• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Kappin Illhugi

 

CCF 18 Aa

TSB E 140

 

1 Úti sigldu fimtan skip

eina jólanátt,

gótu ei tann eldin sætt,

ið logar í flagdum hátt.

 

           Snekkjan brúna, sunnan gular vindur

           á seglum yvirblá,

           mær stóð hugur á vænu moy,

           kann eg hana fá.

 

2 Úti sigldu fimtan skip

eina jólatíð,

gótu ei tann eldin sætt,

ið logar í flagdarbý.

 

3 “Honum gevi eg øksi mína,

so mínar ringar ný,

mær vil sløkkja tann heita eld,

ið logar í flagdarbý.

 

4 Honum gevi eg øksi mína,

so mínar ringar bjartar,

mær vil sløkkja tann heita eld,

ið logar for mínum hjarta.

 

5 Honum gevi eg øksi mína,

so mína kápu blá,

mær vil sløkkja tann heita eld,

ið logar í flagdum hjá.

 

6 Tað er fult í fimtan ár,

síðan tú sást meg leika,

gívurin mína dóttur tók,

tí beri eg kinn so bleika.

 

7 Tað er fult í fimtan ár,

síðan tú sást meg ló,

gívurin mína dóttur tók,

tað hitt væna fljóð.”

 

8 “Hav tú sjálvur øksi tína,

so tínar ringar ný,

eg skal sløkkja tann heita eld,

ið logar í flagdarbý.

 

9 Hav tú sjálvur øksi tína,

so tína kápu blá,

eg skal sløkkja tann heita eld,

ið logar í flagdum hjá.

 

10 Hav tú sjálvur øksi tína,

so tínar ringar bjartar,

eg skal sløkkja tann heita eld,

ið logar for tínum hjarta.”

 

11 Illhugi gekk frá strondum,

seg við ongar sveinar,

tá hann kom í hellið niðan,

tá var gívurin heima.

 

12 Illhugi gekk í hellið inn,

myrkt varð honum for eygum,

hann sá sita eina grimma gívur,

raka í brondum beygum.

 

13 Tað var tann hin grimma gívur,

reisist upp frá eldi:

“Hvaðan er hetta køgulsbarn,

her er komið á kveldi?”

 

14 “Kalla meg ikki køgulsbarn,

ei vil eg so vera,

var eg heima í mínum ríki,

ilt mundi eg tær gera.

 

15 Kalla meg ikki køgulsbarn,

ei vil eg so eita,

var eg heima í mínum ríki,

vóru til míns at leita.

 

16 Kalla meg kappan Illhuga,

tað er mítt rætta navn,

tann ið kallar meg køgulsbarn,

til ilsku saki eg hann.”

 

17 Illhugi stendur á hallargólvi,

sær seg um so víða,

hann sær uppi í sævarsong

sova moy so fríða.

 

18 “Tað sær eg á tær, Illhugi,

tú hevur vold á vívi,

í nátt skalt tú hjá frúnni sova,

í morgin lata lívið.

 

19 Tað *sær eg á* tær, Illhugi,

tú hevur hug á moy,

í nátt skalt tú hjá frúvuni sova,

í morgin skalt tú doy!”

 

20 Illhugi fór úr øllum klæðum,

so er greint fyri mær,

hann steig upp í Hildu song,

hann svav har nætur tvær.

 

21 Illhugi fór úr øllum klæðum,

virdi lítið um fíggi,

hann steig upp í Hildu song,

hann svav har nætur tríggjar.

 

22 Illhugi fór úr øllum klæðum,

virdi lítið um eyð,

hann steig upp í Hildu song,

hann svav har nætur sjey.

 

23 “Tú tørvt ikki, Illhugi,

elva teg so kátan,

nívir hon teg á songarstokk,

lívið manst tú láta.”

 

24 “Tú tørvt ikki, ríka frú,

eftir mær at troyggja,

annaðhvørt tá letur hon meg

liva ella doyggja.”

 

25 Tað var Hilda, kongins dóttir,

fann upp á tey ráð,

klæddi upp á træbílæti

gívrini at høgga á.

