ríða.”

 

13 Risin setst at skriva bræv,

hann skrivar tað út til enda:

“Hetta skalt tú, Pætur lítli,

til frú Dalilu venda.”

 

14 Út varð loystur gangarin,

sum Pætur skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu.

 

15 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

ið Pætur skuldi á ríða.

 

16 Pætur lítli loypur á

sín góða gangara grá,

so leyp hann til Dalilu borg,

sum føtur bera má.

 

17 Pætur lítli loypur á

sín góða gangarahest,

so reið hann til Dalilu borg,

sum føtur bera mest.

 

18 Av gulli vóru grímurnar,

sum silvur saðil *skein,

so reið Pætur ráðgevar

til Dalilu borgir heim.

 

19 Tað var Pætur ráðgevar,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Dalila

fyri honum stóð.

 

20 “Statt væl, frúgvin Dalila,

úti fyri mær!

Her eru brøv av Upplondum,

sum risin sendi tær!”

 

21 Svaraði frúgvin Dalila,

tá hon brævið sá,

hon sveik ikki harra sín,

tann stund hon liva má.

 

22 Tað gjørdi frúgvin Dalila,

tá hon brævið kendi,

kastaði tað í heita bál

í reyðum loga brendi.

 

23 Aftur loypur Pætur lítli

til sín góða hest,

so reið hann til risans borg,

sum føtur bera mest.

 

24 Úti stóð risin í Holmgørðum

hálvan annan dag,

inntil hansara sendiboð

kom aftur í Holmgarð.

 

25 “Ver vælkomin, Pætur lítli,

higar heim til mín,

hvøssu tók frúgvin Dalila

við bønarorðum mín?”

 

26 “Svaraði frúgvin Dalila,

tá hon brævið sá:

hon sveik ikki harra sín

tann stund, hon liva má.

 

27 Tað gjørdi frúgvin Dalila,

tá hon brævið kendi:

kastaði tað í heita bál

í reyðum loga brendi.”

 

28 Risin gekk í hallina inn

við so tungari trá,

leskaði hvørki mat ei drekka

í fullar dagar tvá.

 

29 Risin setst at skriva bræv,

hann skrivar tað út so víða:

“Við hesum skalt tú, Pætur lítli,

til Dalilu ríða.”

 

30 Risin setst at skriva bræv,

hann skrivar tað út til enda:

“Hetta skalt tú, Pætur lítli,

til frú Dalilu venda.”

 

31 Risin setst at skriva bræv,

hann skrivar tað um íkring,

síðan legði hann innaní

tann dýra drotnings ring.

 

32 Risin setst at skriva bræv,

hann kundi væl penni stýra,

síðan legði hann innaní

tann drotnings ringin dýra.

 

33 Pætur lítli loypur á

sín góða gangara grá,

so reið hann til Dalilu borg,

sum føtur bera má.

 

34 Pætur leyp á gangaran sín

við so nýtum orðum,

so reið hann til Dalilu borg,

sum hann hevði verið í forðum.

 

35 Tað var Pætur ráðgevar,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Dalila

fyri honum stóð.

 

36 “Statt væl, frúgvin Dalila,

úti fyri mær,

her eru brøv av Upplondum,

ið risin sendi tær!”

 

37 Svaraði frúgvin Dalila,

tá hon ringin sá,

hon skuldi svíkja harra sín

og sjálv leggja til tey ráð.

 

38 Svaraði frúgvin Dalila,

tá hon ringin kendi,

hon skuldi svíkja harra sín,

men skitin er slíkur endi.

 

39 “Fimtan lati hann herskipini

út á sjógvin ganga,

annað slíkt skal eftir koma

undir ein loynitanga.

 

40 Fimtan lati hann herskipini

út á sjógvin dynja,

annað slíkt skal eftir koma

við svørð og ringabrynju.

 

41 Tá *tarvt hann búgva sín virtur væl,

og gyrða sín hest við gerð,

um enn hann hevur eitt átjan hundrað,

tílíka rakar hann ferð.

 

42 Tá *tarvt hann búgva sín virtur væl

og gyrða sín hest við brandi,

um enn hann hevur eitt átjan hundrað,

hann jagar hann út av landi.”

 

43 Aftur loypur Pætur lítli

til sín góða hest,

so reið hann til risans borg,

sum føtur bera mest.

 

44 Úti stóð risin í Holmgørðum

hálvan annan dag,

inntil hansara sendiboð

kom aftur í Holmgarð.

 

45 “Ver vælkomin, Pætur lítli,

higar heim til mín,

hvøssu tók frúgvin Dalila

við bønarorðum mín?”

 

46 “Svaraði frúgvin Dalila,

tá hon brævið sá,

hon skuldi svíkja harra sín

og sjálv leggja til tey ráð.

