• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tíðriks kappar

 

Tíðriks kappar

 

CCF 174 A

TSB E 10

TSB E 119

 

1 Tíðrikur situr í síni borg,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín ovurmann,

tað havi eg hugsað leingi?”

 

Har var leikur, og har varð troðið,

har vórðu trodnar organs pípur

millum Jútland og Rípur.

 

2 Allir droyptu høvdið niður,

eingin tordi svara,

uttan Brandur hin víðferi,

ið betur hevði tagað.

 

3 “Ísin kongur borgina eigur,

hon stendur á høgum fjalli,

ellivu eigur hann synir sær,

og tólvti er Sjúrður snjalli.

 

4 Ellivu eigur hann synir sær,

tólvti er riddarin besti,

eru so allir Ísans synir,

sita so væl á hesti.

 

5 Ellivu eigur hann synir sær,

teir bera sítt ærligt merki,

tólvti er Sjúrður Sigmundarson,

Fávnisbanin sterki.

 

6 Svaraði Brandur hin víðferi,

tí hann hevði farið víða:

“Tað liggur ein kempa á Brattingsborg,

hvør vil hann vekja og bíða?”

 

7 “Hoyr tú, Brandur víðferi,

farið hevur tú víða,

allar vegir til Bertingar,

teir skalt tú undan ríða.”

 

8 Brandur tók við merkisstong

og fyri við hyggju reið,

tá ið hann kom á Bertingaskóg,

tá vendi hann hesti á leið.

 

9 “Eg ríði ikki longur í dag

og føri mín harras merki,

her býr fyri í hesum skóg

tann Agga risin sterki.”

 

10 Svaraði Virgar Valintsson:

“Eg skal á skógvin ríða,

men tær skuluð allir, kongsins menn,

hjá merkisstongini bíða.”

 

11 Virgar reið á skógin fram,

Tíðriks køppum frá,

tá var risin sovnaður,

á grønum vølli lá.

 

12 Tá segði Virgar Valintsson,

maðurin er hann hagur:

“Statt á føtur og ver títt lív,

risi, ert tú maður!”

 

13 “Her eru ikki so mangir saman,

at eg ræðist menn,

gakk á skóg, tín ungi maður,

sova vil eg enn!”

14 Virgar læt tá Skemming leypa

fyri hans brynju breiða,

risin leyp tá fimur á føtur,

sína jarnstong at reiða.

 

15 Risin sipaði jarnstong sína,

sjálvum sær at eggja,

sló hana so í foldina fast,

hon stóð millum hamra tveggja.

 

16 Virgar reiddi Mimming til,

tað fór eftir vari,

mækin sneiddi, brynju skar,

hann kvistar niður við læri.

 

17 “Hoyr tú tað, tín ungi maður,

drep nú ikki meg,

alt mítt silvur og reyðargull,

tað vil eg geva teg.”

 

18 Teir koma seg í skógvin fram,

teir síggja ein stein har standa:

“Tak við, Virgar Valintsson,

tú njót væl guls og landa!

 

19 Hoyr tú, Virgar Valintsson,

tú tak á henda stein,

um tú livir nú allan aldur,

eg vinni tær ikki mein.”

 

20 Virgar tók á steinin tann,

tað var honum mikil treyt:

“Tað er ikki eins mans gerð

at føra tað berg av breyt.”

 

21 Risin tók á steinin tann,

tað var honum eingin treyt,

tað gjørdi hann á skamri stund,

hann førdi tað berg av breyt.

 

22 Tað var hin gamli Agga risin,

inn um dyrnar sá,

hann visti ikki av at siga,

fyrr enn høvur á herðum lá.

 

23 Virgar rópar við høgari reyst,

hann biður teir koma brátt

at brenna inni Ísans synir

á teirri somu nátt. 

 

24 Sjúrður stóð í vígskørðum,

hann heldur á gyltum horni,

hann sær gull og glitramerki

á føgrum summars morgni.

