• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sveinur í Vallalíð

 

CCF 173 A

TSB E 96

 

1 Elin situr í Breiðabý,

mangt kann hon at inna,

hon kann bók og rúnarmál,

og gull kann hon at spinna.

 

Glym og dansur [í høllum, sláið ring!

Ríða glaðir norðmenn til øll várting.]

 

2 Elin situr í Breiðabý

við sín saks og seym,

hon hevur fleiri biðlarnar,

enn snekkjur renna í streym.

 

3 Henni kvittu mangir at biðja,

kongar og so jallar,

hon var seg so biðlavond,

hon segði teir burtur allar.

 

4 Henni kvittu mangir at biðja,

kongar og so sveinar,

hon var seg so biðlavond,

hon bað teir sita heima.

 

5 Enntá frætti harra Svein

vestur í Vallalund,

Elin situr í Breiðabý,

hon er so biðlavond.

 

6 Har kom Sveinur í Vallalíð

bæði við skreyt og skart,

kongurin tók hans kvøðu væl,

hann setti hann sær næst.

 

7 Har kom Sveinur í Vallalíð,

frúnna vildi lova,

á teirri somu náttini

á hennara armi sova.

 

8 Hann bar upp síni bønarorð,

við kongsins dóttur at biðja,

tað fell øllum væl í lag,

og ei er frúur at synja.

 

9 Elin stendur á hallargólvi,

við sínar ternur tólv:

“Eg giftist ei á hesum sinni,

má eg ráða sjálv.”

 

10 Har kom ungi Viljormur

bæði við skreyt og skart,

kongurin tók hans kvøðu væl,

setti hann sær í næst.

 

11 Hann bar upp síni bønarorð,

kongsins dóttur at biðja,

tað fell øllum væl í lag,

og ei er frúur at synja.

 

12 Lótu tá til brúdleyp ætla,

har var ei at tvørra,

átjan borgum boðið varð,

og tólv hundrað í hvørji.

 

13 Fjøruti silvurføt,

annaðslíkt í skálum,

tað leyp av í kongsins høll,

tá ið alt var sett á mál.

 

14 Drukkið varð teirra brúdleypið,

bæði væl og leingi,

kom so mangur hovmann til,

sum fjøður á fuglaveingi.

 

15 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Viljormur og hans vív.

 

16 Enntá frætti harra Svein

vestur í Vallalund,

fest er frúgvin Adalus

við unga Viljorm í hond.

 

17 Hann gekk út, og hann gekk inn,

eingin sá hann leika:

“Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

hví bert tú kinn so bleikan?

 

18 Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

hví alir tú teg ikki kátan,

hvat ert tú av sóttum sjúkur

ella for frænda ‘lêatur’?”

 

19 “Einki eri eg av sóttum sjúkur,

væl liva mínir frændur,

fest er frúgvin Adalus

við unga Viljorm í hendi.”

 

20 “Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

ber ei um tað trá,

eg skal meg til Danmarkar,

tær javngott vív at fá.”

 

21 “Tá ið tú fert til Danmarkar,

mær javngott vív at fá,

hann skal ikki hana njóta,

um eg liva má.”

 

22 Út gekk ungi Viljormur

í silkiskjúrtu ein,

har kom Sveinur í Vallalíð,

hann vann honum níðingsmein.

 

23 Út gekk ungi Viljormur

í silkiskjúrtu smá,

har kom Sveinur í Vallalíð,

hann gav honum banasár.

 

24 Inn kom Sveinur í Vallalíð,

hann turkar svørð í dúki:

“Nú havi eg vigið tann stoltsriddara,

skilt hans høvur frá búki.”

 

25 Tað var hansa[ra] sæla móðir,

tekur so sárt at gráta:

“Tað býr undir lindanum,

ið hevna man so sára.”

 

26 “Hevna hvat tað hevna má,

tað verður ei so brátt,

syrgir hon frúgvin Adalus

bæði dag og nátt.”

 

27 Frúgvin læt seg við barni ganga,

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

28 Tað er nú, sum oftum er,

duld eru døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

og føðir ein ungan svein.

 

29 Hann var sveiptur í klæðum væl,

væl mátti ríkum falla,

síðan bað hon presti bera,

Viljorm bað hon kalla.