 

47 Svaraði frúgvin Dalila,

tá hon ringin kendi,

hon skuldi svíkja harra sín,

mentum er stríð for hendi.

 

48 Fimtan lat tú herskipini

út á sjógvin ganga,

annað slíkt skal eftir koma

undir ein loynitanga!

 

49 Fimtan lat tú herskipini

út á sjógvin dynja,

annað slíkt skal eftir koma

við svørð og ringabrynju!

 

50 Tá *tarvt tú búgva tín virtur væl

og gyrða tín hest við brandi,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað,

hann jagar teg út av landi.

 

51 Hon bað teg búgva tín virtur væl

og gyrða tín hest við gerð,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað,

tílíka rakar tú ferð.”

 

52 Samson liggur í síni song,

hoyrir trummur ganga:

“Blæs í lúður innanfyri,

risin leggur at landi!”

 

53 Tað var riddarin Samson,

letst í brynju blá,

burtur var hans góða svørð,

ið hann skuldi líta á.

 

54 Burtur var hans góða svørð,

ið hann skuldi líta á:

“Hoyr tú, frúgvin Dalila,

hvat eru nú til ráð?”

 

55 “Tað er enn sum oftum er,

køld eru kvinnuráð,

hon lætst at leita eftir svørðinum,

hon vildi tað ikki fá.

 

56 Tað er enn sum oftum er,

køld eru kvinnusinni,

hon lætst at leita eftir svørðinum,

hon vildi tað ikki finna.

 

57 Út reið riddarin Samson

eina morgunstund,

feldi niður átjan hundrað

í grønari lund.

 

58 Út reið riddarin Samson

eina morgunstund,

feldi niður átjan hundrað

í grønari lund.

 

59 Út reið riddarin Samson,

Gud vildi honum hjálpa,

feldi niður átjan hundrað

við einum ásins kjálka.

 

60 Harra Gud av himmiríki,

hvar mikil er tín makt,

so var Samson í víggi staddur,

opin fell hann aftur.

 

61 So var riddarin Samson.

illa staddur tá,

hann sá eina stóra keldu,

størri enn nøkur á.

 

62 Hann sá eina stóra keldu,

størri enn nøkur á,

tá var tað ein ásins kjálki,

hann hevði drukkið á.

 

63 Tað var riddarin Samson,

heim í garðin fór,

úti stendur og fagnar honum

tað ynniliga fljóð.

 

64 “Statt væl úti fyri mær,

mítt ynniliga sprund!

Deytt liggur eitt átjan hundrað

í grønari lund.”

 

65 Tað var frúgvin Dalila,

tekur hon til at gegna:

“Lova mær at skeinkja mjøð

fyri teg og tínar tegnar!”

 

66 Svaraði riddarin Samson,

tekur nú til at gegna:

“Gjarna mást tú skeinkja mjøð

fyri meg og mínar tegnar.”

 

67 Tað var frúgvin Dalila,

hon tók sær ker í hand,

so gekk hon í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

68 So skeinkir frúgvin Dalila

mjøðin út í vín,

fyrstur sovnaði Samson sterki

fram úr sessi sín.

 

69 So skeinkir frúgvin Dalila

mjøðin fram í høll,

fyrstur sovnaði Samson sterki,

síðan hirðin øll.

 

70 Dalila heitir á moyggjarnar:

“Berið mín harra í song,

latið hann ikki sovandi sita,

tí hann er ein góðsmans drong!”

 

71 Stakk hon út hans bæði eygu

og klipti av honum hár,

moyggjar hildu á ljósunum,

tað vóru allars ráð.

 

72 Stakk hon út hans bæði eygu,

ballaði innan í klút,

svørji eg tann eið við mína trúgv,

hon gekk við sorgum út.

 

73 Stakk hon út hans bæði eygu,

fór ikki við so hátt,

so gekk hon í Holmgarðar,

ta døkku vetrarnátt.

 

74 Samson liggur í síni song,

hoyrir fuglaklang:

“Hvat man feila Bænadit,

at náttin gerst so lang?”

 

75 “Út eru tygara eygu stungin,

klipt er av tygum hár,

moyggjar hildu á ljósunum,

og tað vóru allans ráð.

 

76 Øll er tygara seingin,

stokkin út við sveita,

horvin er frúgvin Dalila,

ei er til hana at leita.”

 

77 Tríggjar nætur á seingini lá,

tá tók at spretta hár,

hann reisist upp í seingini,

nú gerst drongur knáur.

 

78 “Eystan fyri kirkjuna,

har stendur ein steinur so tungur,

har gekk eg at skemta mær,

helst tá ið eg var ungur.