 

25 Sjúrður gekk í vígskørðum

og inn á hallargólv:

“Her eru komnir út í várt land

Tíðriks kappar tólv.”

 

26 Tí svaraði Ísin kongur,

sær undan reyðum skildri:

“Hvat hava teir til váknaprógv,

og hvat munnu dreingir vilja?”

 

27 “Eg seti ikki minna við,

enn alt mítt gullið reyða,

teir vilja vinna Birtingar

og ráða tygur til deyða.

 

28 Eg seti ikki minna við

enn alt tað gull, eg á,

teir vilja vinna Birtingar

og tygara merki fá.”

 

29 “Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,

tú ert dreingja maki,

tú skalt ganga í høllina inn

og skatt av dreingjum taka!”

 

30 Sjúrður gekk í hallina inn,

eingin ið hann kendi

uttan Virgar Valintsson,

hann eyguni at honum vendi.

 

31 Allir bóðu hann heilan vera,

so fóru teirra orð:

“Her hevur ikki ein annar slíkur

staðið for kongsins borð.”

 

32 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

for borði *ræð at standa:

“Gongur her nakar skattur av

eftir fornum vana?”

 

33 “Her gongur eingin skattur av,”

Tíðrikur svaraði: “Nei,

fyrr skulu allir Ísans synir

draga svørð av skeið.”

 

34 Svaraði Humlingur Stútason,

hann tykist drongur nýtur:

“Kastið nú terning á talvborð fram,

og vitið nú, hvør ið lýtur!”

 

35 Teir kastaðu terning á breiða borð,

teir runnu væl nakað víða,

teir fullu straks unga Humla til,

hann skuldi mót Sjúrði ríða.

 

36 Sjúrður sat á Grana baki,

snarliga hann sær vendi,

reið so burtur frá Tíðriks køppum

og Humlinga hest í hendi.

 

37 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

søgur ganga frá,

tá ið hann fór av garði burt,

tá hevði hann hestar tvá.

 

38 Humlingur talar til Virgar sterka:

“Tú læna mær Skemming skjóta,

lat nú ikki tann tulparadrong

mín góða gangara njóta!”

 

39 “Eg læni tær ikki Skemming mín,

uttan tú setir veður,

alt títt gull og leysafæ

og sterkar borgir við.”

 

40 “Eg skal seta tær veður so gott,

endist mær tann kraft,

alt mítt gull og leysafæ,

kemur ei Skemming aftur.”

 

41 “Sjúrður er ein sterblindur maður,

sær ei sítt glavind til enda,

fangar Skemming skaða í dag,

tað bøta ikki allir tínir frændur.

 

42 So ringlar pílan í Sjúrðar hond,

sum klingan ringlar í spora,

vara teg, Humlingur Stútason,

tú kemur ei fyri tann dára!”

 

43 “Átta gullborgir og riddarar ní,

tað seti eg tær til festar,

hartil mína systur, tað liljuvand,

eg hugsi, hon er tann besta.”

 

44 Humlingur reið av garði burtur,

Skemmingur undir honum skríður,

Skemmingi tókti tað undarligt,

at honum rann spori í síðu.

 

45 “Ríð nú ikki undan mær,

tú hin gamli kall,

eg vil taka hestin aftur

og stinga so teg at fall.”

 

46 Tann fyrsta dyst, teir saman riðu,

teir vóru tveir heltir báðir,

sundur gekk Humla saðilgjørð,

og Humli fyri saðilboga.

 

47 “Takk havi tú, hin ungi maður,

hvat tú kundi væl at ríða,

stíg á fold og gyrð tín hest,

enn skal eg tín bíða!”

 

48 Sjúrður reið mót Humlingi,

hann rendi hann úr saðli,

tá fekk hann tann besta hest,

sum borin var undir alvi.

 

49 “Nú havi eg teg til jørðina felt,

og Skemming hann er mín,

sig mær nú, tín ungi maður,

frá navni og frændum tínum!”

 

50 “Eg sigi tær ikki eiti mítt,

fyrr enn tú hevur sagt mær títt,

Tíðriks kappar brigða mær,

tað er ikki frítt.”