 

30 Hon læt hann til kirkju bera,

honum navn at geva,

kallaði hann unga Viljorm,

sín faðirs navn at bera.

 

31 Hann varð aftur frá kirkju borin,

sett for móður sín,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

32 Hann vóks upp hjá síni móður,

honum gav hon hól,

hann vóks meir í einum mánað,

enn onnur børn í tólv.

 

33 Hann vóks upp hjá síni móður,

skjótt og ikki leingi,

hann gjørdist í høggum tungur

at berjast mót øðrum dreingjum.

 

34 Sveinin var burtur á leikvøllum,

burtur hjá øðrum dreingjum,

higar ið teir reiðir vóru,

vóks teim stríð á magni.

 

35 Niður settust sveinarnir,

reiðir vóru báðir:

“Líkari var tær faðir at hevna,

enn berja os so sára.”

 

36 Sveinin kastar silkistrong,

hann lystir ei longur at leika,

so gár hann for sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

37 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

hvat varð mín faðir við váknum vigin,

ella doyði hann á strá?”

 

38 “ Tað var Sveinur í Vallalíð,

ið tín faðir vá,

seint manst tú, mín sæli sonur,

sømdir av honum fá.”

 

39 Hon fór eftir teirri skjúrtuni,

í blóði hevði ligið:

“Her mást tú síggja tey herklæði,

tín faðir varð í vigin.

 

40 Her mást tú síggja tey herklæði,

tín faðir varð í vigin,

harfyri hevur hann harra Svein

leingi farið í frið.

 

41 Nú skal stevna fjølmannating,

fara ei við tí hátt,

bjóða til Svein í Vallalíð

bæði dag og nátt.”

 

42 Inn kom Sveinur í Vallalíð,

ræður øðrum at nevna:

“Tað er mær á hendur komið

bæði ting og stevni.”

 

43 Tað var hansa[ra] sæla móðir,

tekur so sárt at gráta:

“Hon hevur mann í loyndum alið,

hevna man so sára.”

 

44 Tað var Sveinur í Vallalíð,

reið fram yvir skóg:

“Hvør hevur hetta tingið stevnt,

vár gangarar gerast móðir?”

 

45 Fram gekk ungi Viljormur,

tað legði honum til:

“Eg havi ongar bøtur fingið

fyri sæla faðir mín.”

 

46 Tað var Sveinur í Vallalíð,

brestir niður skegg:

“Tú skalt fáa lambið tað,

ið ‘lidt’ er loðið á legg.”

 

47 Tað var ungi Viljormur,

risti kross fyri sær:

“Gud og milda Maria moy

veri nú við mær.”

 

48 Hann vá Svein í Vallalíð

ígjøgnum hjartarót,

aðrari hendi hans systurson

hann rendi gjøgnum spjót.

 

49 Nú liggja tit á grønum vølli,

báðir eru deyðir:

“Bøtur gevi eg fyri tykkum

ikki oftari í neyð.”

 

50 Tá ið hann hevði vigið teir

og lagt teir báðar í lík,

tá fór ungi Viljormur

heim í Breiðabý.

 

51 Tað var ungi Viljormur,

heim í garðin fór,

úti hansara sæla móðir

fyri honum stóð.

 

52 “Ver vælkomin, sæli sonur,

higar nú til mín,

hvat hevur tú til bøtur fingið

fyri sæla faðir tín?”

 

53 “ Ongar fekk eg bøturnar,

og væl fell mær í lag,

eg vá Svein í Vallalíð

pá tann sama dag.

 

54 Ongar fekk eg bøturnar,

og væl fell mær í mun,

eg vá Svein í Vallalíð

og so hans systurson.”

 

55 “Eru hesi dømini sonn,

sum tú sigur nú,

eingin maður í Dannimark

fær betra lov enn tú.”

 

56 Viljormur liggur í síni song

onkun morgun snimma:

“Nú fýsir meg í Vallalíð

Hermintrú at finna.”

 

57 Viljormur setst á songarstokk,

hann klæðir fiman fót,

sjálvur ber hann mækan tann,

ið eitur Landabót.

 

58 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

hann var stroyddur við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

59 Hann var stroyddur við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

ið Viljormur skuldi á ríða.

 

60 Tað var ungi Viljormur

heim í garðin fór,

úti frúgvin Hermintrú

fyri honum stóð.