 

79 Hoyr tað, boldi Bænadit,

eg geri tað ei at loyna,

leið meg aftur at steininum,

nú vil eg hann royna!”

 

80 Bænadit leiðir harra sín

at steininum fram,

tá hevði hann ikki meira *megi

enn annar menskur mann.

 

81 Svaraði riddarin Samson,

gerst so nýtur drongur:

“Gud lati meg ikki í verðini

blindan liva longur.”

 

82 “Svaraði boldi Bænadit

fyrsta orði tá:

“Liv væl bæði heilur og sælur,

góð eru tygara ráð!”

 

83 Tað er riddarin Samson,

gerst so nýtur drongur:

“Bænadit, tú skalt leiða meg

aftur í mína song!”

 

84 Níggju nætur á seingini lá,

tók at vaksa hár,

hann reisist upp í seingini,

nú gerst drongur knáur.

 

85 “Hoyr tú, boldi Bænadit,

eg geri tað ei at loyna,

leið meg aftur at steininum,

nú vil eg hann royna!”

 

86 Samson tók á steinin tann,

ið fimtan kundu ikki lyfta,

við aðrari síni hondini

hann yvir ryggin syfti.

 

87 “Tað segði mær so mangur maður,

tá eg reið í leik,

eg hevði fimtan manna megin,

hvørju megin reik.

 

88 Tað segði mær so mangur maður,

tá eg reið í dans,

eg hevði fimtan manna megin

hvørjumegin krans.

 

89 Megin havi eg aftur fingið,

tað ið Gud mær gav,

men eyguni fái eg ikki aftur

fyrr enn á dómadag.

 

90 Hoyr tú, boldi Bænadit,

eingin annar manna,

vit skulu vappa villan skógv

og okkum londum kanna.”

 

91 Bænadit leiðir harra sín

niðan við eini á,

hann sær uppi í fjallinum,

hvar ið *ógnarljómurin lá.

 

92 Tað er boldi Bænadit,

tekur hann til at *øpa:

“Her liggur ein *ógnarljómur,

hann vil okkum báðar drepa.”

 

93 “Vil hann okkum báðar drepa,

illa skal tað honum gá,

lat meg mínar báðar hendur

í hans faksið fá!

 

94 Vil hann okkum báðar drepa,

illa skal tað honum ganga,

lat meg mínar hendur

í hans faksið fanga!”

 

95 Samson sprakk á ljómins bak,

alt tað sum hann kundi,

hann hevði einki annað boksl

enn fingrar tveir í munni.

 

96 Samson sprakk á ljómins bak,

alt tað sum hann kann,

hann hevði ikki annað boksl

enn fingrar tveir í tann.

 

97 Kykan reiv hann ljómin sundur,

dýrið tað hitt sterka,

tí man leingi gitið verða

Samsons roysniverka.

 

98 Kykan reiv hann ljómin sundur,

kastaði á grønan vøll:

“Gævi so Gud, at pílarinir

teir vóru undan risans høll.”

 

99 Bænadit leiðir harra sín

eina morgunstund,

høgar sær hann risans borgir

daga í grønari lund.

 

100 Bænadit leiðir harra sín

eina morguntíð,

høgar sær hann risans borgir

daga í grønari líð.

 

101 Bænadit leiðir harra sín

við trega og tungan vanda,

høgar sær hann risans borgir

á pílarum standa.

 

102 Bænadit so til orða tekur:

“Ei verður ferðin greið,

høgar standa risans borgir

fyri okkum á leið.”

 

103 “Bænadit gakk í hallina inn

eftir fornum vanda

dvølst har ikki inni leingi,

eg skal úti standa!”

 

104 Bænadit gekk í hallina inn,

eingin ið hann kendi

uttan frúgvin Dalila,

hon eyguni at honum rendi.

 

105 Svaraði frúgvin Dalila

fyrsta orðið tá:

“Hvøssu livir tann gamli kall

heimi í ríki vár?”

 

106 “Tú tarvt einki at minna meg

á mín harra neyð,

hann liggur sjúkur í seingini,

eg vænti, at hann er deyður.”

 

107 Tað var frúgvin Dalila,

tók so sárt at gráta,

eftir spurdi risin,

hví hon mundi so láta.

 

108 “Eg var meg við á í gjár,

har vaskaði eg mær og tvá,

har misti og burt mínar gullringar,

tarfor felli eg tár.”

 

109 “Tú grætur ei um gullring,

ei um aðrar fíggja,

tú grætur um tann gamla kall,

tú fært hann ikki at síggja.”

 

110 So sára græt frúgvin Dalila,

sum snekkjan flýtur í droyra,

Bænadit snúðist av hallini út,

hann lysti ei á at hoyra.

