• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hjálmar og Angantýr

 

Hjálmar og Angantýr

 

CCF 15 Aa

TSB E 89

 

1 Bóndin í høgu oyggini býr,

ellivu eigur synir dýr.

 

2 Ellivu eigur hann synir dýr,

tólvti var kappin Angantýr.

 

3 Angantýr fekk tað frætt í há,

at bóndin væna dóttur ár.

 

4 Angantýr letur byggja skeið,

hann var ei til ferðar seinur.

 

5 Hjálmar fekk tað frætt í há,

at bóndin væna dóttur ár.

 

6 Hjálmar letur byggja skeið,

hann var ei til ferðar seinur.

 

7 Teir vinda síni segi í húna hátt,

teir trúgva so væl upp á sín mátt.

 

8 Snekkjan fell for búgvin brand,

Angantýr loypur so tungliga á land.

 

9 Angantýr loypur so tungliga á land,

upp til kníggja niður í sand.

 

10 “Dragið nú hosuna av mítt bein!

Ei skal hin væna frætta tað heim.”

 

11 Hjálmar loypur so lættliga á land,

ikki merkti hann spor í sand.

 

12 Út í miðjum grasgarði teir aksla sítt skinn,

og so búnir ganga teir for bóndan inn.

 

13 “Væl siti tú, bóndi, og drekkur vín,

gev mær hina vænu dóttur tína!”

 

14 Bóndin skjýtur tað frá sær:

“Sjálv má hin væna ráða sær.”

 

15 “Vandan skjýtur tú frá tær,

Hjálmar kappa kjósi eg mær.

 

16 Hjálmar kappa kjósi eg mær,

hann er á øllum vænari í sær.

 

17 Angantýr er so ljótt eitt trøll,

so er slag og ættin øll.”

 

18 Teir bardust út av teirri høll,

Angantýr letur sum eitt trøll.

 

19 Teir bardust niðan við eini á,

deyðin fell á báðar tá.

 

CCF 15 Aa

TSB E 89

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [7].

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 399.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 99

 

Heimild: Úr Suðuroy. Poul Johannessen, Poul í Sakarisstovu (1791-1859), Sumba 1847.

 

E 89 Hjálmar og Angantýr (Suitors kill each other in fight for maiden)

Angantýr og Hjálmar fara av stað hvør sær at biðja um vøkru dóttur ein bónda. Gentan sleppur sjálv at velja, og hon vil hava Hjálmar, tí Angantýr sær út sum eitt skrímsl.

Sambiðlarnir báðir rúka saman at berjast og báðir láta lív.

á føroyskum: CCF 15 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017