 

61 “Hoyr tað, frúgvin Hermintrú,

tú ver mær ikki vreið,

eg vá Svein í Vallalíð,

eg møtti honum á leið.

 

62 Hoyr tað, frúgvin Hermintrú,

eg sigi tær satt ífrá,

deyður er Sveinur í Vallalíð,

og sjálvur eg hann vá.”

 

63 Bóndakonan letur blíð,

tó at hann garpin feldi,

gingu bæði í eina song

á tí sama kvøldi.

 

64 Enn tá frætti kongurin

suður yvir land,

livir hon frúgvin Hermintrú

bæði við sorg og vanda.

 

65 Livir hon frúgvin Hermintrú

við so mikin harm,

tað er hann ungi Viljormur,

hann svevur á henna[r] arm.

 

66 Fimmti læt hann herskipini

út á sjógvin gá,

annaðslíkt skal eftir koma

við svørð og brynju blá.

 

67 Ikki visti Viljormur

av fyrr enn tá,

komin er kongur av Dannimark

við alt tað ið, hann ár.

 

68 Tað var ungi Viljormur,

hann loypur á frúnnar háls:

“Minst nú tað, mín veldiga søta,

at vit bundum ást.”

 

69 Viljormur gekk til strandar oman

við reyðar kinnar og ‘rupar’,

visti sær ikki s[v]inri ráð

enn búk og brynjur at klúgva.

 

70 Takk havi ungi Viljormur

og so hans ærligir sveinar,

feldi niður liðið alt,

og eftir stóð kongurin ein.

 

71 Kongurin er kropin

undir borgararmin niður:

“Mín keri Viljormur,

gev mær grið!

 

72 Mín keri Viljormur,

gev mær grið,

hálvt mítt ríki,

Hermintrúnna við!”

 

73 “Hevði ikki frúgvin Hermintrú

verið mær so góð,

her skuldi tú, kongurin,

sæð títt hjartablóð.”

 

74 Tað var ungi Viljormur,

hann tekur í frúnnar hond,

festi sær til ognar

tað høviska liljuvand.

 

75 Lótu tá til brúdleyps ætla,

har var ei at tvørra,

átjan borgum boðið varð,

og tólv hundrað í hvørji.

 

76 Fjøruti silvurføt

og annaðslíkt í skálum,

tað leyp av í kongsins høll,

tá ið alt var sett á mál.

 

77 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Viljormur og hans vív.

 

78 Drukkið varð teirra brúdleypið,

bæði væl og leingi,

kom so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

79 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og so lati eg at venda,

livdu so í frið hjá Gud

og alla ævi til enda.

 

80 Elin situr í Breiðabý

bæði væl og leingi,

hon vil ikki manni lova

eftir nýtum dreingi.

 

Glym og dansur [í høllum, sláið ring!

Ríða glaðir norðmenn til øll várting.]

 

CCF 173 A

TSB E 96

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) II, nr. 15.

 

Útgávur:

1. Svabos Færøske visehaandskrifter. Christian Matras legði til rættis, 1937-39, s. 359

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 210.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 91.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági. Uppskriftin er frá 1781-82 óvist hvaðan.

 

E 96 Sveinur í Vallalíð (Man is killed by unsuccessful rival and revenged by his son)

D, F, Í: Sveinur í Vallalíð vil giftast við Adalus, men hon velur at giftast við Viljormi. Sveinur er ógvuliga eljusjúkur og skjótt aftan á, at Viljormur er giftur við Adalus, drepur hann hann.

Adalus eigur son og kallar hann upp eftir pápanum. D, F, Í, S: Tá ið ungi Viljormur er tilkomin, sigur mamma hansara honum, hvør ið drap faðir hansara. Hann sendir Sveini í Vallalíð boð um at møta sær á tingi. Sveinur ber seg undan at rinda Viljormi skaðabøtur fyri deyða faðirs hansara, og Viljormur drepur Svein. Hann sigur mammu síni, at nú er faðir hansara hevndur. cD, F: Viljormur lokkar systur Svein (F: konu). Beiggi hennara (F: pápi) kemur at hevna seg. Viljormur drepur hann (F: eirir honum, aftan á at hann hevur dripið allar menn hansara).

Viljormur giftist við kvinnuni, sum hann lokkaði.

á føroyskum: CCF 173 (eisini á donskum, íslendskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017