 

111 “Hoyr tú, boldi Bænadit,

sig mær frá tí sanna!

Hvøssu er borgin innan skipað

Við reystar risans manna?”

 

112 “Risin og frúgvin Dalila

sita undir silkitjaldri,

drotning er hon enn sum fyrr,

men tað við verri valdri.

 

113 Risin og frúgvin Dalila,

sita undir silkifeldi,

drotning er hon enn sum fyrr,

men tað við verri veldi.”

 

114 Tað er riddarin Samson,

greiðir reyðargullbondum:

“Gævi Gud, at Dalila

hon var í mínum hondum.”

 

115 “Hoyr tað, Samson, harri mín,

hav ikki slíkt á orði!

Átjan hundrað stoltsriddarar

sita yvir moynnar borði.

 

116 Risin og frúgvin Dalila

sita undir silki blá,

fimtan av teim blámonnum,

teir sita frúnni hjá.”

 

117 Tað er riddarin Samson,

lítur at reyðum ringi:

“Hevði eg havt míni bæði eygun,

frúnna skuldi eg fingið.

 

118 Hoyr tú, boldi Bænadit,

gakk á grønan vøll,

meðan eg kippi pílarinar

undan risans høll!

 

119 Hoyr tú, boldi Bænadit,

gakk har skamt ífrá,

meðan eg kippi tað seiga jarn,

ið borgin stendur á!

 

120 Tú hevur mær tænt fyri hond og fót,

og so fyri fæ og hestar,

tær gevi eg nú hálvt mítt ríki

og mína systur at festa.

 

121 Eystan for kirkjuna grav tú meg,

har standa míni merki,

har hvílir Manakur, faðir mín

og Absalon hin sterki!

 

122 Eystan for kirkjuna grav tú meg,

har hvílir mín móðir,

har hvílir Manakur, faðir mín,

og Absalon mín bróðir!”

 

123 Tað var boldi Bænadit,

hann gekk á grønan vøll,

Samson kipti pílarinar

undan risans høll.

 

124 Tað var boldi Bænadit

á grønum vølli stóð,

hann fell niður í óviti,

hann sá sín harras blóð.

 

125 Tók hann hann á bak sítt upp,

ikki var verkið lætt,

møtti hann einum 'Jabiskop'

har við kirkju statt.

 

126 Møtti hann einum 'Jabiskop'

har við kirkju statt:

“Tú hevur ikki gjørt tað satt,

ið Gudi tykir rætt.”

 

127 “Havi eg ikki gjørt tað satt,

ið Gudi tykir rætt?”

so vá hann tann 'Jabiskop'

har við kirkju statt.

 

128 Eystan fyri kirkjuna,

ið dreingir eyka skara,

dimmur er hesin dagur í dag

niður í mold at fara.

 

129 Eystan fyri kirkjuna,

ið dreingir eyka á fold,

gróv hann riddarin Samson

niður í døkka mold.

 

130 Bænadit festi systur hans

bæði við sámi og sátti,

settist aftur í stólin tann,

ið Samson sterki átti.

 

Høviskir sveinar, stígið á gólv um tíma!

Latið so dynja dans um stund!

Tað er ei leingi, ið meg lystir at ríma

 

CCF 113 Aa

TSB E 136

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, nr. 15, s. 217.

 

Útgávur:  

1. Jóannis í Króki: Sandoyarbók I. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long. 1968, s. 119.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 313

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 77.

 

Heimild: Úr Sandoy: Trond Hansen, Tummas á Trøðini (1782-1867), Skálavík, 1821 .

 

E 136 Samsons kvæði (Giant makes Delilah hurt and desert her husband Samson, but Samson takes revenge)

Ein risi roynir at tøla Dalilu, drotning Samson kongs. Hon vísir honum frá sær, men at enda nýtir hann ein gandaring at vinna hana við. Dalila hjálpir risanum, tá ið hann loypur á Samson við einum heri, men Samson sigrar. Tá ið hann kemur heim, fær Dalila hann at drekka, til hann sovnar, og síðani stingur hon eyguni úr honum og kutar hárið, har máttur hansara býr, av honum. So rýmir hon frá honum og fer til risans.

Tá ið nakað er fráliðið, er hár Samsons grógvið aftur, og hann varnast, at hann hevur fingið mátt sín aftur. Saman við einum vini fer hann av stað at finna Dalilu. Teir koma til borg risans. Vinurin tryggjar sær, at Dalila og risin eru stødd har. Samson biður vinin síggja til, at hann verður grivin í kirkjugarðinum, og síðani skræðir hann risans borg niður.

Øll inni í henni lata lív, eisini Samson, og vinur hansara jarðar hann. Síðani giftist hann systur Samsons.

á føroyskum: CCF 113 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017