• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði

 

Ragnarlykkja - Viljorms kvæði

 

CCF 12Aa

TSB E 81 (ør. 1-29)

TSB E 41 (ør. 30-71)

 

1 Kristin eitur Viljorms systir,

henni kom barn á hond,

føddist ikki vænari fljóð

í øllum Noregis land.

 

Nú fellur ríman

            yvir tann breiða fjørð,

            har liggur ein bóndi

            deyður í døkkari jørð.

            Nú fellur ríman.

 

2 Tað var Kristin, Viljorms systir,

sveipar at sær skinn,

so gekk hon í høgaloft

fyri Viljorm, bróður sín inn.

 

3 “Hoyr tað, mín hin sæli bróðir,

eg beri fyri tað trega,

hví fert tú ikki í londini burtur

tær eitt vív at biðja?”

 

4 “Hvar veitst tú í hesum landi

mær so vælborið sprund,

mær kann sáma mín frilla at vera

eina aftanstund?”

 

5 “Hoyr tað, mín hin sæli bróðir,

líka tað ikki illa:

tað er so mangt eitt góðs mans barn,

ið ikki vil vera tín frilla.”

 

6 “Hvar veitst tú í øðrum londum

mær ta moyggj so mæta,

bæði er klók og kunsturlig

til guls og landa at gæta?”

 

7 “Eg kann einki sannari

siga tær ífrá,

hevur tú hoyrt, at Girtlands kongur

væna dóttur ár?”

 

8 “Eg havi hoyrt, at Girtlands kongur

væna dóttur ár.”

“Tað tókti mær vera sámi títt,

kundi tú hana fá.”

 

9 “Er hon so von av øllum lutum,

sum tú sigur frá,

hagar stundi eg eiti mítt,

standi hvat av ið má.”

 

10 So letur hann Viljormur

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

11 So læt reystur Viljorm jall

síni skipini gera,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

12 Vant hann upp síni silkisegl,

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtlands vág.

 

13 Kastaði síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Viljorm jall

sínum fótum á land.

 

14 Viljormur gekk frá strondum niðan,

í hørðum var hann klæddur,

gullreyðan hjálm á høvdi bar,

var av ongum ræddur.

 

15 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

16 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Girtlands kongur á borði sat

við *manna hundrað fimm.

 

17 Viljormur gekk í hallina inn,

áður var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

18 Viljormur gekk í hallina inn,

ber upp kvøðu sína:

“Sit heil, frægur Girtlands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

19 Leingi tagdi Girtlands kongur,

hugsaði um tað ráð,

hvussu hann skuldi Viljormi

tey háðulig andsvør fá.

 

20 “Tað er ikki tann rennari

suður í Lokanslandi,

ikki kemur til Girtlanda

at biðja sær moyggj til handa.

 

21 Tað er ikki tann rennari

suður í Lokanslund,

ikki kemur til Girtlanda

at biðja sær sprund.”

 

22 Upp leyp reystur Girtlands kongur,

bar so snarpan fót,

setti stokkar fyri hallardyr,

so eingin náddi út.

 

23 Viljormur stendur á hallargólvi,

heldur sær á gamni:

“Hesin sami rennarin

hann tykist vera tín javni.”

 

24 Bardust báðir innanhallar,

vendu bøkum saman,

hvør ið sá á teirra leik,

av bar barnagaman.

 

25 Hvør ið sá á teirra leik,

av bar barnagaman,

eldur reyk av svørðunum,

tá ið eggjar bóru saman.

 

26 Bardust báðir innanhallar,

tað var helst av vanda,

sundur gekk Viljorms búgvið svørð

millum tveggja handa.

 

27 Tað var reystur Girtlands kongur,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Viljorm jall

sundur í lutir tvá.

 

28 Frættist tað av hallini út,

hvat hann vá við knívi,

hundrað heilt og hartil hálvt,

og tóku so drong av lívi.