 

51 “Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

so var mær til móður sagt,

at drotning væri hon.

 

52 Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

Hjørdís drotning,

hon bar meg í heim.”

 

53 “Humling skalt tú nevna meg,

eg ráddi for búnum brandi,

villur fór eg for forlag mítt,

og annar í Stútins armi.”

 

54 “Er hatta satt, tú sigur mær,

tú skalt mín frændi vera,

tá lati eg teg ikki hesa skomm

av Tíðriks køppum bera.

 

55 Vit taka nú okkara skjoldarreimar,

bint meg til ta eik,

ríð so til kong Tíðrik ígenn,

og sig tú vanst tann leik!”

 

56 Humlingur reið til hallar heim,

hann kastar sín knív á borð:

“Sjúrður stendur við eikina bundin,

talar ikki orð.”

 

57 Svaraði Virgar Valintsson,

hann var so fróm ein mann:

“Tað var alt við vilja gjørt,

tú Fávnisbanan vann.”

 

58 Tað var Virgar Valintsson,

alt vildi hann vita:

“Eg skal ríða í lundina fram

at vita hvussu Sjúrður man liva.”

 

59 Sjúrður stendur við eikina bundin,

Virgar at honum skundar,

Sjúrður reiv upp eik við rót,

og síðan leyp hann undan.

 

60 Har gongur ein dans við Brattingsborg,

har dansa kempur og heltir,

har dansar Sjúrður Sigmundarson

við eikini á belti.

 

61 Har dansaði Sjúrður Sigmundarson,

sín líka kann ikki síggja,

tann minsta kempa í dansinum

var fýra alin til kníggja.

 

Har var leikur, og har varð troðið,

har vórðu trodnar organs pípur

millum Jútland og Rípur.

 

CCF 174 A

TSB E 10

TSB E 119

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) I, nr. 18, 1781-82.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  IV, udgivne af Svend Grundtvig, 1883, s. 614.

2. Svabos Færøske Visehaandskrifter. Chr. Matras legði til rættis (1937-39), s. 128.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 240.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 33.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági  1781-82.

 

E 10 Tíðriks kappar (Sivard defeats kinsman but pretends to have lost)

Sjúrður spyr kongsins menn, hvør teirra vil berjast móti sær. Menninir kasta terningar um tað, og luturin fellur á Humling unga. Hann lænir ross Virgars Valintssonar til bardaga. Sjúrður vinnur hann og krevur rossið. Honum verður kortini greitt, at Humlingur er skyldmaður hansara, og hann ger av, at hann kann látast, sum hann hevur vunnið. Hann letur seg binda í eitt eikitræ. Humlingur kemur aftur og sigur seg hava bundið Sjúrð í eitt eikitræ. Virgar trýr honum ikki og fer sjálvur at vita. Tá ið Sjúrður sær hann nærkast, torir hann ikki at vera verandi longur, hálar eikina upp við rót og fer til gongu til hús við henni. Um kvøldið dansar hann við eikini hangandi í miðjureimini.

á føroyskum: CCF 174 A ør. 24-61, B ør. 44-100, C ør. 19-68 (eisini á donskum og svenskum)

E 119 Tíðriks kappar (Vidrik defeats a giant)

Tíðrikur kongur spyr menn sínar, um teir vita um nakran, sum er javnlíki hansara. Ein av monnum hansara nevnir Ísin kong, og Tíðrikur ger av at fara til borg Ísins. Men kongsins merkisberi sýtir fyri at fara, tí ein risi býr á leiðini.

Virgar Valintsson bjóðar sær til at fara hagar. Hann finnur risan í fasta svøvni, vekur hann og berjist við hann. Risin biður fyri lívinum og lovar ríkidømi sítt afturfyri. Virgar Valintsson høggur høvdið av risanum.

á føroyskum: CCF 174 A ør. 1-22, B ør. 1-48, C ør. 1-17 (eisini á donskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017