 

26 Gívurin kemur inn árla morgun,

dartar øksi í hendi,

brá hon honum á songarstokk,

brá honum snart úr veldi.

 

27 Illhugi fór at læa,

gívrin hetta sá,

kastaði aftur í Hildu song

og breiddi omaná.

 

28 Kongurin liggur á skipinum,

leingist honum at bíða,

áðrenn hann sá sína sælu dóttur

niður úr fjalli líða.

 

29 “Eg tók Hildu for fimtan ár,

konginum illa líkar,

nú skal eg hana heiman gera

við hálvum mínum ríki.

 

30 Eg tók Hildu for fimtan ár,

konginum illa tókti,

nú skal eg hana heiman gera,

sum hon var mín dóttir.”

 

31 “Her siti eg á kistum tveim,

fullar eru við ringar,

tað skal Hilda heiman hava

sær um lodnar fingrar.

 

32 Her siti eg á kistum tveim,

fullar eru við skreyt,

tað skal Hilda heiman hava,

føra við sær av breyt.

 

33 Her siti eg á kistum tveim,

fullar eru við lín,

tað skal Hilda heiman hava,

fosturdóttir mín.

 

34 Her siti eg á kistum tveim,

fullar eru við skrúður,

tað skal Hilda heiman hava,

tá hon verður brúður.”

 

35 Kongurin liggur á skipinum,

leingist honum at bíða,

nú sær hann sína sælu dóttur

niður úr fjalli líða.

 

36 Nú sær hann sína sælu dóttur

niður úr fjalli líða,

fimtan sær hann smátrøllini

eftir henni skríða.

 

37 Tað var henda grimma gívur,

tung eru hennara mein,

fylgdi síni fosturdóttur

ytst á flóðarstein.

 

38 Upp leyp ein av kongins monnum,

gívrina vildi skjóta,

Illhugi leyp í fremra stavn,

hann var ei sein til fóta.

 

39 Illhugi leyp í fremra stavn,

hann var til fóta ei sein:

“Hann skal harðan deyða tola,

gívrini vinnur mein.”

 

40 “Far væl, Hilda, kongins dóttir,

við tí gullinum reyða,

eg skal aftur í helli mítt

at syrgja meg til deyða.”

 

           Snekkjan brúna, sunnan gular vindur

           á seglum yvirblá,

           mær stóð hugur á vænu moy,

           kann eg hana fá.

 

CCF 18 Aa

TSB E 140

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 79, s. 731.

 

Útgávur:  

1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 246.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 428.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 179

 

Heimild: Úr Sandoy. Lauritz Olesen, Læars í Stórhúsi (1779-1871), Dali 1824 

 

E 140 Kappin Illhugi (Man saves princess from ogress to marry her)

Trøllkona hevur flutt kongsdóttrina burtur. Kongur lovar at geva tí manni dóttrina, sum megnar at koma aftur við henni, og Illhugi býður sær til.

Hann fer til fjallið, har ið trøllkonan býr, og hon sigur, at eina nátt skal hann sleppa at sova hjá kongsdóttrini, men morgunin eftir má hann láta lív. Illhugi svevur hjá kongsdóttrini, og morgunin eftir kemur trøllkonan at drepa hann. N: Illhugi drepur trøllkonuna og øll skyldfólk hennara. D: Við rúnargandi fær Illhugi trøllkonuna at hálsa um, fría kongsdóttrina og lata tey fara við dýrmætum gávum. F: Kongsdóttirin og Illhugi gera eina trædukku, sum trøllkonan roynir at drepa í staðin fyri Illhuga. Hann flennir at mistaki hennara, og tað fær hana at blíðkast. Hon letur tey fara við dýrmætum gávum.

Tá ið kongsins menn síggja tey koma aftur, ætla teir sær at leypa á trøllkonuna, men Illhugi verjir hana. D, F, N: Illhugi og kongsdóttirin giftast.

á føroyskum: CCF 18 (eisini á donskum og norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017