 

29 Mangur livir í ríkinum

bæði við sorg og sút,

tað var Hergeir, Viljorms son,

hann frætti til Írlands út.

 

30 Tað var Kristin, Viljorms systir,

sveipar at sær skinn,

so gekk hon í høgaloft

fyri Hergeir, son sín, inn.

 

31 Svaraði Kristin, Viljorms systir,

sveipt í hvíta lín:

“Nær skalt tú til Girtlanda

at hevna faðir tín?”

 

32 “Mín hin sæla faðirsystir,

tú kanst mítt mál væl skilja,

eg eigi hvørki vinir ei frændur,

mær vilja til Girtlands fylgja.”

 

33 “Hoyr tað Hergeir, Viljorms son,

tú kanst mítt mál væl skilja,

tú eigur bæði vinir og frændur,

tær vilja til Girtlands fylgja.

 

34 Tað er ikki ein ella tveir

staddir í tí verki:

Sjúrður og frægi Nornagestur,

Brandur og Virgar sterki.”

 

35 Gingu teir til strandar niður,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir settu knørr av neysti.

 

36 Vundu teir upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ikki á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

37 Tað var ein tann smalamaður,

goymdi at síni geit,

hann sær skip av havi koma,

at havn tað vildi leita.

 

38 Sveinin rekur smalurnar

fram á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gekk í kongins høll.

 

39 Síðan akslar kápu blá,

hann gekk í kongins høll:

“Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tær eruð øll.

 

40 Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tær eruð øll:

eg sær skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

41 “Sært tú skip av havi koma,

seglini hvít sum lín,

tað er Hergeir, Viljorms son,

at hevna faðir sín.”

 

42 Svaraði tann hin lítli svein,

gull bar seg á hond:

“Eg man kenna merki teirra,

teir eru av kristin lond.

 

43 Sjúrðar merki er gult og blátt

við tað virðin full,

tað skyggir so hátt á glæstriborg,

tað glógvar sum reyðargull.

 

44 Virgars merki er reytt og hvítt,

gerst mín ríma long,

tað skrivar so mong ein frægðarkempa,

gull við vovin tong.”

 

45 Tað var reystur Girtlands kongur,

ræður so orðum svara:

“Nú er at samla liðið mítt,

móti teim at fara.”

 

46 Ragnarlykkja úr fjalli kom

við sítt skeggið hvíta,

átjan alin var hennar ryggur,

ógvulig at líta.

 

47 Ragnarlykkja fyri kongi stendur,

kneppir um svørðið langa,

hann kemur ikki so reystur í dag,

sum ikki skal aftur ganga.

 

48 Har kom mangur maður saman

undir kongins merki,

har kom Tórir trøllabani,

Brandur og Bigar(!) sterki.

 

49 Har kom mangur maður saman

undir kongins hand,

har komu teir jatnir tólv

uttan frá Lurkansstrand.

 

50 Har kom mangur maður saman,

so giti eg frá dømi,

har kom kongins systurson

við fýra høvur á búki.

 

51 Har kom mangur maður saman,

so giti eg frá vendi,

har kom Tórir trøllabani,

hamar bar í hendi.

 

52 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

kastar síni akkerini

á so hvítan sand.

 

53 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrst steig Hergeir, Viljorms son,

sína *manna á land.

 

54 Fyrst steig Hergeir, Viljorms son,

sína *manna á land,

Sjúrður og frægi Nornagestur

undir hans hvørja hand.

 

55 Virgar tokar í herin fram

av so miklari reiði,

møtti vándu Ragnarlykkju,

hann vendi aftur í teirri.

 

56 Tað er enn sum oftum er,

mangur er illa greiddur,

tí *leyt Virgar aftur venda,

hann var við sorgum reiddur.

 

57 Brandur tokar í herin fram,

helt um dýran enda,

møtti honum vánda Ragnarlykkja,

aftur *leyt hann venda.

 

58 Tað var hin snarpi Nornagestur,

ikki vildi undan flýggja,

setir oman á Sjúrðar høvur

tríggjar hjálmar nýggjar.

 

59 Sjúrður tokar í herin fram

av so miklari reiði,

møtti honum vánda Ragnarlykkja,

hann vendi ikki aftur í teirri.

 

60 Ragnarlykkja svørði brá,

fátt mundi reystum tálma,

hon kleyv niður av Sjúrðar høvdi

trinnar gyltar hjálmar.

 

61 Tað var hin vánda Ragnarlykkja,

aftur fyri kongi stendur:

“Tann kemur ikki so reystur í dag,

ið jú skal aftur venda.”

 

62 Tað var hin snarpi Nornagestur,

ei vildi undan flýggja,

setir aftur á Sjúrðar høvur

aðrar hjálmar nýggjar.

 

63 Sjúrður høgg so grimmliga,

øllum tókti undur,

hann kleyv vándu Ragnarlykkju

rætt í kníggjum sundur.

 

64 Tað var hin vánda Ragnarlykkja

læt ikki á sær finna,

setti stubbarnar niður í jørð,

hon barðist í hóttri minna.

 

65 “Tað søgdu mær mangir menn,

eg bar høvdið hægra,

nú má eg á stubbum ganga,

nú eri eg mikið lægri.”

 

66 Sjúrður høgg so grimmliga,

av bar barnagaman,

við hvørt hon varð sundur høgd,

við tað rann hon saman.

 

67 Svaraði snarpur Nornagestur:

“Slík eru mikil undur,

berum ímillum stokk og stein,

og førum hana víða sundur!”

 

68 So reið Hergeir, Viljorms son,

drístiliga fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

ó9 Klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir Girtlands kongur

við sín triðja mann.

 

70 Tað var Hergeir, Viljorms son,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Girtlands kong

sundur í lutir tvá.

 

71 Síðan riðu raskir frændur

gjøgnum grøna lund,

hvørki gól á Girtlandi

heykur, minni hund.

 

            Nú fellur ríman

            yvir tann breiða fjørð,

            har liggur ein bóndi

            deyður í døkkari jørð.

            Nú fellur  ríman.

 

CCF 12Aa

TSB E 81 (ør. 1-29)

TSB E 41 (ør. 30-71)

 

Handrit: Handrit Svabos frá 1781-82 Gl. kgl. saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 22, s. 503.

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39 s. 199.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 342.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 97

 

Heimild: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.

 

E 41 Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði (Man revenges his father’s death on the king of Gautland)

Viljormur ætlar sær til Girtlands at hevna seg inn á kong, sum hevur dripið faðir hansara. Hann fær nógvar av bestu stríðsmonnunum við sær, teirra millum Sjúrð.

Girtlands kongur savnar hermenn (F, cN: teirra millum fleiri skrímsl. Sjúrður drepur ein av fremstu riddarum kongs.) Eftir tógvið stríð vinnur Viljormur. Hann drepur kong, hóast hann biður um náði. cN: Drotningin býður Viljormi eiturdrykk, men hann skilir vandan og ger av við drotningina.

á føroyskum: CCF 12 Aa ør. 30-71, Ab ør. 28-68, B ør. 34-106, C ør. 38-84, E ør. 35-95 (eisini á norskum)

E 81 Viljorms kvæði (Suitor is rejected and killed by maiden’s father)

Systir Viljorms (frábr. C: mamma, D: kona) fær barn við honum og mælir honum til at finna sær sjálvum konu. Hon biður hann bera upp bønarorð fyri dóttur Girtlands kongi.

Viljormur siglir til Girtlands og biður kong um dóttur hansara. Hann fær háðandi svar. Kongur byrgir fyri hallardyrnar, og menn hansara leggja á Viljorm, sum verður dripin.

á føroyskum: CCF 12 Aa ør.1-29, Ab ør.1-27, B ør.1-33, C ør.1-37, D, E ør.1-34 (bert á føroyskum). Eisini nevnt ”Ragnarlykkja”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017